fríggjadagur 3. desember 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
30
Sosialurin
Cube til ta tilvitaðu skrivstovuna
Danska fyritøkan Cube Design
hevur spesialiserað seg í at snið
geva og framleiða skrivstovu
møblar í minimalistiskum stíli,
sum lúka øll hugsandi nútímans
krøv til bæði stíl, útsjónd og ergo
nomiskar hentleikar. Talan er um
dygdarmøblar, til lagaligar prísir.
HETTA ER SNIÐGEVING OG
SNIKKARAHANDVERK Í DONSKUM
SERFLOKKI!
Vøruútvalið er sera breitt, alt frá
einfaldum og vanligum borðum til
avanserað skriviborð í nýggjasta
ergonomiska sniði við møguleika
fyri at stilla hæddina inn sjálvur.
Innan skrivstovuskáp og –reolir
kann Cube Design nøkta einhvønn
tørv, antin tað er at hanga upp á
veggin ella at standa og/ella rulla
á gólvinum. Cube Design ger eisini
møblar, serliga til kundamóttøkur
og kantinur.
Cube Design hevur tey seinastu
árini verið í eini støðugari menning
við tað at fleiri og fleiri hava fingið
eyguni upp fyri dygdini í hesum
møblum. Cube Design er tríggjar
ferðir innan hesi seinastu fimm
árini av blaðnum Børsen kosin at
vera ein sokallað Gazellefyritøka.
Henda heiðursløn verður givin til
tær skjótast vaksandi fyritøkurnar
í Danmark.
Nú er møguleiki at síggja, royna
og fáa hendur á hesum vællýddu
møblunum í Føroyum eisini. Tað
er sp/f Byggitilfar við Hoydalsvegin
í Havn, sum umboðar Cube Design í
Føroyum.
Tað er als ikki líkamikið hvørjir møblar
standa inni á eini skrivstovu.
Stór krøv verða, og eiga at verða, sett
til møblar og innbúgv, bæði fyri at
starvsfólkini kunnu trívast og fremja
sítt besta, og ikki minst fyri at viðskifta
fólkini skulu kenna seg vælkomin.
Ein øðrvísi jólagáva
Sekkjastólur í
lekrum sniði
Er ein sekkjastólur annað enn
ein sekkur við turkaðum ertrum?
Ja, tað kanst tú gott spyrja, men avstralska sniðgevara
fyritøkan Ambient Lounge hevur megnað at framleiða
ein sekkjastól, sum er meira enn bara ein sekkur, men
hinvegin ein stílfullur stólur í vøkrum sniðið. Sum
saktans tolir at standa í eini stovu. Til júst stovubrúk
fæst enntá ein sekkjastólur í vøkrum leðri.
Ein af fyrimununum við sekkjastólunum frá Ambient
Lounge er, at teir eru gjørdir úr tilfari, sum tolir
útibrúk. So um sólin skínir – tveit so sekkirnar út
gjøgnum vindeygað og hugna tær á teimum uttanfyri
– teir taka ikki skaða av, um eitt æl kemur.
Tað er sp/f Byggitilfar, ið umboðar sekkjastólarnar
frá Ambient Lounge í Føroyum. Í framsýningar
hølunum við Hoydalsvegin í Havn ber nú til at
síggja og royna henda vælumtókta sekkjastólin,
sum fæst í fleiri sniðum og litum. Og møguleikum
fyri at seta sín egna dám á útsjóndina.
EITT GOTT JóLAGáVUHUGSKOT
Harald og Balli
Lýsingartilfar
SMS