fríggjadagur 3. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
16
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæru mamma og pápi,
verforeldur, omma og abbi og langomma
og langabbi
Ebba og Oluf Weihe
Runavík
andaðust og vórðu jarðað.
Tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri vøkur orð
í kirkjuni, tøkk til kirkjutænarar og tøkk til
sangarar fyri vakran sang í kirkjuni.
Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðunum og ervunum.
Tøkk til Ellis- og Røktarheimið og starvsfólkið,
sum vóru um tey, og vóru góð við tey,
ta tíðina tey vóru har.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur
til Ellis- og Røktarheimið.
Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu
teimum til teirra seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Anna og Johan Sigurd
Eg skal viðganga, at eg græt,
tá eg hoyrdi deyðsboðini av
Olafi mikudagin, hóast boð
ini vóru væntað. Sum um
støðurnar vórðu, var hetta
tað besta, sum kundi henda
honum nú. Men tað var
ræðuligt at eygleiða, hvussu
ein maður, sum fyri bert
tveimum mánaðum síð ani
hevði eitt eftir um støð un
um gott lív, skuldi fáa hetta
oyðilagt á ein so mein ings
leysan hátt bert 63 ára gam
al.
Olaf var sonur Elias Jo
hansen, ættaður úr Rættará
í Havn, og Doru f. Gregersen,
ættað úr Syðrugøtu.
Hann hevði ein vanligan
ungdóm og giftist ungur við
Randi, dóttir Bjørghild og
Ejler Jørgensen. Tey fingu
skjótt Guðrun og seinni
Súsannu.
Olaf fór at arbeiða á Bú
skaparráðnum, og hann stóð
fyri hagtølum viðvíkjandi
rakst ur av fiskiskipum og
fiski mannainntøkum, sum
tá vóru eitt frambrot.
Olaf kom í 1975 at arbeiða
á fiskimannafelagnum og
komu vit at arbeiða saman í
meira enn 30 ár.
Hesa tíðina menti FF seg
til at gerast eitt felag, sum
kundi vísa á størstu úrslit
fyri sínar limir. Skaptar vóru
millum annað fortreytir fyri
heimsins fremstu fiski skip
um og nógv onnur framstig
hjá fiskimonnum.
Hetta var ikki skapt við
buldur og brak men við
sak ligum og undirbygd um
arbeiði. Eitt tað týdn ingar
mesta var, at vit báðir í felag
fingu ment helst heimsins
bestu
hagtalsskipan
fyri
veiðu og inntøkur hjá fiski
monnum. Hesa skipan vóru
tað enntá fiskivinnufólk frá
ES, sum misuntu okkum.
Hagtalsskipan
var
ein
styrki hjá FF í samráðingum
og í sambandinum við al
mennar myndugleikar, har
eisini eru fingin stór úrslit
sum t.d. skattaskipan, bøtt
inntøkutrygd og MVG frítøku
fyri sjóklæði v.m.
Eingin ger nakað einsa
mallur. Tað er altíð neyðugt
at hava dugnaligt fólk afturat
sær. Her var Olaf ein fongur.
Hann hevði altíð hugskot
um, at tað, sum var gott,
kundi gerast betri. Fyrstu
árini vóru hagtølini gjørt við
roknimaskinu og kúlupenni.
Seinni við EDV, sum Olaf
eisini var við til at menna.
Olaf var sera nærlagdur,
og tað kundi ikki setast ein
fingur á hansara arbeiði.
Olaf brendi fyri fiskimenn
og legði sína sál í sítt arbeiði.
Hann kundi siga sína mein
ing, eisini við meg. Hann
kundi eisini geva reið ar um
av grov fílini, tá tørvur var á
tí. Men hetta var kortini gjørt
á ein slíkan hátt, at eingin ill
støða stóðst av tí. Olaf var
botn heiðurligur, tað var ikki
farri av falsi í honum. Hetta
kann staðfestast enn tann
dag í dag.
