Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 11 VIKUSKIFTI og Benthe Sikivat Andersen, sum ráddu fyri borgum í føroyskari kvinnu­svimjing. Jón Bjarnason fór undir útbúgving fyri svimjivenjarar á Danmarks Trænerskole í Aalborg á heysti í 1997. Vágbingurin varð skjótt knýttur at Svømmeklubben NORD, sum stendur í skugganum av Aalborg Svømmeklub. Aftaná stutta tíð hótti lítlibeiggin í grannastríðnum. Tað var fremst av øllum unga vágbinginum at takka. Rókur í Jákupsstovu var hjálpar­ venjari hjá Bjarnasyni eitt skifti í NORD. Samstarvið fekk ein bráðan enda, tí tað var stórur munur á ambi­ tiónunum hjá framfýsna og nærlagda Jón Bjarnasyni og nevndini. – Tað krevur sanniliga nógv av nevndini at lyfta støðið. Felagið brúkti heldur pengarnar til hugnaløtur, grill­ party og útferðir. Seinast eg frætti, so eru øll metini framvegis ikki broytt. Tað sigur ikki lítið. Jón hevur altíð staðið fyri ógvusligari fram­ gongd. Hann er kompromileysur og umstríddur, og tú veit altíð, hvat tú fær frá honum, sigur Rókur í Jákups­ stovu. Jón tók beinanvegin av tilboðnum at hjálpa Bo Jacobsen í West Swim í Esbjerg. Hann var føroyskur lands­ liðsvenjari, áðrenn hann varð settur í starv sum fulltíðarvenjari hjá Suður­ oyar Svimjifelag. Fer ikki úr Vági Jón var samansettur sum tannáringur. Umframt at røkja dagligu skyldurnar í skúlanum, spældi hann hondbólt og fótbólt. Heimbygdin Vágur hevði ikki stórvegis tilboð til ungdómin, og køldu vetrardagarnar sat hann mest framman fyri sjónvarpinum í frítíðini. Summardagarnar var hann við vatnið í Vági og á Tarakós í Sumba. Hann var ongantíð drigin av náttarlívinum og royndi ikki fyrsta snapsin, áðrenn hann var um 18 ár. Hann brúkti held­ ur vikuskiftini at hjálpa familjuni við land­búnaðinum. Jón hevur serstakan tokkað til Vág og Suðuroynna. Hann hevur ongantíð hugsað sær at flutt til høvuðsstaðin, hóast tilfeingið eru betri. Vágbingurin heldur hinvegin, at elituvenjingin verður væl og virðiliga niðurprioritera frá politiskari síðu í Havn. Tað er bara liðítrótturin sum hevur týdning í høvuðsstaðnum, sigur hann. – Snøgt sagt, so dámar mær ikki Havnina. Har er ov nógvur larmur. Eg elski heimbygdina fyri friðin. Eg fari ongan veg úr Suðuroynni, so leingi eg búgvi í Føroyum, sigur Jón. Hann hevur altíð verið virkin í ítróttarlívinum í Vági. Hann vann nógv heiðursmerki í svimjing, fótbólti og rógving, men liðítrótturin varð honum minni og minni áhugaverdur. – Eg kann ikki torga, at eingin er sterkari enn veikasta liðið. Geri eg eitt mistak, so oyðileggi eg alt fyri mítt lið. Eg tími ikki at tapa, tí onnur gera mistøk ella ikki vilja venja tað, sum krevst. Tað er beinleiðis frustrerandi. Eg vil sum einstaklingur siga, at eg tapti, tí eg var ikki góður nokk. Sum einstaklingur ger tú sjálvur av, hvussu langt tú vil røkka, sigur Jón Bjarnason. Snarsintur Lívið er, sambært venjaranum í Vági, viðrák og mótrák. Jón ger greitt, at hvør dagur er ikki altíð eins stuttligur. Hann hevur ikki havt feriu síðan 2005, tí hann legg­ur alla sína orku í at reisa eitt professionelt svimjiumhvørvi í Vági. Tað er heldur ikki altíð eins lætt at vera motiveraður, tá tað gongur ímóti. Hann roynir altíð at hava fokus á nútíðina og framtíðin, og leitar bara aftur í tíðina, um hann kann læra nak­ að konstruktivt. Tað er ein av fleiri serstøku egin­ leikunum, sum Jón Bjarnasyni hevur, heldur Rókur í Jákupsstovu. – Hann er ein venjari í heimsklassa. Tað er eingin ivi um tað. Jón hevur framvegis ikki vunnið gull í stóru senior kappingunum, men allir stór­ venjarar hava virðing fyri honum. Tað er ótrúligt at hugsa sær, hvussu nógv hann hevur fingið burtur úr trongu korunum og umstøðunum í Føroyum, leggur Rókur í Jákupsstovu dent á. Jón Bjarnason heldur, at hann noyð­ist framvegis at menna seg á fleiri økjum. Hann staðfestir, at hann tímir ikki at arbeiða við fólki, sum hava ítróttina sum eitt hugnaítrív, og ikki arbeiða miðvíst fram móti at gerast nógv betri. Tað skal sjálvsagt verða pláss fyri øllum, men Jón setir seg bara ikki føran fyri at venja tey. – Eg dugi ikki at venja svimjarar, sum ikki vilja røkka tindunum. Eg eri snarsintur, og tað kemur ofta fyri, at eg sigi okkurt í illum, sum var betri ósagt. Tað er beinleiðis ein avleiðing av, at eg eri troyttur og smá frustreraður, tí karmarnir eru vánaligir, og virðingin fyri fólki, sum kunnu gera mun, er lítil og eingin. Eg eri troyttur, og mín størsti ótti er at brenna út. Eg ræðist, at um eg biði um feriu, so missa vit fleiri týdningarmikil fet í stóru framgongdini, sigur hann og leggur afturat. – Møguleikarnir og avbjóðingarnar sum venjari eru nógv størri uttanlands. Hevði eg ikki verið so treiskur og heimkærur, so sat eg helst ikki her í dag. Eg skal vinna olympiskt gull fyri Føroyar, sigur Jón Bjarnson. mynd: Álvur Haraldsen Fakta Navn: Jón Bjarnason Føðingardagur: 29. juni, 1970 Bústaður: Toftalíð, Vágur Starv: Svimjivenjari