mánadagur 6. desember 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
4
Sosialurin
Sleppa
undan
varandi
meini
Teir báðir
kokk arnir,
sum brendu
seg illa í
spreing ing
ini á Hotel
Hafnia leyg
ar dagin, hava
fingið at
vita, at teir
koma væl
frá ólukk uni
Randi Jacobsen
Tað
má
kallst
eitt
und ur, at ikki fleiri
fólk fingu álv arsligan
skaða av spreing ing ini
á Hotel Hafnia leygar
dagin.
Nógv fólk vóru til
arbeiðis, tá tað hendi,
og fleiri fólk høvdu eina
løtu
frammanundan
stað ið har beint við.
Skaðin gekk út yv
ir tveir kokkar, sum
brendu seg illa. Annar
brendist nokkso illa í
andlitinum ogá ørm
un um. Hin var ikki so
illa brendur.
Báðir hava fingið
at vita frá læknunum,
at teir ikki fáa varandi
mein.
Randi Jacobsen
Leygardagurin var tann heilt
stóri jólaborðsdagurin, og
tað kundi tí ikki verið meira
óheppið,
at
spreingingin
á Hotel Hafnia hendi júst
henda dagin.
Umframt egið borðhald
og at skula lata mat út av
húsinum til fleiri arbeiðspláss
og onnur, stóð Hotel Hafnia
fyri at gera mat til 350 fólk i
høllini hjá Dansifrøði.
Knappliga bar ikki til at
gera mat í køkinum.
Men óhappið var ikki
meira enn hent, so var hópur
av fólki til reiðar at hjálpa.
Nógv bjóðaðu seg fram
Fleiri av starvsfólkunum á
Hafnia høvdu fingið slíkan
hvøkk, at tey ikki orkaðu at
arbiða meira tann dagin, men
tað komu so nógv onnur og
bjóðaðu seg fram.
Allar matstovurnar í bý
num hjálptu til við einum og
øðrum, og onkur, sum ikki er
í starvi sum kokkur nú, átók
sær at steikja kjøt til ta stóru
veitsluna í Gundadali.
Hinar
matstovurnar
hjálptu bæði við matgerð,
fólki og læntu Hafnia útgerð
og vørur. Syrgst varð fyri, at
tey, sum gistu á Hafnia, fingu
eina máltíð leygarkvøldið, og
sunnumorgunin og mána
morg unin fingu tey morgun
mat á eini aðrari matstovu í
býnum.
Sosialurin hevur tosað
við fleiri teirra, sum hjálptu
til. Eingin teirra hevur hug at
stíga fram, tí í teirra verð er
tað ein sjálvfylgja at hjálpa
har, sum á stendur.
Fingu nógva
hjálp
Hóast hinar matstovurnar í Havn høvdu
ríkiligt at gera leygardagin, rættu bæði tær og
onnur Hotel Hafnia eina hjálpandi hond
Randi Jacobsen
Eftir spreinginina á Hotel
Hafnia
leygardagin,
fóru
kriminalpolitiið og Arbeiðs
eftirlitið á staðið fyri at lýsa,
hvat hendi.
– Sum tað var sagt bein an
vegin, hava vit staðfest, at ein
leiki hevur verið í gasskip
anini. Ein ovnur stóð beint
við, og ein neisti hevur so
fest í, sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini hjá
politinum.
Hann heldur, at øll eiga at
vera fegin um, at ikki meira
hendi. Fleiri fólk vóru til
arbeiðis, men av tilvild vóru
bara kokkarnir beint við.
Í køkinum var ein stór
kókioyggj, gassblussini vóru
frá, men har hendi einki, tí
oyggin var eitt gott petti frá
lekanum.
Bresturin
hevur
verið
øgi ligur, tí ein hurð klovnaði,
og ein stórur rútur út móti
Áarvegnum fór í knús.
Eingin
hevur
varnast
gass ið, sum lak út úr rørinum,
tí nógvur matarroykur var.
Gassið er eisini tyngri enn
luft, og gassið kann tí breiða
seg langt, áðrenn nakar fær
illgruna.
Stutta løtu eftir óhappið
fingu sløkkiliðið og politiið
í felag øll fólkini út úr hús
inum, og sløkkiliðið tryggjaði,
at ikki meira hendi.
El-neisti festi í
Staðfest er nú, at ein neisti frá einum ovni hevur fest í gassið, sum lak upp úr gólvinum
Menninir, sum
brendust, vorðu
beinanvegin fluttir á
Landssjúkrahúsið
Trýstið hevur verið øðiligt. Køkurin er á ovaru siðani, og
kortini brotnaði ein stórur rútur út móti Áarvegnum
Hurðin út í gongina klovnaði
Farið varð beinanvegin undir
at umvæla skaðarnar á Hafnia,
sum ætlar at lata matstovuna
upp aftur í morgin