Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 164 · 26. november 2010 9 VIKUSKIFTI at hækka. Forstjórin sjálvur skrivaði í sambandi við kapitalhækkingar undir brøv til túsundtals viðskiftafólk, har hann vegleiddi tey um, hvussu tey kundu taka lán í bankanum at keypa parta brøvini fyri, um tey ongar pengar áttu ella ikki vildu brúka av egnari upp­ sparing. Tá Roskilde Banki so fór á húsagang, funnust bæði politikarar og serfrøðingar hvassliga at Fíggjareftirlitinum fyri ikki at hava fyribygt, at so illa skuldi gangast í hond. Men Fíggjareftirlitið hevði leingi havt eyguni eftir bankanum og átalaði í 2005, 2006 og 2007 bæði virkisgongdirnar í bankanum, kredittpolitikkin og ógv­ usliga útlánsvøksturin, sum var nógv størri enn í øðrum bankum, og sum at enda hevði við sær, at útlánini gjørdust tvífalt so stór sum innlánini. Tann síðsti stóri aðalfundurin hjá Roskilde Banka varð hildin í august 2008. Her mátti nevndarformaðurin ásanna, at nevnd og stjórn høvdu ikki havt nakra hepna hond at leiða bank an. Hevði ein knappanál fallið til jarð ar, tá hann var liðugur, so hoyrdist hetta sum ein hvøllur brestur, hóast 4.000 fólk vóru til staðar. Og so brast ódnar­ veðrið á. Partaeigararnir vóru í øð ini og funnust hvassliga at leiðsluni, eis­ ini nevndarlimum, sum nýliga vóru komnir í nevndina og ov seint høvdu upp dagað, at okkurt var spinnandi galið í bankanum. Morten Jeppesen lýsir í bókini før­ leikarnar hjá nevndarlimunum og teirra persónliga samband við for­ stjór an, Niels Valentin Hansen. Ein nevndar limur verður lýstur sum mað­ urin í nevndini, ið tók orðið, tá mál ini snúðu seg um fólk, ið hann kendi úr lokal umhvørvinum. Hann sá tað sum sína uppgávu at siga, um lítast kundi á møguligar kundar, ið jú eisini var viðkomandi. Men seinnu árini segði hann onki, tí hann kendi ongar av eydnuriddarunum, ið fóru at flokk ast um bankan orsakað av stóra út láns­ vøkstrinum. Fólk í øðini Soleiðis fór alt av lagi í tí fyrr so stinna lokalbankanum í Roskilde. Bankin tveitti seg í ótálmaðum vakstrarhugi og ábyrgdarleysum kredittpolitikki út í eitt ævintýr, ið hann misti tamarhaldið á, og av tí, at bankin vakstrarárini hevði lokkað tíggjutúsundtals fólk at keypa partabrøv í bankanum, ofta fyri lán úr bankanum sjálvum, gjørdist skelkurin av húsaganginum uppaftur størri, enn hann kanska annars hevði verið – og eisini øðin. Fólk kendu seg rætt og slætt snýtt. Øðin gjørdist ikki minni av, at ógv­ usligi útlánsvøksturin frá 2002 til 2007 varð settur í samband við, at leiðandi medarbeiðararnir í bankanum í 2003 fingu partabrævaoptiónir, ið bóru í sær, at teir kundu keypa partabrøv í bank­ anum fyri dagskursin tá og so selja tey aftur fimm ár seinni og skúma róman, um kursurin var hækkaður. Leiðslan hevði á hendan hátt ein persónligan áhuga í, at kursurin hækkaði so nógv sum gjørligt, sama hvussu hetta hendi. Fráfarni forstjórin gjørdist tó ov seinur at selja, áðrenn bankin fór um koll, so hann fekk lítið burturúr. Roskilde Banki var kreativur og óet­ iskur í síni jagstran eftir at fáa kursin at hækka. Vanlig mannagongd var, at teir stórkundar, ið fingu lán í bankanum, eisini gjørdust partaeigarar í bankanum, og at teimum vórðu boðin lán at keypa partabrøvini fyri. Einasta trygdin fyri hesum lánunum vóru partabrøvini sjálv. At hetta mátti enda galið, um kurs urin brádliga kavaði, sigur seg sjálvt, og tað gjørdi hann eisini. Stútt og støðugt lækkaði kursurin undan húsa ganginum, til korthúsið so rapaði heilt. Ein háborg í danska bankaheiminum, ið var stovnað í 1884, var farin um koll av gramni og ósketni, og nú er Roskilde Banki søga, ein søga um, hvussu tú ikki rekur banka. Tann síðsti stóri aðalfundurin hjá Roskilde Banka varð hildin í august 2008. Her mátti nevndarformaðurin ásanna, at nevnd og stjórn høvdu ikki havt nakra hepna hond at leiða bank an Fakta Greinin byggir á bókina »Blændværk« hjá journalistinum Morten Jeppesen frá 2009. Á baksíðuni skrivar høvdunurin: »Hetta er ein søga um ódugnaskap, óheppin samanhald og gramni. Um eina veika og blindaða bankanevnd, sum ikki megnaði at forða einum einaráðandi og valdsmiklum bankastjóra at tveita fyritøkuna út í váðafull útlán til vinnulívsins eydnuriddarar. Um eina lønandi bonusskipan, sum gjørdist meira og meira verd fyri leiðsluna, so hvørt sum kursurin á partabrævinum hjá bankanum hækkaði. Um ein húsagang, sum endaði við at kosta 32.000 partaeigarum sjey milliardir krónur.« Niels Valentin Hansen var forstjóri í Roskilde Bank í 28 ár. Leingi gekst fyrimyndarliga væl hjá bankanum, men frá 2002 til 2007 var útlánsvøksturin so ovurhonds stórur, at bankin at enda koppaði mynd: PolFoTo