Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 Sosialurin Uppgávur fevna um at avgreiða ørindi hjá kundum og at tryggja telefonkundum eina dygdargóða og einsháttaða tænastu. Tú ert fram um alt tænastusinnað/ur. Tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta við fólk. Tú vísir forstáilsi og innliving, tá tú avgreiðir kundan og tú hevur hug til at fremja virkna kundarøkt um telefonina. Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Anju Rein, leiðara á avgreiðsluøkinum, á telefon 330 330 ella á ar@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. desember 2010. Send tína umsókn við avritum av CV og viðkomandi skjølum til: BankNordik, Húsagøta 3, Postboks 3048, 110 Tórshavn, Att. Starvsfólkadeildin ella til starvsfolk@banknordik.fo. Les meira á www.banknordik.fo/starv Avgreiðslufólk til BankNordik BankNordik sóknast eftir starvsfólki til avgreiðsluøkið í Deild Tórshavn. F øroyskt R íkidømi Í triv S angir K ul A lvinur R øtur K veikjandi U ngdómur L ivandi A bbaligt R okkur R øddir Ø ðrvísi T ónleikur U ppaling R ytmur Óli: Skjalafalsan? - Apartheid? - Nýnazisma? - Pina og skett í Chile?...... Margareth og.........Hann hjálpi mær!!!! Poul svarar í ørviti: Grønlandsísur í veðurlagsbroytingum. Annfinn støkkur upp: Lagurfusk ella -fisk? Jørgin gnýggjar eyguni: Privatiseraðar flakamaskinur? Jacob: Ella pappírsleysar roknskaparkva lifikatiónir? Bjarni: Nú, nú - ongar avdúkandi viðmerkingar! Rødd syngur spakuliga, men intenst: Sonur mín, sonur mín....................... Jákup rópar: Bjarni er longu hongdur. Fjølmiðlarnir hava longu hongt hann. JógvanvK suffar: Aftur til kommunismuna. JógvanáL febrilskur: Ákalli 266b - ella 666 - ella tríeinigheitina ella onkran. Jørgin: ....ella Westergård. Poul: Eg orki ikki meira eftir 40 árum í oyðimørkini. Annfinn loypur upp og geylar: Stongið allar hurðar fyri Poul. Hvíluleysur skal hann fjakka um í allar ævir. JógvanáL: Eins og Jeruslemas skógmakari. Takk og finito. Og soleiðis loysti Peopels Party teirra trupulleikar. Peopels Party Dagfinnur Danbjørg Sovandi vakna ein fyri og annar eftir: Kjak