mánadagur 29. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
14
Sosialurin
Kjak
Dávid Isfeld
Hósvík
Dupultmoralur
og sjálvsøkn
Nú búgvi eg ikki í Havn, men
eg kann ikki lata vera við at
spyrja: Hvar kemur hesin
tokkin
hjá
bygdafólkum
til Havnina frá? Bygdafólk
hava alla mína tíð grenja um
Havnina og havt lítlan tokka
og virðing fyri fólkið, sum
býr í Havn. Nú vilja ymsar
smáar
bygdakommunur
upp í Tórshavnar kommunu.
Eg havi einki ímóti hesum
bygdafólki ella kommunu
samanlegging, men tá tað
bert tykist at vera ynski
um pengar úr Tórshavnar
kommunu,
sum
stendur
aftan fyri hetta ynski um
kommunusamanlegging,
so tykist tað bæði dupult
moralskt og sjálvsøki.
Lítil ivi er í, hvør fær mest
burturúr hesi samanlegging.
Tað fer óivað fleirfalda so
nógvir pengar úr Havnini
til
hesi
smápláss,
enn
tað koma frá teimum til
kommunukassan í Havn.
Sunda kommuna
Sunda kommuna er eitt gott
dømi um kommunusaman
legging, ið gevur meining. Her
eru fleiri lítlar grannabygdir,
ið hava sæð, hvat tær kunnu
geva hvørjum øðrum, og
hvat
tær
kunnu
fremja
í felag. Her er talan um
eina samanlegging, ið er
samhaldsføst og skilagóð.
Blokkstuðuls-
mentalitetur
Hetta her við at ynskja og
biða um pengar úr einum
pengakassa, ein einki bein
leiðis samband ella rætt
hevur til, minnir um ynski
føroyinga til blokkstuðul
– sum um hetta er ein íborin
rættur. Mær tykist, at blokk
stuðulsmentaliteturin
hevur órógva fatanina av
tilverugrundarlag og ábyrgd
hjá nógvum føroyingum. Vit
mugu eisini duga at síggja,
hvat ein kann loyva sær at
biða um. Míni børn sýna
meira hógv, tá ið tey biða
um okkurt, enn nógv vaksin
í Føroyum. Vanahugsanin
um rætt til pengar, ein ikki
sjálvur hevur arbeitt fyri, er
sera avskeplandi og skaðilig.
Satt at siga dugi eg ikki at
síggja, hví lítlu kommunurnar
ikki kunnu tosa við sínar
grannakommunur og finna
eina góða loysn viðvíkjandi
kommunusamanlegging. Tað
átti at verið tað mest logiska
og skilabesta at gera.
Eingin kommuna eigur at
virka sum ein almannastova
fyri aðra kommunu. Tað
vil bert fungera sum ein
respirator og fremja líkasælu,
framtaks og visjónsloysi í
minnu kommununi. Um tú
ikki megnar at lívbjarga tær
sjálvum, har tú ert, mást tú
taka fylgjurnar av hesum.
Skal Havnin vera ein kommunu-almannastova?
Majbritt Pauladóttir skrivar
í eini blaðgrein, at hon er
farin at troyttast av míni
blaðskriving. Tað skilji eg
væl, tí eg skrivi nokkso nógv,
og sum eg skilji á lagnum, so
hevur hon lisið alt tað, sum
eg havi latið úr hondum
hetta seinasta árið. Hon sigur
seg vera ósamda við mínum
sjónarmiðum, og tí vil hon
hava meg at leggja pennin
frá mær í stundini.
Tað er eitt løgið krav at
seta, tí um hon er troytt av
mínum greinum, so kann
hon bara lata vera við at lesa
tær. Tað er eingin náttúrulóg
sum sigur, at øll skulu lesa alt
sum stendur í bløðunum.
Munurin ímillum
rætt og skeivt
Pauladóttir skrivar, at eg vísi
ov ofta á, hvat onnur gera
skeivt, heldur enn at vísa á,
hvat mín egni flokkur ger
rætt. Tað er tíverri ein fella,
sum vit øll detta í av og á.
Men tá tað er sagt, so er tað
soleiðis í politikki, at eitt
sjónarmið stendur altíð ímóti
einum øðrum. Tí ber illa til at
siga, hvat er rætt, uttan eisini
at siga í mun til hvat (altso
hvat er skeivt).
ABC hevur raðfest
tey bleytu virðini
Greinin sum fekk bikarið hjá
Majbritt Pauladóttir at flóta
yvir, var ein sum kallaðist “So
einfaldur er veruleikin ikki”.
