fríggjadagur 3. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
19
VIKUSKIFTI
TAÐ HENDIR ...
LAGT TIL RÆTTIS: Eyðun Klakstein
BORGEN TIL JÓLAMÁNAÐIN
Seinastu vikurnar hevur sjónvarpsrøðin Borgen savnað nógvar hyggjarar í Danmark.
Eisini í Føroyum, her fólk hava kunnað sær røðina bæði í SvF og á DR, hava eisini nógv
fólk fylgt við. Ivast tú í, hvat alt hóvastákið snúði seg um, misti tú onkran part, ella
kundi tú hugsa tær at sæð røðina umaftur, so hevur tú møguleikan til tað. Í farnu viku
kom dvd-pakki út við øllum pørtunum, sum higartil eru gjørdir av Borgen.
BORGEN – RØÐ 1
Dvd-pakki
GULLGENTAN
Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus
Kamban letur úr hondum, og umboðar eina
avgjørda snaring í hansara søgukynstri. Í øllum
savnsins tíggju tekstum verður lesarin leiddur
út ígjøgnum veruleikas dyr og inn í dreym, søgn,
ævintýr og framtíð ella inn í eitt sjónarvovið
univers, har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga
og ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut og
avbjóðingar í einum heimi, har hon er fremmand og
kanska sum frá líður verður avrøkt.
HANUS KAMBAN
Gullgentan
HANUS Í RÆTTA
ESSINUM
Hanus G. Johansen hevur nú givið nýggja
fløgu út, har hann tulkar yrkjaran Pól F.
Joensen. Fløgan kallast Hørpuspælarin.
Hanus hevur eitt serligt forhold til
yrkingarnar hjá Pól F, og hann hevur
gjørt eini 70 løg til yrkingar hjá honum.
Hóskvøldið hevur Hanus útgávukonsert í
Norðurlandahúsinum, og av tí at áhugin fyri
konsertini er so stórur, verður eykakonsert
fríggjakvøldið.
HANUS G. JOHANSEN
Norðurlandahúsið
Hósdagin 9/12 kl. 19.30
Fríggjadagin 10/12 kl. 19.30
HJARTALIG
JÓLAFLØGA
Kvinna hevur útgivið spildurnýggju Jólafløguna.
Hetta er fyrsta jólafløgan við jólaløgum frá
føroyskum songkvinnum. Lena, Guðrið Hansdóttir,
Linda Andrews, FAROE5, Sigrey, Suð og Drós
eru bara nøkur av kendu nøvnunum, sum eru á
Jólafløguni. Á Jólafløguni eru tvey spildurnýggj
jólaløg, sum Kvinna hevur latið gjørt. Harafturat eru
6 nýggjar innspælingar av kendum jólaklassikarum
og 5 jólaløg, sum eru útgivin áður.
KVINNA
Jólafløgan
SYMFONIORKESTRIÐ
SPÆLIR FYRI FAMILJUM
Føroya Symfoniorkestur hevur komandi vikuskiftið tvær jóla- og familjukonsertir. Onnur
verður í Klaksvík, og hin verður í Havn. Konsertin er, sum heitið ber boð um, jólakonsert fyri
alla familuni. Skráin er fjølbroytt við jólatónum, filmstónleiki og felagssangi. Eisini verða
ungir solistar og stórt barnakór við á konsertunum. Annfinnur Heinesen er frásøgumaður, og
Bernharður Wilkinson stjórnar
JÓLA OG FAMILJUKONSERTIR
KÍ-høllin 4/12 kl. 16.00
Høllin á Hálsi 4/12 kl. 16.00
FLIPPAR
STÅLE ÚT?
FC Keypmannahavn hevur ein veruliga
møguleika at spæla seg víðari frá
bólkaspælinum í Champions League
fótbóltskappingini. Eydnast hetta, verður
tað fyrstu ferð, at eitt danskt felag kemur so
langt í heimsins sterkastu fótbóltskapping
– og so kunnu vit enn einaferð uppliva,
at norski venjarin Ståle Solbakken verður
á gosi. FCK skal í seinasta umfarinum
av bólkaspælinum spæla ímóti grikska
felagnum Panathinaikos á heimavølli. Ein
sigur tryggjar FCK viðari luttøku, men hóast
danska felagið tapir, so kunnu teir koma
víðari, um Barcelona vinnur á Rubin Karzan.
FCK-PANATHINAIKOS
Champions League
Týskvøldið 7/12 kl. 19.45