Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 29. november · Nr. 165 Sosialurin Leo Poulsen Lokalfeløgini hjá Tjóð­veldi gera vart við­ seg, nú tað­ er vandi fyri, at eitt verkfall á almenna arbeið­smarknað­i­ num fer at skerja samferð­sl­ una millum útjað­aran og meginøkið­. Bæð­i lokalfelagið­ í Suð­ur­ oy og í Sandoynni hava sent áheitanir um at lata strand­ ferð­sluna verð­a undantikna, um verkfall verð­ur. Suð­uroyar Tjóð­veldisfelag heitir bein­ leið­is á tingmanning floksins um at syrgja fyri, at Smyril ikki verð­ur lagdur, um verkfall verð­ur. Sandoyar Tjóð­veldisfelag vendir sínari áheitan meiri til fakfeløgini um at lata strandfaraskipini sigla undir einum møguligum verkfalli. Men formað­ur Tjóð­veldis er púra avgjørdur, kemur eitt uppskot um at lata strand­ faraskipini verð­a undantikin einum møguligum verkfalli. – Vit fara ikki at blanda okkum politiskt upp í eitt verkfall. Vit skilja sjálvandi støð­una í útjað­aranum, sum verð­ur dupult raktur, men tá tað­ verð­ur heitt á Tjóð­veldi um at syrgja fyri, at strandfaraskipini sigla undir einum verkfalli, so er adressan púra skeiv, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at um lands­ stýrið­ hevð­i havt ynskir um at undantaka strandfara­ skipini einum verkfalli, so skuldu teir havt syrgt fyri hesum umvegis samráð­ingar í »frið­artíð­«. Einki trýst Formað­urin í Tjóð­veldi heldur, at tað­ er at gera seg beinleið­is inn á samráð­ingarrættin hjá fakfeløgunum, um politiski myndugleikin við­ lóg áleggur manningini á strandfara­ skipunum at sigla, hóast fak­ felag teirra er í verkfalli. – Vit syrgdu í sínari tíð­ fyri, at skipini hjá Vaktar­ og Bjargingartænastuni blivu undantikin verkfalli, og tað­ var gjørt við­ samráð­ingum. Johan Dahl hevur sitið­ í trý ár við­ ábyrgd fyri Strandferð­sluni uttan at rørt ein fingur, og at koma nú, klokkan fimm minuttir í tólv, at kroysta eina avgerð­ nið­ur yvir fakfeløgini – tað­ verð­a vit ikki við­ til, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur tó, at flokkurin tekur fult undir við­ at fáa greið­i á hesum málinum, tí hann dugir væl at síggja, at tað­ er órímiligt, at útjað­arin verð­ur dupult raktur av einum verkfalli, men hetta skal sum sagt gerast við­ samráð­ingum og ikki við­ lógarásetan. – Tað­ rínir ikki við­, um áheitanir koma úr einum øki ella øð­rum. Vit fara ikki at taka undir við­ lógarásettum undantaki frá einum verk­ falli. Vit skilja væl, at tað­ rakar dupult, og at tað­ kann tykjast órættvíst, men hetta er nakað­, sum skal greið­ast millum sáttmálasamráð­ingar, sigur Høgni Hoydal. Tað­ stendur sostatt greitt, at hvørki tjóð­veldisfelagið­ í Suð­uroy ella í Sandoy skulu vænta hjálp frá flokkinum í einum møguligum verkfalli. leo@sosialurin.fo Bjarga ikki sløsi hjá landsstýrinum – Vit taka fult undir við, at strandfaraskipini verða undantikin einum verkfalli, men hetta er nakað, landsstýrið skal samráða seg fram til í »friðartíð«. Vit fara ikki at skerja rættin hjá fakfeløgunum upp undir eitt verkfall, sigur Høgni Hoydal Tjóðveldi fer ikki at forða fyri, at Smyril verður lagdur, verður verkfall á almenna arbeiðsmarknaðinum Leo Poulsen Lønarkamurin skal haldast, eru boð­ini frá fíggjarmála­ ráð­harranum. Tað­ hevur verið­ tulkað­ soleið­is – og tað­ vísa ábend­ ingar eisini – at hækka lønir­ nar, merkir hetta uppsagnir innan tað­ almenna. Fyri landið­ kann tað­ fyri so vítt verð­a líkamikið­, um lønirnar verð­a útgoldnar til 9.000 fólk ella til 8.900. Bara samlað­u lønarútreið­slurnar ikki hækka. Verð­a fólk søgd úr starvi fer tað­ tó undir øllum um­ støð­um at merkjast onkun­ stað­ni, tí tá verð­a fleiri noydd undir ALS, og tað­ ávirkar ikki beinleið­is almenu lønar­ útgjaldingarnar. Ein annar háttur hjá tí almenna at halda lønar­ karmin er, at lata fakfeløgini fara í verkfall, tí tá sparir tað­ almenna nógvar pengar. Upplýst er, at hvørt prosent, ið­ lønirnar hækka, merkir eina eyka lønarútreið­slu til landið­ á 20 milliónir krónur. Við­ eitt sindur av høvuð­­ rokning finst fram til, at samlað­u lønarútreið­slurnar til almennu starvsfólkini tá eru tvær milliardir. 20 milliónir býtt yvir 52 vikur gevur runt roknað­ tvey prosent um vikuna. Verð­ur gingið­ út frá, at fakfeløgini fáa 3% lønar­ hækking, skal tað­ almenna bara lata fakfeløgini verð­a í verkfalli í hálva að­ru viku, so passa pengarnir. Fakfeløgini rinda so løn til sínar limir í hálva að­ru viku, og tað­ almenna megnar at halda samlað­a lønarkarmin. Sjávlandi er roknistykkið­ ikki heilt so einfalt, men teoretiskt er tað­ rætt. So er spurningurin bara, um útjað­arin er einasti parturin av Føroyum, ið­ skal líð­a fyri loysnini. leo@sosialurin.fo Skal landið halda fast um lønarkarmin, er bert neyðugt við hálvari viku í verkfalli fyri hvørt prosent, sum lønirnar hækka, vísa útrokningar Fíggjarmálaráðið kann bara lata fakfeløgini fara í verkfall, so sparir tað almenna tvey prosent fyri hvørka viku, verkfallið varir Spara 20 mió fyri hvørt prosent