fríggjadagur 26. november 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 164 · 26. november 2010
2
VIKUSKIFTI
Jólakalendari
Eyðun Klakstein
eydun@sos.fo
Í ár fáa børnini eina nýggja jóla kalend
ara søgu í Útvarpinum hjá Kring varp
inum. Elin á Rógvi hevur skriv að søguna
»Eg sá ein eingil«, sum er grundarlagið
undir jólakalendaranum í ár.
– Útvarpið endursendi eina jólasøgu
í fjør, men tíðliga í ár bleiv gjørt av,
at ein nýggj søga skuldi gerast í ár. Eg
arbeiði við barnaútvarpi, og Jonna, sum
eg arbeiði saman við, kom við hug skot
inum um, at eg skuldi skriva søguna
hesa ferð, sigur Elin á Rógvi.
Hon hevur áður skrivað søgur til
børn, og hevur millum annað vunnið
eina norðurlendska kapping um barna
søgur.
– Eg byrjaði at skriva søguna í mars.
Tað var ikki serliga jólaligt tá, men tað
var ein spennandi uppgáva at sleppa at
skriva søguna, sigur hon.
Síðani er nógv hent, og 1. desember
er søgan klár at senda sum hoyrispæl við
barnaleikarum, tónleiki, ljóðeffektum
og kendum sangarum.
– Tað er stuttligt at uppliva, hvussu
orðini blíva livandi, nú børnini hava
spælt leiklutirnar, yrkingar eru gjørdar
til sangir, og alt verður sett saman, sigur
Elin á Rógvi.
Einki verkfall
Jólakalendarin hjá Útvarpinum byrjar
mikumorgunin 1. desember og verður
sendur hvønn gerandisdag kl. 7.15 og
endursendur um kvøldið.
Søgan er tíðaraktuell søga, og børn
eru sjálvsagt í høvuðsleiklutunum. Tey,
sum spæla størstu leiklutirnar, eru,
Tóralvur Tórgarð, Anna Maria Steintún
og Rasmus Samuelsen.
– Søgan er um ein drong, sum
hevur ein strævnan stórabeiggja, og
ein grannagentu hjá teimum. Søgan
gong ur fyri seg í Havn nú á døgum, og
hon er skrivað, sum gekk hon fyri seg í
desember. Tað einasta, sum eg ikki havi
skriv að inn í søguni, er eitt møguligt
verkfall, sigur Elin á Rógvi.
Ein partur av jólakalendaranum eru
nýggir sangir, har Elin á Rógvi hevur
skrivað orðini og kendir tónleikarar gjørt
løgini. Tey, sum hava skrivað løgini, og
syngja eru Guðrið Hansdóttir, Finnur
Jensen, Jensina Olsen og Petur Háberg.
Eitt lag hevur Niclas Johannesen gjørt.
Sangirnir frá jólakalendaranum koma
eisini út á fløgu.
Høvdið
á blokkin
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Martin Joensen / Jens Kristian Vang
2 KluMMa: Høvdið á blokkin
2 Elin skrivar jólasøgu til børnini
4 intEViEw: Martin joensen
6 til arbEiðiS: kristina CHristiansen
7 tiPS: ein HeiMur av lituM
8 baKgrund: tá roskilde bank reyk
10 90 SEKund: selMa ellingsgaard
11 uMafturafturuM: Høgni djurHuus
11 SKEMt: MannfólkaMál týtt til vanligt Mál
12 grEin: effo í sørvági
18 Jólahandil á netinuM
19 tað hEndir: konsertir, tiltøk, bøkur og annað
20 MiðlaMJarr: tað siga tey á faCebook og í MiðlunuM
Vit hava upplivað gandaorðini áður. Orðini,
sum skulu broyta grundleggjandi treytir í
samfelagnum ella politiska systeminum,
bara vit nevna tey. Burðardygg menning,
langtíðarætlanir, reformar, visiónir og breitt
samstarv bara fyri at nevna nøkur hugtøk.
Tann seinasti undurdrykkurin, nú kostárið er
fyri framman, er blokkpolitikkur.
Føroyskur politikkur sigst verða so
óstruktureraður og tilvildarligur, at veljarin,
sum krýpur til krossin í november, hevur
ikki ánilsi av, hvat hann fær í januar. Valevni
og flokkar fara til val og geva lyfti, men
tá ið samgonguskjalið við tilvildarligar
samstarvsflokkar er undirskrivað, kennir
veljarin einki aftur.
Høvdu flokkar hinvegin funnið saman
fyri valið og gjørt samstarvsavtalur áðrenn
valstríðið, so visti veljarin betur, hvat hann
fekk eftir valið. Tað er líkasum kjarnin í
sonevnda blokkpolitikkinum.
Men heldur enn at leggja høvdið á
blokkin, skuldu politisku leiðslurnar komið
til kjarnuna – í trupulleikanum.
Flokspolitiska hugtakið er í kreppu, og tað
broytur blokkpolitikkur ikki. Ongantíð áður
hava flokkarnir staðið so veikir, sum teir
gera nú. Samleikin og semjurnar eru ikki tað,
tær vóru, og neyvan nakar flokkur – kanska
Miðflokkurin undantikin – kann breggja
sær av at verða ein homogenur flokkur
við innahýsis semjum á øllum politisku
aksunum.
Í løtuni tykist tað, sum einhvør politikari
kann fara í borgarkríggj sum einmansherur,
tá hann heldur tað verða hóskandi, og
avtalurnar um vápnahvíld hava við sær,
at grundleggjandi avgerðir mugu bíða.
Við nógvum buldribassum og solistum í
løgtinginum er neyðugt við sterkum leiðslum
og organisatión í flokkunum, men har
manglar nógv.
Og skúlingin av politikarunum er heldur
ikki tann sama. Politisku lokalfeløgini eru
ikki tað, tey einaferð vóru fyri samleikan
og samanhaldi í flokkunum, og politisku
bløðini eru heldur ikki longur har at
uppdraga komandi politikarar og halda lív
í samleikanum hjá flokkunum. Samstundis
hava Føroyar sum eitt valdømi havt við sær,
at politikarar eftir øllum at døma í enn størri
mun enn áður verða noyddir at spæla solo,
um teir skulu verða valdir aftur.
Blokkpolitikkur kann ikki førast uttan
sterkar flokkar, og tað er líkamikið, um
politiskar avtalur verða gjørdar fyri ella eftir
valið, tá ið disiplinin í flestu flokkunum
er so vánalig, sum hon er. Ein kreativur
viðmerkjari á Facebook rakti seymin á
høvdið, tá ið hann segði: Eg ivist í, hvussu
vit kunnu fáa løgtingslimir at ganga saman
í blokk, tá teir ikki duga at ganga saman í
flokk.
INNIHALD
klumman
Eyðun
Klakstein
myND: jens kristian vang
elin skrivar jóla-
søgu til børnini
– Tað er stuttLIgt aT uppliva, hvussu orðINI blíva
LIvANDI, sigur ELIN á rógvI, sum hevur sKrIvAð
søguna Til jóLAKALENDArAN hjá ÚTvarpinum í ár.
Jónsvein Heinesen, tøkningur, og Elin á Rógvi sita í hesum døgum og framleiða jólakalendaran hjá Útvarpinum