Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november · Nr. 165 4 Sosialurin Sligin við fløsku L e y g a r n á t t i n a fóru tveir menn til hendurs í Mið­ vági. So legði ein triði ímillum, og endin var, at ein av monnunum fekk eina fløsku í høvdið. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Poli tiið dugir ikki at siga, hvønn skaða maðurin fekk. Bilurin fór í smildur Í hálkuni sunnu­ morg unin fór ein hýrivognur út av vegnum av Gøtu eiði og oman móti Søld­ ar firði. Tvey fólk høvduð leig að bilin, og tey fingu smá snuddir. Bilførarin fekk einki mein. Men bilurin verð­ ur ikki til bil aftur. Randi Jacobsen Tað var meira ella minni av tilvild, at eldurin í svimjihøllini í Kolafirði varð uppdagaður sunnunáttina klokkan trý. Ein politibilur var staddur í Kollafirði, og tá ið ein politistur for út, tí teir høvdu steðgað einum bili, kendi hann royk. Politistarnir fóru eftir lukt inum og komu til svimji­ høllina. Staðfest er, at eldurin ikki er ásettur, og helst er hann kyknaður í saununi, sum er ringast farin. Enn hevur kommunan onga heildarmynd av, hvussu umfatandi skaðarnir eru. Tryggingin fyrst – Tá ein so stórur skaði er hendur, skal løgreglan sam an við tryggingini kanna staðið, áðrenn vit kunnu fara til verka, sigur Harald Bjørgvin, deildarleiðari á húsa um­ sitingini hjá Tórshavnar komm unu. Leysliga meting hansara er, at høllin neyvan kann lata upp aftur fyrr enn um fýra mánaðir. Saunan er sum nevnt ring­ ast farin. Eldurin hevur eisini brotið seg út gjøgnum veggin. Hyljarúmið hevur fingið skaða, mest roykskaða. – Hetta er so harmiligt, tí tað er ikki so langt síðan, at svimjihøllin var stongd í fleiri mánaðir, tí høllin varð høvuðsumvæld. Ventila sjóns­ skipanin var eisini skift út tá. Nú má skipanin í hvussu er reinsast, tí hon er full av sóti, sigur Harald Bjørgvin. Eingin svimjing enn á sinni Svimjihøllin í Kollafirði er farin so illa av eldi, royki og sóti, at tað ganga helst fýra mánaðir, til høllin letur uppaftur, sigur Harald Bjørgvin, deildarleiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu Randi Jacobsen Í 1829 fekk Havnar kirkja nýggja altartalvu, og sama altartalva hongur framvegis í kirkju. Jesu Gravlegging, sum danski listamálarin Blunch Ditlevmálaði nøkur ár framm anundan. Hóast altartalvan hevur hingið í Havnar kirkju í meir enn 180 ár, er spurningurin, hvør eigur altartalvuna, enn ikki svaraður. Fyri einum góðum ári síð­ an fekk Havnar kirkja bræv frá Statens Museum for Kunst. Í brævinum stendur, at listasavnið eigur altartalvuna og hevur bara lænt hana ú til Dómkirkjuna. Ivasom tilsøgn Kirkjuráðið hevur skrivað aftur til listasavnið, at altar­ talvan hevur hingið so leingi í kirkjuni og má tí metast sum ogn. Víst varð eisini til, at Statens Museum for Kunst í brævi í 1986 boðaði Ejvindi Vilhelm, táverandi bispi í Føroyum frá, at “man anser maleriet, sum har befundet sig i Thorshavn siden 1829, for definitivt afgivet”. Statens Museum for Kunst stendur við sítt og heldur ikki, at maðurin, sum gav Føroya bispi hesi boð, hevði heimild til at geva hesa tilsøgn. Skjøl, sum Sverri Dahl, próstur fann fram, vísa, at føroyingar sjálvir rindaðu fyri at seta talvuna upp, og tað kostaði ikki einki. Í 1970 fekk Sverri Dahl bræv frá Statens Museum for Kunst um altartalvuna: “Christi Gravlæggelse tilhører ganske rigtig Statens Museum for Kunst, men må betragtes som et depositum på ubegrænset tid”. Ása Justinussen, forkvinna í kirkjuráðnum sigur, at Statens Museum for Kunst hevur mælt til at gera ein leigusáttmála fyri 75 ár, men kirkjuráðið hevur enn ikki svarað. Samskiftið er ikki liðugt enn. Um so er, at danska savnið eigur altartalvuna, merkir tað ikki, at hon ikki verður hangandi í Havnar kirkju. Óvist hvør eigur altartalvuna Kirkjuráðið í Dómkirkjuni heldur fast við, at kirkjan eigur talvuna, sum hevur hingið í kirkjuni í 181 ár. Statens Museum for Kunst sigur hinvegin, at altartalvan er lán og donsk ogn Altartalvan hevur hingið í Havnar kirkju í 181 ár. Hvør eigur talvuna, er tó ein spurningur Svimjihøllin fór so illa, at hon ikki letur upp aftur fyrr enn um nakrar mánaðir Mynd: Jens kristian Vang