Raktur av brota
sjógvum
Seinnu árini varð Olaf raktur
av brotasjógvum, sum kundu
sligið mong út, men Olaf
hevði eina slíka sálarliga
styrki, at hann fótaði sær
hvørja ferð.
Byrjanin var at tví bura
bróðurin Dagbjartur fekk
sjúku, sum oyðilegði hans
ara nýru. Olaf var beinan
vegin fúsur at lata beiggja
sínum eitt nýra. Men sjúkan
var so háttað, at hetta mis
eydn aðist. Hetta var eisini
eitt bakkast fyri teir báðar.
Enn størri bakkast var tað,
at Dagbjartur doyði í 2003.
Olaf kom at ásanna, at
ein vanlukku kemur sjáldan
einsamøll.
Konan
Randi
gerst deyðiliga sjúk og doyr
í 2004. Meðan hon stríðist
hendir tað vanlukkuliga hjá
Olafi, at hansara eina nýra
eisini gongur fyri. Ta ferðina
mundi hann doyð.
Nú gjørdist Olaf heftur av
dialysuviðgerð tríggjar dag
ar um vikuna. Hann hevði
tó vónir um at fáa eitt nýtt
nýra. Tað tyktist eisini eina
ferð at vera møguleiki fyri tí,
men sjúkan gjørdi, at ætlanin
varð slept. Hetta var enn eitt
bakkast.
Olaf vísti framvegis sína
sálarligu styrki. Ongantíð
merkti eg, at hann tók synd
í sær sjálvum ella at hann
gramdi seg. Hann tók støð
una, sum hon var, og vildi
fáa mest møguligt burtur úr
henni.
Hann var realist. Frá
roynd un um av beiggjanum
metti hann seg bert hava
av mark aða tíð eftir at liva,
kanska nøkur fá ár enn. Men
hann rokn aði kort ini við at
kunna hava eitt eftir um
støð un um nor malt lív, ta tíð
ina hann hevði eftir. Hann
vildi arbeiða eftir førimuni
og sam stundis kunna vera
nak að fyri sínar døtur og síni
fýra abba børn. Framvegis
var hann hampi liga væl fyri.
Hann svam javn an og røkti
síni hús væl og virði liga.
Á mikkjalsmessu var einki
sum bendi á, at hann skuldi
hava so stutta tíð eftir.
Men tá hendi hetta sein
asta bakkastið, sum er væl
kent.
Hvussu dygt hetta tók
hon um gongur sjón fyri
søgn í dag. Men nú kendi
Olaf rættu liga hitan frá med
menn iskj um. Øll fólk við sam
vitsku og rættis vísis kenslu
trúðu honum og slógu ring
um hann. Tey vóru heldur
ikki fá, sum vístu sína støðu
al ment, hóast tann ágang,
sum tey fingu afturfyri, og
sum vísir, hvørjar kreftir Olaf
var upp ímóti. Fyri tað kann
hann fara í friði í grøvina.
Tey, sum stóðu fram,
koma at standa sum varðar
fram yvir sum fólk, sum
tordu at seta seg upp ímóti
eina fram ferð sum hana, vit
hava sæð.
Sjálvt á deyðastrá vísti
Olaf sína styrki. Hann visti
væl, hvønn vegin tað bar. Men
hetta tók hann eisini sum
ein maður. Hann skemtaði
og kundi eisini vera speiskur
nærum til tað seinasta. Á
sjúkra leg uni var hann um
givin av næstringum, vin um
og mong um góð um fólk um.
Framvegis hevði hann um
sorgan fyri vinum og goml
um starvsfeløgum.
Hetta er ein syrgilig søgu.
Men vit eru mong, sum fara
at minnast Olaf sum ein heið
urs mann og sum tað framúr
menniskja, hann var.
Óli
Til minnis um vinin
Olaf Johansen
Nøvn