Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 29. november · Nr. 165 Sosialurin Ítróttarblaðið Niðri í Danmark er talan um eina nógv harðari kapping. Um onkur hevur tørv á at seta niður á teg, fyri sjálvur at gerast betri, ja, so gera teir tað, greiðir Bogi álvarsamur frá. Eitt greitt dømi um, at tað er ikki bara gamansleikur at fara uttan lands at royna sín fótbólts­ før leika. – Men tað gjørdi, at tú bleiv herd aður sum persónur, og fót­ bóltsliga vil eg siga, at tað er sunt at verða sálarliga sterkur. Tað er jú eisini nakrar dygdir ein roynir at framala í fótbóltsspælarum, slær Bogi fast. Tað hjálpti, at leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen spældi í Frem sam stundis, men Bogi leggur herðslu á, at tað var týdningarmikið hjá før oysku spælarunum ikki at hava eina ov stóra frástøðu frá hin um í hópinum. Hevur eina góða kenslu Abraham er sum venjari væl nøgdur við farna kappingarár, og hann situr eftir við einari góðari kenslu. – Eg vildi sjálvandi altíð ynskt, at vit høvdu gjørt tað eitt sindur betri, men í tí stóra og heila, so eri eg nøgdur við kappingaárið, slær Abraham fast. Ætlanirnar fyri komandi kapp­ ingarár byrja so smátt at koma á tekniborðið, og Abraham hevur eis ini sett fram nøkur ynski, sum hann og nevndin í ÍF samskifta um. – Vit mugu so síggja hvat fer at bera til, men sum venjari havi eg ikki ynskt at fáa so ræðuliga nógvar nýggjar spælarar. Tað, sum eg kundi hugsað mær, er at fara eftir tí, sum vit tørv á. Ikki bara at royna at fáa eina rúgvu av fólki til felagið, men heldur at fáa tær røttu persónligheitirnar, og tær røttu spælitypurnar til ÍF, greiðir Abraham frá. Hann arbeiðir við hesum ætlanunum í høvdinum, og so fer tíðin at vísa hvussu nógvar av hesum verða førdar út í lívið. Undirhildu kanska ov nógv Abraham hevur bæði sum spælari og venjari verið ein garantur fyri tí framrættaða spælinum, men sæð í bakspeglinum, so hevði hann ynskt, at tað kanska var lopið eitt sindur minni á, og heldur bundið betri fyri afturi á vøllinum. – Eg vil siga, at tað eydnaðist næstan ov væl hjá okkum at spæla undir haldandi fótbólt. Tað bleiv ov ofta talan um ov nógv mál í tí skeiva endanum av vøll­ inum. Men stórt sæð vil eg siga, at vit vóru millum tey liðini í vodafonedeildini, sum spældu mest undirhaldandi, greiðir Abraham frá, uttan nakran iva í rødd ini. – Eg trúgvi innast inni, at høvdu vit spælt meira uppá at halda tætt, og standa longri aft­ uri á vøllinum, so høvdu vit óivað havt eina betri endastøðu á stiga­ talvuni. Men so høvdu spæl arnir als ikki havt stutt leikan av at spæla fótbólt, og eg trúgvi held ur ikki, at spælarnir høvdu verið líka hugagóðir. Serstakt við pápa sum venjara Spurdur um hann ikki kundi hugs að sær at verið á sama liði, sum Karl til komandi kappingarár, svar ar Bogi, at tað hevði sjálvandi verið stutt ligt, men hann kann ikki stað festa, um tað verður støðan í 2011. Bogi hevði leikbann, tá NSÍ og ÌF møttust í seinasta triðinginum av kapp ingini í ár, so hann fekk ikki roynt seg í dysti ímóti yngra beiggj anum og pápanum. Karl viðgongur, at tað er eitt sindur serstakt at hava pápa sín sum venjara, men hann hevur givið pápa sínum heimild at skelda seg líka nógv, sum ein ein­ hvønn annan spælara hjá ÍF, um tørvur er á tí. Abraham leggur dent á, at tá hann evaluerar dystin aftaná leik lok, so hugsar hann ikki um Karl, sum sítt avkom, men sum ein hvønn annan ÍF­spælara. Abraham stað festir hinvegin, at við hvørt er tað eis ini neyðugt at sam skifta við spæl arar undir fýra eygum, eisini Karl. Abraham dugir eisini at bera rós andi orð til spælarar, tá teir hava staðið seg væl. Tann opni spurn ingurin til komandi kappingarár stendur so eftir. Verða allir tríggir Løkin­mennirnir at finna við Skarðsá í Fuglafirði í 2011, og verða teir tá allir á útivølli við Løkin í Runavík? heris@sosialurin.fo HOYR RADIO SAM­ RØÐUNA VIÐ KARL, BOGA OG ABRAHAM LØKIN Á RÁS2, FRÍGGJADAGIN KLOKKAN 15.15 Karl, Abraham og Bogi staddir við Løkin Mynd: Álvur Haraldsen