mánadagur 29. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Neystabø hevur
takkað fyri seg
Á eykaaðalfundi í B36-húsinum fríggjakvødlið, har 30 limir vóru
møttir, var nevndarval. Kristian á Neystabø, Kjartan Mohr og
Edvard Heen takkaðu fyri seg í nevndini, og eftir uppskoti frá
formanninum, Sámali Ímundssyni, vórðu Jákup Mørk, Hans
Debes og Hákun Steingrimsson valdi í nevndina. Fundurin takkaði
fráfarandi nevndarlimunum fyri trúgva tænastu.
Savnsmynd
Um onkur
hevur tørv á
at seta niður
á teg, fyri
sjálvur at
gerast betri,
ja, so gera
teir tað
Bogi Løkin,
nSÍ og Føroyar
Hvørja
einastu
ferð, eg havi
verið við til
at sungið
tjóðsangin
saman við
landsliðnum,
hevur tað
verið ein
stór og eisini
serlig kensla
EgiL á Bø,
EB/StrEyymur og Føroyar
»Lagnudystirnir hjá kyndilskvinnum at náa
finaluplássi eru tann 1. desembur og 12
desembur, tá ið tær spæla ávikast ímóti
Stjørnuni í Havn og Tjaldri í Runavík.«
www.neistin.fo
»Endaliga støðan gjørdist 28-21, og serliga
kundu vit í dag takka Heidi Mariu og Jórun
fyri, at so væl gekst hóast alt, tí tær tóku
ábyrgd, tá á stóð, og skutu sjey mál hvør.«
www.kyndil.fo
»Ein flott betring hjá unga havnarman-
ninum, hóast hann hevur stríðst við sjúku í
seinastuni.«
www.svimjing.com um Magnus Jákupsson
»Eitt megnarbragd hjá ungu Tanju, sum her
setur juniormet hóast hon fyrst um gott eitt ár
fer at hava veruligan junioraldur.«
www.svimjing.com
Miðlarnir skriva...
uni Holm Johannesen
Fótbóltsfelagið NSÍ hevur skrivað
sáttmála við tveir útlendingar.
Mamuka Toronjadze og Ismail
Abdul Razak.
Við sáttmálunum brynjar fel-
agið seg til at stríðast um gull-
merkini næsta kappingarár. Talan
er um tveir leikarar, sum hava for-
treytirnar at gerast profilar í før-
oysku landskappingini.
Hevur prógvað sítt virði
Mamuka Toronjadze var millum
mest eyðsýndu leikararnar í Voda-
fonedeildini í ár.
Hann spældi 27 dystir fyri FC
Suðuroy og skeyt sjey mál. Liðið
flutti niður, men Toronjadze hevur
ikki hug at spæla í næstbestu
deildini.
Hann er ættaður úr Georgia og
er 24 ára gamal. Hann hevur áður
umboðað FC Tbilisi og FC Dila
Glori í heimlandinum.
Hann er framrættaður mið-
vallari og framherji.
Úr bestu deildini
Ismail Abdul Razak er navnið á
mið vallaranum, sum ætlandi skal
hjálpa NSÍ næsta ár.
Hann er 21 ára gamal og ættaður
úr Ghana.
Sambært heimasíðuni hjá NSÍ,
og soccerway.com, hevur Razak
verið millum teir fyrstu ell ivu
hjá Hapoel Arce í 10 av 12 lands-
kappingum í hesum kapp ingar-
árinum.
Hapoel Arce er í løtuni nummar
fimm í bestu deildini í Ísrael. Hann
varð skiftur út í hálvleikinum í
gjár, tá Hapoel Arce tapti 3-2 fyri
Hapoel Beer Sheva á heimavølli.
Ismail Abdul Razak hevur eisini
fingið seg royndan á ung dóms-
landsliðum hjá Ghana.
uni@sosialurin.fo
NSÍ brynjar seg til 2011
Fótbóltur NSÍ avdúkaði um vikuskiftið, at Mamuka Toronjadze
og Ismail Abdul Razak eru knýttir at hópinum
Runavískingar hava styrkt sær hópin við m.a. Mamuka Toronjadze frá niðurflytarunum úr FC Suðuroy
Mynd: Álvur Haraldsen