Tann greinin var skrivað sum
eitt aftursvar til Bergtóru
Høgnadóttir Joensen, ið vildi
vera við, at tey bleytu virðini
høvdu
onga
raðfesting
fingið frá sitandi samgongu.
(Ella fyri at brúka eina av
ábreiðslunum hjá Majbritt
Pauladóttir, so vísti Bergtóra
á, hvat samgongan gjørdi
skeivt, heldur enn at vísa á,
hvat hennara egni flokkur
gjørdi rætt).
Eg vísti á, at játtanin til
almanna og heilsumál er
størri partur av fíggjarlógini
nú, enn hon var tá CHEsam
gongan ráddi fyri borgum.
(Vísti á, hvat vit høvdu roynt
at gjørt rætt). Í krónum
er talan um eina øking í
játtanini, sum er omanfyri
300 mió. krónur. Um Majbritt
Pauladóttir kann prógva,
at hesi tølini ikki passa, so
skal hon vera meira enn
vælkomin at rætta meg, men
eg rokni við at tað verður
trupult, tí tølini eru almenn.
Bleyt virði ella
fullveldi
Eg vísti eisini á, at CHEsam
gongan arbeiddi við at skerja
117 mió. krónur afturat av
inntøkusíðuni hjá landskassa
num á hvørjum ári, frá 2009
at rokna. Um tann ætlanin
ikki varð steðgað, høvdu tey
bleytu virðini verið sera hært
rakt, men tíbetur fingu vit
eina aðra samgongu, áðrenn
tann ætlanin varð sett í verk.
Men Majbritt Pauladóttir
skal vera vælkomin at mót
prógva henda pástand, um
hon heldur seg kunna tað.
Og so vísti eg eisini á, at
tað ber ikki til at raðfesta
pengar, sum ikki eru til. Eisini
tað skal Majbritt Pauladóttir
vera vælkomin at mótprógva,
um hon vil.
Keðiligt
Men fram um alt, so skal hon
vera vælkomin at lata vera
við at lesa mínar greinar,
um hon heldur, at innihaldið
gongur hennara meiningum
ov nær. Tað er nevniliga
øðiliga keðiligt at skula við
ganga, at vit ikki hava ráð
til alt, og at jú meira vit taka
burturav á inntøkusíðuni,
minni hava vit at eftir at gera
gott við á útreiðslusíðuni.
Vælferð heldur
enn fullveldi
Viðvíkjandi spurningi henn
ara um, hvat eg vil í politikki,
so vil eg virka fyri einum
vælferðarsamfelagi,
har
føroyingar kunnu liva væl
og trívast. Tað hevur, eftir
mínum tykki, nógv størri
týdning, enn tað at kunna
kalla Føroyar ein fullveldis
stat við ongum innihaldi.
Svar til ein troyttan lesara
Helgi Abrahamsen
Strendur
Hinvegin kunnu vit ikki góðtaka at vera verri sett
enn onnur, sum ósjálvboðin gerast partur av einum
verkfalli. Soleiðis hevur støðan verið í mong ár hjá
okkum føroyingum, sum ikki hava fast samband við
meginøkið. Tað kemur tí ikki óvart á nakran, at støðan
ikki longur verður góðtikin. Samanborið við um
støðurnar har vegasamband er, er dagliga frælsi okkara
at flyta seg avmarkað. Tá verkfall er, gerst støðan snøgt
sagt ótolandi.
Vit heita tí inniliga á feløgini á almenna arbeiðs
marknaðinum, um at hava somu virðing fyri samferðslu
rættindum okkara, sum vit hava fyri rættindum tykkara
á frælsa arbeiðsmarknaðinum. Vit eru bert eini 15 %
av borgarunum í landinum, og niðurløgd samferðsla,
er sum steinur omaná byrðu. Nógmikið er sum gongur
ímóti sum er.
Latið tyrlurnar og skipini hjá Strandfaraskipum
Landsins sigla, hóast tit velja at leggja arbeiðið niður
eina tíð.
Virðingamest
Sandoyar Tjóðveldisfelag
Kristian Oskar Henriksen, formaður
Elisabeth Myllhamar
Maiken Krabenhøft
Eli Hansen
Páll á Reynatúgvu
At sigla er
neyðugt!
Vit góðtaka treytaleyst rættin
hjá fakfeløgunum at samráðast,
og at taka avleiðingarnar
av tí, um semja ikki finst við
arbeiðsgevararnar. Soleiðis er
frælsi arbeiðsmarknaður okkara
laðaður, og vit virða skipanina