mánadagur 6. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Ætlanin at byggja eina grøna
multihøll, við 50 metra lang
hyli, í Vági, hevur fingið góða
undir tøku í teimum sjey
komm un unum í Suðuroy.
Stigtakararnir til verk
æt lanina hava heitt á allar
kommu nurnar í Suðuroynni
um at stuðla verkætlanini
við 100 krónum fyri hvørt
fólk ið í kommununi, bæði
næsta ár og í 2012.
Og
nú
kommunurnar
hava lagt fíggjarætlanirnar
fyri næsta ár, hava tær all ar
sjey samtykt at stuðla æt lan
ini við 100 krónum fyri hvørt
fólki næsta ár.
Peningur er avsettur á
fíggjar ætlanini fyri næsta ár.
Skal bjóðast út
Men Tvøroyrar Býráð hevði
kort ini eitt fyrivarni og tað
er, at tey krevja, at arbeiðið
at gera høllina skal bjóðast
út, so at eisini fyritøkur á
Tvør oyri kunnu fáa høvi til
at bjóða upp á arbeiðið.
Tá ið stigtakararnir hava
lagt ætlanina fram, sæst, at
teir hava leitað sær veg leið
ing og ráðgeving frá fleiri
virkjum og fyritøkum.
Men
Tvøroyrar
Býráð
stað fest ir, at verður hetta
skilt soleiðis, at hesar somu
fyri tøkur eisini skulu standa
fyri sjálvum arbeiðnum, fer
tað at endurskoða sam tykt
ina um at stuðla ver k æt lan
ini.
Tað er ein treyt fyri
stuðli num, at arbeiðið skal
bjóð ast út, sigur ein samt
Tvør oyr ar Býráð.
Multihøllin skal standa
beint
undir
liðini
á
el
verkinum í Vági og stig takar
arnir hava fingið til søgn frá
SEV um at teir skulu fáa
avlopshitan frá el verki num
fyri einki og tað er nógv
mikið til at hita bæði lang
hylin og høllina sjálva.
Áki Bertholdsen
Nú fer av álvara at síggja
ljósari
út
hjá
Tvøroyrar
Kommunu.
Tá ið ringast stóð til, hevði
hon eina skuld upp á sjey
álíkn ingar.
Men við árslok í ár er
netto skuldin komin niður
um eina álíkning.
Tað varð upplýst á býráð s
fundi num, nú fíggjarætlanin
varð samtykt.
Kommunan hevur fram
vegis eina skuld upp á 60
millió nir, men samstundis
eig ur hon 14 milliónir á bók.
Sostatt verður netto skuld
in 46 milliónir við árslok í ár.
Men
inntøkan
hjá
kommu nuni av skatti er 47
milliónir og sostatt er netto
skuld in komin niður um eina
álíkn ing.
Hetta er fyrstu ferð í eitt
manna minni, at Tvøroyrar
Kommu na er undir einari
álíkn ing í nettoskuld.
Skuldin
hjá
Tvøroyrar
Kommu nu
er
upparbeitt
langt áðrenn tað varð sett
í kommunulógina, at ein
kommu na kann ikki skylda
meiri enn eina álíkning í
skatti
Tað var serliga í átta ti áru
num, at kommunu skuld in á
Tvøroyri tók ferð upp ímóti
himli. Tað hendi í mest
an mun í sambandi við, at
kommunan brúkti nógva
orku upp á at halda lív í
vinnu lívinum á plássinum
og tá ið tað fór sama veg, sum
næst an alt annað vinnulív í
landi num, stóð kommunan
eftir við eini risa skuld.
Men
nýggi
skúlin
í
Trongis vági
bleiv
eisini
ein kleppur um beinini á
kommun uni, tí hann bleiv
nógv ar ferðir dýrari enn
ætlað.
Leggja til rættis
Í Tvøroyrar Býráð vóna tey
nú, at Fíggjarmálaráðið fer
at at taka fíggjarliga støðu
na hjá kommununi upp heilt
skjótt og taka hana av lista
num yvir kommunur, sum
eru so skuldartengdar, at
tær ikki sleppa at seta seg
fyri láni.
Men í Tvøroyrar Býráð
eru tey samstundis fullgreið
yvir, at hóast kommunan
fær fíggjarliga frælsið aft
ur, verður tað ikki við tað
allarfyrsta, at nakað stór veg
is av pengum kunnu brúkast.
Tað mesta av fíggjar æt
lanini fer til rakstur, og so
leið is verður støðan eisini
næstu
tíðina,
staðfestir
býráð ið.
Men næsta ár er so
eisini ætlanin at betala átta
milliónir í rentum og av drátt
um.
Hinvegin staðfestu bý
ráðs limir somuleiðis, at tað
stan da nógvar avbjóðingar
fyri framman.
Ikki minst verður hugsað
um at gera ábøtur á skúlan,
sum er í so vánaligum standi,
at hann er ikki ”at bjóða
børn um at ganga í”, sum tikið
varð til.
Somuleiðis krevur skúlin
í Trongisvági stórar ábøtur.
Men tá ið kommunan er
komin niður um eina alíkn
ing í skuld, hevur kommu
nan so tað frælsi at seta seg
fyri láni upp til eina álík n ing
og tað gevur í øllum før um
kommununi aðrar møgu
leikar.
Tá kunnu vit av álv ara
fara undir at leggja fram
tíðina til rættis, siga býráðs
limir á Tvøroyri.
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Býráð
fær fíggjarligt
frælsi aftur
KOMMUNUSKULD Tvøroyrar Býráð hevur nú goldið skuldina hjá kommununi so mikið
langt niður, at hon allarhelst skjótt verður tikin av ”svartalista” hjá Fíggjarmálaráðnum
Tað verður ikki við
allarfyrsta, at nakað
stórvegis av pengum
kunnu brúkast
Skúlin er í so ringum
standi, at hann er ikki at
bjóða børnum at ganga í
Arbeiðið at gera
langhyl og multihøll í
Vági, skal bjóðast út
Fyri ein stóran part
er tað óneyðugt, at vit
yvirhøvur sita her
Kommunur í Suðuroy
stuðla langhyli í Vági
LANGHYLUR Allar kommunurnar í Suðuroy hava nú samtykt at stuðla ætlanini at gera
langhyl í Vági. Men treytin frá Tvøroyrar Býráð er, at arbeiðið verður boðið út