mánadagur 29. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165
6
Sosialurin
Jólablaðið
Snorri Brend
Hví geva vit hvørjum øðrum jóla
gávur?
Spyrt tú børnini, halda flestu
teirra, at jólini mugu verða skapt
við gávunum sum endamál.
Tá jólatræið í mongum heimum
stendur umgyrt av litríkum gáv
um, kann ein lættliga gloyma, at
gávurnar eru ein fylgja av boð
skapinum um jólini, og ikki øvugt.
At tað gjørdist so, eru mangar
frágreiðingar uppá. Ein teirra er í
øllum førum tann at Jesusbarnið
í krubbuni eisini fekk gávur.
“Og teir fóru inn í húsið og sóu
barnið hjá Mariu, móður síni; og teir
løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir
lótu upp goymslur sínar og bóru tí
gávur: gull og roykilsi og myrru”,
sum tað ljóðar í evangeli’inum
eftir Matteus, tá hann greiðir frá
vitjanini hjá vísmonnunum í fjós
inum í Betlehem.
Siðir
Tað at geva gávur hevur so líðandi
funnið sína skipan, og hevur so líð
andi fylgt við innrásini av jólatrøum
í byrjanini av 1800talinum.
Børnini høvdu sjálvsagt áðrenn
tað fingið gávur á jólum, men tær
vóru ikki altíð pakkaðar inn og
vóru oftast okkurt etandi, sum til
dømis nakrar piparnøtur, køkur ella
onkur leivd frá jólamatinum.
At børn fáa leikur er tó kent heilt
afturi frá 1700talinum, sambært
siðgranskaranum, Jørn Piøs í
bókini “Bogen om julen”, og sum
Kristelig Dagblad hevur hugt í.
Í satiriska leikinum “JuleStue”
frá 1724 kann ein til dømis lesa um,
hvussu “det er en kunst at dele gaver
ud blandt børn, så alle kan blive
fornøjet. Denne hest med fløjten
i rumpen skal Christopher have.
Vognen, hvem skal jeg give den?
Den vil jeg give til lille Henning ...”.
Gávur millum tey vaksnu er ein
yngri siður enn gávur til børn. Í
byrjanini var hetta avmarkað til, at
tænastufólkið á gørðunum, í teim
fínaru heimunum og hjá kongi
fingu eitt sindur av mati, øli ella ljós
frá arbeiðsgevara sínum.
Síðani byrjaðu hjúnafelagar at
geva hvørjum øðrum gávur. Tað
seinasta skotið í gávugevingini at
børn geva foreldrum sínum gávur
gjørdist fyrst ein siður fyri eini 70
80 árum síðani.
Síðani tá er hetta bara økt og
økt, ár fyri ár, og hjá donsku smá søl
unum væntar ein, at jólahandilin í
ár verður 10tals milliardir krónur.
Hetta er enn einaferð met, og
ógvuliga langt frá teimum pipar
nøtunum sum vóru givnar sum
gáva á jólum.
Frá piparnøtum
til milliarda
handil
SIÐIR Tær fyrstu jólagávurnar vóru sum
oftast restir frá jólabakstrinum. Síðani
eru tær vaksnar og øktar, ár undan ári
Danmark: Gávur til familjuna,
dunna,
marsipan
og
jólatræ.
Innkeypslistin til jóla er langur
í teimum flestu familjunum, og
tað er rokningin eisini: Ein donsk
familja fer at brúka omanfyri 4000
krónur í ársins jólahandli.
Hetta vísir ein evropeisk kann
ing av væntanini til ársins jóla
handil, og sum Centre for Retail
Research hevur gjørt fyri net tæn
astuna Kelkoo.
Gávurnar er størsta útreiðslan
í jólaroknskapinum. Í miðal fara
donsku familjurnar at brúka 2400
krónur til gávur, 1340 krónur til
mat og drykkivørur, 365 krónur
til jólaprýði og 295 krónur til
flutning.
Tær flestu jólagávurnar í ár
inni halda klæðir og skógvar, og
síðani elektronikki, leikum og
smyrsli. Hóast hetta liggja danir
undir evropeiska miðaltalinum,
sum eru 4423 krónur fyri húskið.
Greiningin hevur hugt eftir
jólanýtsluni hjá familjunum í
níggju evropeiskum londum
Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi,
Danmark, Italia, Noregi, Hálandi,
Spania og í Svøríki.
Jólini kosta mest í Bretlandi.
Har brúkar hvørt húskið 6641 krón
ur, meðan familjurnar í Hálandi
einans brúka 3300 krónur.
Danir eru kortini á odda í ein
um, nevniliga í prýði. Donsku
familj urnar brúka mest uppá jóla
prýði og dekorasjónir.
snorri@sosialurin.fo
Munur er á gávunum nú
og fyri 200 árum síðani. Nú
er nærum ikki pláss undir
jólatrænum fyri gávum
Tilvildarlig mynd
GÁVUR
Jólini kosta 4400 krónur
NÝTSLA Jólini eru í hondum, og tey verða kostnaðarmikil. Í miðal verður roknað við, at fleiri familjur
fara at brúka einar 4400 krónur í gávum, mati og prýði. Hetta er kortini undir miðal fyri alt Europa.