Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165 22 Sosialurin Jólablaðið Í álmannakkaárinum eru eisini dagar, sum ikki eru nevndir í framman fyri stand andi yvirliti, og sum hava serstøk nøvn og ser stak­ an týdning. Summir av teimum koma fyri á døgum sum longu eru nevndir, men ikki í tí sam anhangi, teir eru við í. Fleiri av teimum koma fyri sama dag í árinum sum aðrir almannadagar og altíð sama dag í árinum, meðan aðrir skifta ár fyri ár. Her er talan um tað so nevnda kirkjuárið, sum í dag er ein óloysiligur partur av álmanakkanum. Teir føstu dagarnir eru jólini, nýggjárið, trettandi og alhalgunadagur. Teir skiftandi eru páskir, hvítu sunna og trinitatis. Sunnu dagar og aðrir heilig dagar í kirkjuárinum verða so nevndir fyri ella eftir hes ar føstu ella skiftandi høgtíðir. Kirkjuárið sum ein føst skipan, er yngri enn sjálvar høgtíðirnar; og sjálvt navnið “kirkjuár” er ikki nevnt fyrr enn í 1584. Fleiri broytingar hava verið gjørdar í hesi skipan, til vit nú á døg um hava ta gongd sum álma nakk in sigur frá. Í teimum luthersku kirkj unum hevur hetta so verið ein føst skipan í mong ár, katólska kirkjan hevur eitt sindur øðrvísi skipan, meðan tær reformertu kirkjurnar, fríkirkjurnar og teir nógvu ymisku trúarbólkarnir hava einki, sum eitur kirkjuár. 4000 ár Kirkjuárið byrjar við advent. Advent merkir “koma” og sipar bæði til komu og aftur komu frelsarans. Fýra eru sunnudagarnir í advent, tað eru teir fýra sunnudagarnir fyri jól. Fyrsti sunnudagur í ad vent kann í fyrsta lagi koma fyri 27. november og í seinasta lagi 3. desember. Í ár byrjaði adventin við sunnudegnum í gjár, nevniliga 1. sunnudegi í advent, 28. november. Teir gomlu róptu ad­ ventina “jólaføstu”, sum eisini stendur í álmanakkanum. Eins og føstan var ein fyri­ reikingartíð fyri páskir, var adventin ein fyrireikingartíð fyri jól. Ein leivd av jóla føst­ uni mundi vera tann siður, at eingin skuldi giftast í advent, og heldur ikki var dansað hesar vikurnar. Tey gomlu søgdu, at tær fýra vikurnar fyri jól vóru mynd av teimum 4000 árunum, ið gongur frá synda fall inum til føðing Krists. snorri@sosialurin.fo (Kelda: Dagar og nøvn í álma nakkanum, eftir Axel Tórgarð) Sonne Smith: Stille Nacht, heilige Nacht Heilt síðan eg var smádrongur hevur mær dámað best ta týsku versjónina av Gleðilig jól, Stille Nacht, heilige Nacht, sum Elisabeth Schwarzkopf syngur. Higartil havi eg ikki hoyrt nakran syngja sálmin vakrari og inniligari enn tann heims­ kenda sangarindan. – Eg verði ongantíð troytt­ ur at hoyra hana syngja Stille Nacht, heilige Nacht – á jólum, sjálvandi. Originaltext Stille Nacht! Heilige Nacht! Alles schläft. Eynsam wacht Nur das traute heilige Paar. Holder Knab’ im lockigten Haar, Schlafe in himmlischer Ruh! Schlafe in himmlischer Ruh! Stille Nacht! Heilige Nacht! Gottes Sohn! O! wie lacht Lieb’ aus deinem göttlichen Mund, Da uns schlägt die rettende Stund’. Jesus! in deiner Geburt! Jesus! in deiner Geburt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Die der Welt Heil gebracht, Aus des Himmels goldenen Höh’n Uns der Gnade Fülle läßt seh’n Jesum in Menschengestalt! Jesum in Menschengestalt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Wo sich heut alle Macht Väterlicher Liebe ergoß Und als Bruder huldvoll umschloß Jesus die Völker der Welt! Jesus die Völker der Welt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Lange schon uns bedacht, Als der Herr vom Grimme befreyt, In der Väter urgrauer Zeit Aller Welt Schonung verhieß! Aller Welt Schonung verhieß! Stille Nacht! Heilige Nacht! Hirten erst kundgemacht Durch der Engel „Halleluja!“ Tönt es laut bey Ferne und Nah: „Jesus der Retter ist da!“ „Jesus der Retter ist da!“ ( Franz Xaver Gruber/Joseph Mohr ) – Eg verði ongatíð troyttur at hoyra Elisabeth Schwarzkopf syngja »Stille Nacht, heilige Nacht«, sigur Sonne Smith. Eingin skuldi giftast í advent Hetta er mín jólasangur