Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 4 VIKUSKIFTI Interview Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein svár tíð hjá sóknarprestinum Hans Eiler Hammer og familju hansara er av. Hans Eiler Hammer upplivdi sum sóknarprestur í Berlevaag í Noregi at vera skuldsettur fyri at hava sent ónærisligt sms til dóttrina. Nú eru næstan allar skuldsetingar tiknar aftur. Løgreglan er komin til, at har er ikki grundarlag fyri at reisa ákæru og vil geva Hans Eiler Hammer eina bót. Eina bót, sum hann undir ongum umstøðum fer at góðtaka, tí ákæruvaldið hevur ikki nakað prógv í málinum. Tí endar málið í rættinum. – Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sigur presturin, sum nú sigur sína søgu. Hann mælir sam­stundis fjøðlmiðlunum í Føroyum til at geva teimum frið, soleiðis at tey kunnu byrja av nýggjum. Børnini hava brúk fyri stuðli og umsorgan og ikki al­ mennari umtalu, sum skaðar meir, enn hon gagnar. Tað var hósdagin 22. apríl í ár, og presta­hjúnini Hans Eiler og Linda Hammer gingu heima og fyrireikaðu fel­ags 40 ára føðingardagin, sum tey ætlaðu at halda kvøldið eftir. Ein bumba – Tað kom sum ein bumba, tá ið politiið og barnaverndin komu á dyrnar. Hvørki okkara var handtikið, men politiið kom og skuldsetti meg, og hald varð lagt á allar átta telefonirnar og seks fartteldirnar, sum vóru í húsunum. Barnaverndin fór av stað við trimum teimum yngstu børnunum. 15 ára gamla dóttirin fór á eitt ungdómssentur, og tey yngru til eina pleygufamilju í eini grannabygd. Fýra telefonir fingu tey aftur sama kvøld, og hitt kom so við og við. Tey fingu at vita, at telefonirnar vórðu kann­aðar meir enn tvey ár aftur í tíðina. Aftaná er komið alment fram, at einki var at finna hvørki á telefonunum ella í teldunum. – Eg segði tað við tey beinanvegin, at har var einki at finna. Vit hava einki at dylja, sigur Hans Eiler Hammer. Bæði børn og foreldur vórðu av­ hoyrd, men tey høvdu einki at upp­ lýsa. Í fyrsta umfari hevði Hans Eiler Hammer onga hóming av, hvør upp­ run­in var til alt hetta, men tað funnu tey útav. Ein maður vísti fyri henni – Tá ið elsta dóttir okkara var smábarn, vórðu hon og tvey onnur børn einaferð úti fyri, at ein maður í Klaksvík vísti fyri teimum, og tað hevur givið dóttrini mein. Meðan vit enn búðu í Klaksvík, hevði hon mangan marruna av hesum. Summatíðir hevur hon verið heilt langt niðri og havt tað ringt sálarliga. Skúlin visti, at hon hevur tað so, og tá fekk hon frið til at sita einsamøll, sigur Hans Eiler Hammer. Ein dag í apríl sat hon aftur fyri seg sjálva, og lærarin vildi vita, hvat bagdi. Hon var tung í huga, svaraði gentan. Flokslærarin fór tá til heilsusystrina, og tey høvdu eina samtalu við gent­ una. – Hon varð tráðspurd, og tey vístu til eitt mál í Føroyum, sum einki hevði við hetta at gera, sigur Hans Eiler Hammer. Tey vildu eisini vita, um hon ella nakað av hinum systkinunum varð slig­ið heima, og gentan, sum var hart kroyst, fortaldi, at tað einasta var, at mamman eina ferð hevði flongt tann yngsta beiggjan. Nei, pápin hevði ongan­tíð gjørt nakað. SMS-ið Gentan kom tá at nevna, at pápin eina ferð hevði sent henni eitt sms. Og so fór øll myllan í gongd. Hans Eiler Hammer sigur, at eisini heima vildi gentan viðhvørt bara vera einsamøll á kamari sínum. Eina nátt sendir dóttirin pápa sínum eitt sms um, at nú var aftur galið. Hon kláraði ikki meira. – Eg skrivaði aftur og spurdi, um eg skuldi koma inn at leggja meg hjá henni. Hetta tulkaði barnaverndin sum kyn­sligt misbrúk, sigur Hans Eiler Hammer. – Tað er meira enn margháttligt, at eg sum stovnari av Kris, skuldi verða lagdur undir at fremja kynsligan ágang móti børnum. Og vit, sum hava lagt so nógva orku í at læra børn okkara at seta mørk, sigur Hans Eiler Hammer, prestur seinastu árini í Berlevaag í Noregi. Her sigur hann frá, hvussu nógv tey hava verið ígjøgnum Reinsaður fyri næstan allar skuld- setingar Tey vildu eisini vita, um hon ella nakað av hinum systkinunum varð slig­ið heima, og gentan fortaldi, at tað einasta var, at mamman eina ferð hevði flongt tann yngsta beiggjan