mánadagur 29. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 29. november · Nr. 165
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tórður Thomsen er aftur í B68
Fótbóltur Tórður Thomsen, sum hevur verið eykamálverji á
landsliðnum seinastu tíðina, hevur skrivað sáttmála við B68
Tað skrivar heimasíðan hjá toftamonnum. B68 takkar samstundis Vlada Filipovic, sum hevur vart
málið hjá toftamonnum seinastu trý árini. Serbin heldur ikki fram í felagnum. Tórður Thomsen
fekk sína fótbóltsuppaling í Runavík. Hann spældi við B68 í 2006. Málverjin hevur síðan spælt við
barndómsfelagnum NSÍ, AB og HB. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2011.
uni@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Eli Hentze ynskti at geva eitt sindur
aftur av tí, hann hevur fingið frá
fótbóltsfelagnum B71. Tí fór hann
undir Føroyarenningina, eitt slag
av stuðulsrenning, sum strekti seg
frá Viðareiði til Sumbiar – 145 kilo
metrar yvir sjey dagar.
Í gjár kom 41 ára gamli Eli Hentze
á mál.
– Tað gekk útmerkað væl, haldi
eg, ljóðaði tað frá Eli Hentze í gjár
kvøldið. Kropsliga hevði tað ikki
verið nakar trupulleiki hjá honum
sum so, hóast hann sum oftast rann
omanfyri 20 kilometrar. Longsti
tein urin var 29,4 kilometrar men tað
var neyðugt við longum teinum, um
teir smáu hálvtannaðhundrað kilo
metrarnir skuldu leggjast aftur um
bak innanfyri ásettu tíðina.
Eli Hentze hevur eisini eitt ar
beiða at passa, og tí var renningin
løgd soleiðis, at bæði arbeiði og
renn ing kundi passast hesar dag
arnar.
– Og tað hava verið nakrir ógv
uliga stuttligir dagar, har eg havi
upplivað Føroyar á ein heilt annan
hátt, enn í gjøgnum bilrútin, soleiðis
sum vit vanliga gera tað, sigur Eli
Hentze.
Soleiðis eru Føroyar
Byrjað var á Viðareiði í ógvuliga
ófantaligum veðri. Og ringa veðrið
setti eisini sín dám á dagarnar,
tá Eli Hentze rann. Tó so, onkur
góður dagur var eisini. Men serliga
tá veðrið var ófantaligt, fegnaðist
Eli Hentze um, at hann ikki rann
einsamallur.
– Men soleiðis eru Føroyar,
flennir hann.
– Tað var bara einaferð, at eg rann
einsamallur. Tað var úr Gundadali
til Gomlurætt klokkan níggju um
morgunin. Annars hevði eg altíð
selskap og tað eri eg takksamur
fyri, sigur Eli Hentze.
Tilsamans metir hann, at umleið
30 fólk hava runnið saman við hon
um á ymsu teinunum.
– Tað hevur verið stórur áhugi
og undirtøkan hevur verið góð, er
greiða fatanin hjá Eli Hentze, sum í
gjár kom á mál heima á Sandi.
Freistin at lata inn pening til
Føroyarenningina hjá Eli Hentze er
til og við 3. desember.
rolant@sosialurin.fo
Eingin trupul-
leiki hjá Eli
renning Tað gekk útmerkað væl, sum Eli Hentze tekur til,
við Føroyarenningini. 145 kilometrar í øgiligum veðri yvir
sjey dagar eru lagdir aftur um bak. – Tað hevur verið ótrúliga
stuttligt, sigur Eli Hentze um túrin kring oyggjarnar
Uni Holm Johannesen
Í bókini verður greitt frá megin
tilburðum í føroyskum fótbólti
frá upphavi fram til 1960. Søg
an tekur við á leið 1890, tá
fyrsta fótbóltsfelag í landinum
er í um búna. Tað verður sagt
frá øll um royndunum at fáa í
lag skipaðar kappingar millum
føroysk feløg tíðliga í farnu
øld. Tað verður varpað ljós á
fyrstu steypa kappingarnar og
royndirnar við einum fótbólts
sambandi longu í 1913 og aftur
í 1930. Tað er skrivað um før
oysku feløgini, sum verða
stovnað hesi árini, hvussu
før oy ingar fingu samband við
út heimin, hvussu samvinnan
við Ísland og Hetland tók seg
upp longu í 20árunum, og vit
frætta um forvitnisligar vitj
anir í Føroyum tey árini.
Eftir at ÍSF varð stovnað
í 1939, kemur rættilig ferð á. Í
1942 verður farið undir reglu
ligu landskappingina, og í 1955
byrjar árliga steypa kapp ingin.
Hesi árini er fast lands dystar
samstarv við Hetland komið í
lag, og tað verður roynt støðugt
at víðka avbjóðingarnar. Fyrsta
bindið er slakar 400 blað síður
við myndum, lýs ingum av
spælarum og undangongu
monn um,
umframt
talvur
við úrs lit inum frá dystum og
kapp ingum.
Suni Merkistein hevur skriv
að bókina, og Marni Mortensen
hevur savnað saman fleiri
hagtøl.
uni@sosialurin.fo
Merkistein
við nýggjari
fótbóltsbók
Fótbóltur Suni Merkistein og
Fótbóltssambandið geva í desember út
fyrsta av trimum bindum um føroysku
fótbólts søguna. Fyrsta bind eitur
»Teir reyst astu dreingir í norðum«
Savnsmynd
fsf.fo
Eli Hentze til høgru