mánadagur 29. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Fyrst skifti Christian Res torff
Mouritsen.
– Ætlanin er framvegis at
røkka so langt sum tilber sum
fótbóltsspælari, segði hann, tá
skrivaði undir við íslendska Val.
So fór Jónas Tór Næs sama veg.
Síðan boðaðu Bárður Ol sen, EB/
Streymur, og Hjal grím Elttør, KÍ,
frá, at teir fóru aftur í sítt barn
dómsfelag.
Úrslitið er ein skerdur leikara
hópur í B36.
Frágongdin
av
landsliðs leik
ararum og profilum merk ist sjálv
sagt.
Sámal Ímundarsson er for maður
í B36.
Hann sigur, at tað er ein trupul
leiki, tá spælarar fara uttanlands,
men nevndin fer sjálvsagt ikki at
seta fót fyri teimum.
At Hjalgrím Elttør og Bárð
ur Olsen eru farnir í annað felag,
roynir nevndin at venda til ein
fyrimun.
– Hjalgrím Elttør og Bárður
Olsen er frálíkir spælarar, og teir
hava tænt felagnum væl seinasta
árið. Tað er hin vegin ein sannroynd,
at vit skutu ov fá mál í hes um
kappingarárinum. Vit spældu frá
líkan fótbólt í fleiri dystum, men
tað eru málini og úrslitini, sum eru
avgerandi tá avtornar. Tað setur
krøv til okkum, og vit skulu hugsa
um, hvørjar eginleikar, vit skulu
dúva upp á, nú avloysararnir skulu
finnast, sigur Sámal Ímundarsson.
Spælarar eru á veg
Hópurin hjá B36 er nógv broyttur
seinastu mán aðir nar.
Umframt Mouritsen, Ol sen, Elt
tør og Næs, fóru Jóan Pauli Dahl
Jakobsen og Johan Ellingsgaard
til Dan mark í lestrarørindum í
summar.
Sámal Ímundarsson sigur, at
nevndin fer skjótt at kunn gera
nýggjar leikarar.
– Leisturin er samstundis, at
vit vilja menna spæl ar ar nar, sum
eru uppvaksnir í felagnum. So vit
ætla ikki at knýta nógvar spælarar
at hópinum. Tað verður hugsa væl
og virðiliga, um hvørja avgerð, sigur
Sámal Ímund ars son.
Væl fyri fíggjarliga
B36 brúkti nógvar pengar undan
kappingarárinum í fjør.
Sigfríður Clementsen varð sett
ur sum venjari, og Dmitrije Jan
kovic, Hjalgrím Elttør, Bárður Olsen,
Heini í Skorini, Meinhardt Joensen,
Símun Joensen vóru knýttir at
hópinum.
Kappingarárið
mis eydnað ist.
B36 rakk ikki longur upp enn eitt
sætta pláss á stiga talvuni, og felagið
skal ikki umboða Føroyar í altjóða
kapp ing í 2011.
Tað
merkist,
váttar
Sámal
Ímundarsson. Men hann staðfestir,
at felagið er ikki kroyst fíggjarliga.
– Vit hava mist nógvar peng
ar við ikki at spæla okk um í al
tjóða
kapping.
Ovastu
liðini
hava sjálvsagt betri møgu leikar í
fíggjarligu kapp ingini um spælarar.
Men tað stendur væl til hjá B36,
og vit fara stremba eftir at vinna
heiðursmerki næsta kappingarár,
sigur Sámal Ímundarsson.
Svara
venjara
spurn
inginum
skjótt
Sámal
Ímundarsson,
formaður í B36, sigur, at
nevndin
hevur
meira
ella minni sett navn á
venjaran, sum skal standa
á odda fyri liðnum í 2011.
– Sáttmálin er heft ur
at, hvussu hóp ur in sær
út næsta kapp ingarár, og
tí kunnu vit ikki av dúka
navnið her og nú. Men vit
vænta, at tað kemur upp
á pláss skjótt, sigur Sámal
Ímundarsson, sum ikki
kann siga, hvør venj arin
væntandi verður.
Tað er í øllum før
um greitt, at Allan Mør
køre, sum loysti Sigfríð
Clementsen av, heldur ikki
fram.
Leysasøgur vilja vera
við, at John Pet er sen
og Mikkjal Thomas sen
verða venjarar í 2011. Piotr
Krakowski hevur eis ini
verið upp á tal.
Uni Holm Johannesen
Søbstad
fær ongan
sátt mála
StigRoar Søbstad spæl
ir ikki við B36 í 2011. Tað
er framvegis óvist, um
Dmitrije Jan ko vic heldur
fram.
Norski framherji, sum
flutti til B36 í summar,
var eing in fong ur hjá árs
tals felagnum. Hann skeyt
einki mál í teimum sjey
lands kap pingar dyst unum,
hann spældi fyri B36 í
seinnu kapp ingar hálvu.
Søbstad
hevur
ikki
sannført nevndina um,
at hann skal fáa nýggj an
sáttmála.
28 ára gamli Søb stad
flutti til Føroya, tá hann
skrivaði sáttmála við AB
á sumri í 2009. Aftaná
27 dystir og 11 mál fyri
argjamenn skifti hann til
B36.
Sámal
Ímundars son
sigur seg vóna, at serb
iski
Dmitrije
Jankovic
heldur fram í felagnum.
Nevndin er framvegis í
sáttmálasamráðingum við
verjuleikaran.
B36 roynir at
loysa knútarnar
fótbóltur Fleiri profilar hava skift felag, og viðhaldsfólkini seta
spurnartekin við gongdina. Men nevndin arbeiðir við fleiri loysnum, og
felagið brynjar seg til at vinna heiðursmerki í 2011, sigur formaðurin
Hjalgrím Elttør er millum spælararnar, sum hava skift úr B36