mánadagur 29. november 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Tætt við Toftavatn standa eini
stór sethús. Rundan um stóru
sethúsini eru nógv trø, sum gera
økið til eitt serstakliga hugnaligt
um hvørvið hjá búfólkum, starvs
fólkum og vitjandi. Sethúsið eru
nevnliga í dag eitt eldrasambýli,
men upprunaliga vóru húsini
barn dómsheimið
hjá
konu
Abraham – mammu Boga og Karl
– sum eitur Kára Løkin. Løkin
rennur framvið barn dóms heim
inum hjá Káru, og henda áin
rennur eisini framvið fótbólts vøll
inum í Runavík, har teir sum bera
eftirnavnið Løkin eiga nógv spor.
Aftaná lokið kappingarár stendur
Bogi við einum bronsumerki um
hálsin, sum hann hevur vunnið
við NSÍ, meðan Karl og Abraham
hava verið við til at tryggja ÍF
fyrstu europeisku luttøkuna í
søgu felags ins við einum fjórða
plássi í lands kappingini, sum varð
tryggjað í allarevstu løtu.
Karl er nøgdur
Karl Løkin er nøgdur við tað
fyrsta kappingarárið í tí reyðu
ÍFtroyggjuni.
– Vit komu í steypafinaluna,
og vit gjørdust nummar fýra, og
ÍF sleppur út í Europa fyri fyrstu
ferð í søguni. Tá haldi eg, at ein
kann verða nøgdur, slær Karl
fast.
Karl er glaður fyri, at hann
sum fótbóltsspælari kann sleppa
at royna seg í Europa League
komandi ár. Hann vónar tó, at ÍF
sleppur undan at fara til tey fjar
skotnu londini í EysturEuropa.
Karl dylir ikki fyri, at hann vónar,
at ÍF fær eitt mótstøðulið úr Dan
mark, ella eitt lið úr einum av
okk ara granna londum. Karl hev
ur eisini sett sær nøkur mál fyri
hesar dystirnar.
– Talan er um eitt hægri støði,
har ein kann vísa umheiminum,
hvør dugur er í tær.
Nógvir hálvir fuglfirðingar
Heimafturkomin aftaná eitt fót
bóltsuppihald í Randers helt
Karl, at tað kundi verið stuttligt
at royna fótbóltseydnuna í Fugla
firði, har pápin var venjari. Karl
eigur eisini nógv spor á fót bólts
vøllinum í Fuglafirði.
– Sum yngri var eg ofta á
vitjan hjá ommu í Fuglafirði, og
ofta bleiv tað til, at eg var uppi
á fót bólts vøllinum allan dagin,
so tað er púra víst, at eg havi eitt
tilknýtið til ÍF, sigur hann.
Karl letur heldur ongan iva
verða um, at hann eisini hevur
røt urnar, sum skulu til, fyri at
ger ast ein integreraður partur av
ÍF. Hann og Ennigarðbrøðurnir,
Andy Olsen og Øssur Dalbúð hava
allar tað til felags, at teir eru hálvir
fugl firðingar, og hava tí eitt stórt
tilknýti til Fuglafjørð. Og tí heldur
Karl ikki, at fólk kunnu tosa um
»fremmandar spælarar«!
Eitt umskiftiligt
kappingarár
Bogi Løkin hevur havt eitt rætt
iliga umskiftiligt ár sum fótbólts
spælari, har hann fyrra partin
av árinum royndi seg í Frem úti
í Valby í Keypmannahavn. Gamla
ar beiðara felagið, sum er stovnað
í 1886 fór illa, bæði ítróttarliga og
fíggjarliga.
Spurdur um hvussu hann
hóast alt er nøgdur við tað per
són liga fótbóltsárið, svarar Bogi.
– Tað hevur sjálvandi verið
eitt sindur upp og niður, men tað
hevur kortini verið ein menning í
gongdini, sum árið er gingið, stað
festir Bogi.
Hann iðrar seg eitt sindur um,
at NSÍ ikki rakk upp á ovasta
tindin, aftaná góðu gongdina, liðið
hevði fyrstu tveir triðingarnar
av kappingini. Bogi vil ikki seta
bein leiðis orð á niðurtúrin NSÍ
fekk, sum elvdi til, at HB og EB/
Streymur yvirhálaðu NSÍ á stiga
talvuni.
– Tað er alt møguligt, sum
ger seg galdandi. Vit komu í eina
støðu, har vit vóru liðið, sum hinir
eltu, og tað legði eitt eyka trýst á
okkum. Til tíðir spældu vit ikki
nóg væl, men tað vóru eisini
dystir, har margi nalarnir ikki
vóru við okkum. Tað vóru dystir,
har vit vóru tað betra liðið, og so
fór tað kortini ikki okk ara veg í
hesum dyst unum. Tað vísir seg
at byrjar tað fyrst at ganga ímóti,
so er tað sera torført at broyta
gongdina, greiðir Bogi frá.
Lærdi nógv í Danmark
Sjálvt um talan var um eina harða
tíð niðri í Danmark, so kennir
Bogi, at hann hevur lært nógv av
fót bólts uppihaldinum í Frem.
– Eg tori at siga, at tað var vert
at royna nakað annað, har ein
kann menna seg. Men ein lærir
skjótt, at tingini eru als ikki, sum
heima í Føroyum, har liðfelagarnir
eru vinmenn. Sosialt kann tað
ikki samanberast á nakran hátt.
Fótbólts-
feðgar við
Løkin á hvør
sínum liði
Fótbóltur Pápin hevði sína fótbólts uppaling í ÍF. Synirnir høvdu sína fót bóltsuppaling í NSÍ.
Pápin hevur roynt seg sum spælara og venjara í NSÍ. Nú venur pápin ÍF, og yngri sonurin hevur
havt heimavøll í Fuglafirði seinasta árið, meðan eldri sonurin hevur havt heimavøll við Løkin