fríggjadagur 3. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
7
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ Eyðun
eydun@sosialurin.fo
Nógvur tónleikur verður givin út upp
undir jól. Vit hava verið og leitað í stóru
rúgvuni og valt nakrar fløgur burturúr
Stadionrockur og balladur
Amerikanski rockbólkurin Bon Jovi hevur í meira enn 25 ár verið
millum stóru nøvnini í alheimsrocki. Bólkurin hevur selt langt omanfyri
hundrað milliónir fløgur, og teir dugað framvegis at gera hitt. Nú hava
teir savnað sínar bestu sangir á eina tvífløgu og spælt fýra nýggjar
sangir inn til útgávuna. Á hesum fløgum kanst tú hoyra sangir sum
Livin On A Prayer, Wanted, It’s My Life, Bed of Roses og Always.
Bon Jovi
Greatest hits
Svenska superstjørnan
Robyn er í 2010 blivið tað stóra svenska
navnið í altjóða popptóinleiki. Hon hevur givið
tvær fløgur út, sum hava fingið hana fram í
fremstu røð millum poppstjørnurnar. Nú setir
Robyn punktum fyri 2010 við nýggjari mini-
útgávu, ið bjóðar bæði fangandi niðurløg, cool
electro-beat og dansifremjandi tónleik.
Robyn
Body Talk Pt. 3
Einfaldur Adams
Bryan Adams hevur verið ígjøgnum tað mesta.
Hann hevur spælt erligan rocktónleik, er farin á
flog við yvirdimensioneraðum tónleiki og hevur
skrivað eymar – onkuntíð næstan plattar – balladur.
Men eftir Adams liggur ein røð av framúr góðum
sangum, og hendan fløgan bjóðar einfaldar live-
framførslur av kendu sangunum hjá Adams. Fløgan
byggir á konsertferð í vár, tá Adams fyri tað mesta
spældi gittar og sang einsamallur fyri fólki.
Bryan Adams
Bare Bones
Tannáringadreymur
Katy Perry er blivin ein verulig poppstjørna
seinastu tvey árini, og nú roynir hon seg
nýggjari útgávu. Fyrsta hittið hevur longu
rungað allastaðni – California Gurls – og nú
verður sangurin Teenage Dream nógv spældur.
Hetta er lættur og fangandi poppptónleikur.
Katy Perry
Teenage Dream
Kid Rock light
Kid Rock er ikki so rokkutur, sum
hann einaferð var, og nýggja útgávan
er meira countryrockur enn nakað
annð. Kid Rock hevur eina góða
og hása rødd, men hann stríðist
stundum við ov nógvar klisjéir í sínum
tónleiki. Hendan útgávan er væl
gjøgnumarbeidd og professionell – og
onkrar løtur lyftir Kid Rock seg upp frá.
Kid Rock
Born Free
Tað sum Taylor vildi siga
Hugskotið við nýggju fløguni hjá Taylor Swift er ikki so galið. Hon
hevur sjálv skrivað 14 sangir, sum byggja á brúdleypsritualið “Speak
now or forever hold your peace”. Hugskotið heldur kanska ikki allan
vegin heim, men á vegnum finnast nakrar útmerkaðir sangir.
Taylor Swift
Speak Now
Hundar koyra heim
Teitur Lassen hevur langt síðani vunnið
út um landoddarnar við sínum tónleiki,
og fyri seinastu útgávuna fekk hann
millum annað 5 stjørnur í stórum enskum
dagbløðum. Nú hevur Teitur givið
nýggja fløgu út, har hann millum annað
hugleiðir um amerikanska dreymin, um
Gud og um at taka lívið, sum tað kemur.
Teitur
Let The Dogs Drive Home
Heiðurligt comeback
Take That hevur staðið fyri stóra comebackinum
í 2010. Bólkurin hevur funnið saman aftur
við Robbie Williams, sum rýmdi fyri nógvum
árum síðani, og teir fimm bretarnir hava
megnað at hildið saman so leingi, at teir nú
hava givið nýggja fløgu út. Næsta ár fara
teir á útselda konsertferð kring Europa. So
nú ræður um hjá fjepparum at læra seg teir
nýggju sangirnar áðrenn stóru konsertirnar.
Take That
Progress
Veteranar samstarva
Elton John og Leon Russell
eru báðir kendir sum syngjandi
tagentspælarar. Nú hava teir
funnið saman í samstarvi
um eina felagsútgávu, og
burturúr er komin ein frálík
fløga við góðum sangum.
Elton John og Leon Russell
The Union
Annar partur við Duffy
Tað eru fáir tónleikarar, sum
uppliva eitt so ógvusligt
gjøgnumbrot, sum walisiska
songkvinnan Duffy gjørdi. Nú
er hon til reiðar við nýggjari
fløgu, sum er uppfylgjari
til fyrstu útgávuna, ið seldi
slakar 7 milliónir eintøk. Fleiri
ummælarar hald, at nýggja
fløgan megnar ikki at lyfta
arvin, men teir halda, at talan
er um eina góða fløgu.
Duffy
Endlessly
Gylt vrakgóðs
Nýggja tvífløgan frá The Boss
bjóðar higartil óútgivnar upptøkur
frá arbeiðnum við útgávuni
Darkness of the Edge of Town,
sum kom í 1978. Springsteen
spældi einar 40 sangir inn tá,
men bert ein partur av teimum
kom á upprunaligu útgávuna.
Nú fáa fólk so høvi at hoyra
sangirnar, sum lógu eftir.
Bruce Springsteen
The Promise
Danski Dylan
Povl Dissing – danska útgávan
av Bob Dylan - hevur verið
virkin í eina hálva øld. Á nýggju
útgávuni tulkar hann kendar
sangir við síni eyðkendu rødd.
Hetta eru sangir, sum hava
verið við til at skapa hansara
yrkisleið sum tónleikari.
Povl Dissing
Smertefulde Sange
Poppur og vrakgóðs