fríggjadagur 26. november 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 164 · 26. november 2010
10
VIKUSKIFTI
Hvussu gjørdist tú forkvinna
í Starvsmannafelagnum?
– Eg varð vald í nevndina á fyrsta sinni, tí
starvsfelagar bóðu meg stilla upp. Tá eg
so gjørdist næstforkvinna, hevði tað við
sær eina serábyrgd, og tá so formaðurin
ikki stillaði uppaftur, valdu mínir nærmastu
starvsfelagar at skjóta meg upp.
Hvat hevur arbeiðið í felagnum við
sær, hvørjar eru tínar uppgávur?
– Tað er eitt áhugavert og sera fjølltáttað
starv. Uppgávurnar eru alt frá samráðingum til
persónsmál. Tað er at verja limanna áhugamál
á ein og hvønn hátt. Eg skal mynda felagið
úteftir og leiða arbeiðið inni í felagnum.
Tað er eitt læruríkt og mennandi starv.
Tú hevur nevnt, at tú ert vinstravend
og reyð sum hjartað, hví ert tú tað?
– Eg trúgvi, at tað er ein gáva at vera fødd
í henda heim, og at vit hava eina skyldu at
hjálpast at. Tey, ið eru væl fyri, hava ábyrgd
av, at tey, ið ikki hava verið líka heppin í lívsins
eydnuhjóli, eisini skulu fáa eitt virðiligt lív.
Er munur á, hvussu fólk uppfata teg,
nú tú ert forkvinna, og so áðrenn?
– Tað vóni eg ikki, og tað er ikki nakað, eg
leggi til merkis. At vera forkvinna er eitt
starv sum eitt og hvørt annað starv, og eg vil
røkja tað so væl sum gjørligt. Selma verði eg
tó altíð. Munurin er kortini, at tú gerst eitt
alment andlit, og tað visti eg frammanundan.
Er Starvsmannafelagið eitt
fløkt fakfelag at samskipa?
– Tað eru avgjørdar styrkir í, at vit eru
so mong og hava so fjølbroytt yrki.
Avbjóðingin er at røkja øll áhugamálini,
og at limirnir kenna seg sum ein part av
felagnum. Vit arbeiða við bygnaðinum fyri
at samansjóða felagið betur, so áhugamálini
hjá limunum kunnu røkjast enn betur.
Tú tykist ikki at ræðast konfliktir
og úttalar teg lættliga í
miðlunum. Er tað viðføtt?
– Hvussu eg eri, ber mær illa til at meta
um sjálv. Eg havi helst altíð verið mælsk
og torað at sagt mína hugsan. Eitt mantra,
eg havi havt í mong ár, er, at tú kanst tosa
um alt og siga alt við onnur, um tú sigur
tað við virðing. Eg eri sosialráðgevi og meti
avgjørt, at mín útbúgving hevur verið mær
ein góð hjálp í starvinum sum forkvinna. Eg
havi ikki á nakran hátt fingið útbúgving í at
úttala meg alment, so helst er tað íborið.
Eru menn verri at
samráðast við enn kvinnur?
– Nei, tað er ikki mín fatan, og vanliga
sita bæði kvinnur og menn við borið.
Hetta er ein fyrimunur, haldi eg.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálva?
– Eg eri still og vill, tigandi og larmandi,
djúphugsin og láturmild. Fjúsið kann vera
stutt, men eg blíðkist skjótt aftur.
Hvat er besta stað á jørð og hví?
– Tað er og fer altíð at vera mín heimbygd,
Eiði. Niðri á Mølini er nakað heilt serstakt
fyri meg. Kenslan at vera eitt við náttúruna,
bara at vera, er ein sterk kensla, hon
er bæði bæði sissandi og lívgandi.
Hvørji onnur áhugamál
hevur tú enn fakfelagsarbeiði?
– Má viðganga, at fakfelagsarbeiðið fer við
sera, sera nógvari tíð. Eg eigi eina deiliga
dóttir, og hennara vælferð er sjálvsagt
mítt størsta áhugamál. Familju og vinum
vil eg eisini hava tíð saman við. Annars
havi eg altíð lisið nógv. At ferðast inn í
annan heim er nakað serstakt. Mær dámar
at vera kreativ, tá ondin er yvir mær, og
eg royni at læra meg at spæla guitar.
Fara vit nakrantíð
at síggja teg í politikki?
– Starvið, eg nú røki, er eitt fakfelagspolitiskt
starv. Um eg verði at síggja í politikki
annars, kann eg ikki siga. Tað er jú
trupult at spáa um framtíðina.
selma ellingsgaard
Eg kann bæði
tiga og larma
lagt tIl rættIs: Uni Arge
mynd: JENS KriSTiAN VANg
Hon situr júst nú og TogaST um lønir við
Fíggjarmálaráðið saman fleiri øðrum
FakFElagSlEiðarum, og onki fær hon
sagt um gongdina í Samráðingunum. men
Forkvinnan í starvsmannafelagnum, SElma
EllingSgaard, ið fylti 39 í gjár, kann vera
bæði STill og vill, sum hon sjálv sigur. BEST
hevur hon tað niðri á mølini á eiði, tí har
er bæði SiSSandi og lívgandi at vera