mánadagur 6. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fríggjamorgunin
sóust
skip hjá Faroe Seafood,
sum vanliga plaga at loysa
sama kvøld, sum tey landa,
fram vegis liggja bundin við
brygg ju dagin eftir. Soleiðis
lógu
ísfiskatrolararnir,
Stelk ur og Bakur, lið undir
lið inni í havnini í Runavík,
sum ikki sá serliga dámligt
út. Vanliga plaga skipini
eisini at liggja við Beta-
brún na eftir loknan túr,
men soleiðis var ikki hend-
an dagin.
Tá tú fregnaðist, hví so
var, fekst tú at vita, at nógv
fundar virksemi um Faroe
Sea food var hendan dagin,
og fólk væntaðu, at eitt
hvørt fór at henda.
Út á seinnapartin bórust
eisini tíðindini um, at sam-
ráð ingarnar millum tey trý
feløg i ni, sum høvdu ætlað
sær at yvirtaka felagið, vóru
slitnaðar.
Í samrøðu við Norðlýsið
váttaði
Anfinn
Olsen,
reiðari
hjá
Framherja,
sum var ein av ætlaðu
keyparunum, at teir einki
høvdu frætt aftur frá Eik
Banka, og tí segði hann seg
vænta, at “heilt aðr ir partar
sita við borðið í løtuni”.
Sama seinnapart váttaði
eisini Ingi Højgaard, nevnd-
ar formaður í Faroe Seafood,
yvirfyri
Kringvarpinum,
at teir nú vóru farnir eftir
plani B, sum hann tók til.
- Støðan er álvarsom, tí
eing in trygd er fyri, at tey
800 starvsfólkini hjá Faroe
Sea food sleppa til arbeiðis
aft ur mánamorgunin, legði
nevnd ar formaðurin aftrat.
Í Skiftirættin
Seint seinnapartin fríggja-
dag in gjørdist so endaliga
greitt, at avgerð varð tikin
um at senda Faroe Seafood
í Skifti rættin.
Bústjórar, Ingi Højgaard
og
Eyðfinnur
Jacobsen,
advo kat ar, vórðu settir.
Avgerðin merkir, at øll
virk ini, sum felagið hevur
rik ið,
verða
stongd,
til
nýggir møgu ligir eigarar –
ella leigar ar - fáa høvi at lata
tey upp aft ur.
Nøkur av skipunum, sum
sam takið eigur lut í, verða
vænt andi siglandi fyribils,
með an onnur helst noyðast
at binda.
Millum 500 og 700
fólk vóru knýtt at flaka-
virkjunum hjá Faroe Sea-
food. 100-120 mans vóru
knýttir at skipu num, um-
leið 25 fólk at land ingar-
mið støðini Kongs havn – og
eini 12 fólk vóru knýtt at
virksemi hjá sam taki num
uttan lands.
Feløg, sum áttu meiri enn
5% í Faroe Seafood sam-
taki num, vóru: P/F Notio
Framtaksfelag (48,5%) , Vá-
trygg ingarfélag Íslands hf
(19%) , Framtak (17,5%) og
Sp/f 29.03.2006 (7,5%).
vilmund@sosialurin.fo
Maður, kona, dó
Sera dapur
fríggjadagur
Tað sá eitt sindur ófrættakent út fríggjamorgunin, tá Stelkur og Bakur
hjá Faroe Seafood, ið vanliga plaga at loysa sama kvøld, sum skipini
landa, lógu bundnir við bryggju – inni í havnini í Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
FAROE SEAFOOD Fríggjadagurin gjørdist
lagnudagurin hjá Faroe Seafood og hjá flestu av
teimum mongu, sum høvdu sítt starv hjá samtakinum.
Sum seinnaparturin leið, var líkt til, at ring boð vóru
í væntu. Tað skuldi eisini vísa seg, at ófrættakenda
støðan, sum sást og merktist hendan dagin, gjørdist
veruleiki, og almenningurin varð at enda kunnaður
um, at Faroe Seafood var sent Skiftirættinum
Vilmund Jacobsen
Tað var fríggjadagin, 3. de-
sem ber, klokkan 17.10, at Før-
oya Skiftirættur tók avgerð
um, at P/F Faroe Seafood fór
í fíggjartrot, sum tað verður
rópt.
Samstundis gjørdi Skifti-
rætt urin av, at Ingi Høj gaard,
sum annars var nevnd ar for-
maður í Faroe Seafood og
Eyðfinnur Jacobsen, ad vo-
ka t ar, vórðu settir fyribils
bú stjórar.
Tey, sum arbeiddu á ymis-
ku postunum hjá Faroe Sea-
food – á virkjunum, sigldu
við skipunum, á land ing-
ar mið støðini
Kongs havn
ella aðrastaðni í felagnum –
fingu einki at vita, fyrr enn
tey frættu um ólukkuligu
støðu na í fjølmiðlunum.
Í eini fráboðan, siga bú-
stjór ar nir seg harmast um,
at teir ikki fingu møguleikan
sjálv ir og beinleiðis at kunna
starvs fólkini um hesa avgerð.
Í morgun vóru fleiri lýs-
ing ar
í
útvarpinum
hjá
Kring varpinum, har ar beið-
a r a feløg kall aðu arbeiðs fólk
til fund ar í dag saman við
Arbeiðs loysis skipanini
og
við umboðum fyri búgvið
eft ir feløgini, sum eru farin á
húsa gang.
Á hesum fundum verður
kunn að um viðurskiftini,
og kunnað verður eisini um,
hvør ji rættindi og skyldur
arbeiðs fólk hava undir ver-
andi umstøðum.
Skiftifundur verður aftur
fríggja dagin 17. desember
klokk an 10 á Vestaru Bryggju
í Havn, har fyribils bú stjór ar-
nir fara at leggja fram yvirlit
yv ir ogn og skuld hjá búnum.
Tað verður á hesum fundi,
at varandi bústjórn skal velj-
ast.
Enn er ógreiða
Eyðfunnur Jacobsen, sum er
ann ar av fyribils bú stjóru-
num, sigur í morgun, at enn
eru ikki øll viðurskifti púra
greið.
Hann sigur, at móður-
felag ið P/F Faroe Seafood er
farið á húsagang og við hes-
um virkini, sum felgið átti.
Haraftrat er P/F Faroe Fish 2
farið, sum eigur par trolar ar-
nar, Bak, Stelk, Rók, Lerk og
Heyk og Falk.
Bústjórin sigur, at P/F
Faroe Fish 1 er ikki farið á
húsagang, og soleiðis held-
ur ikki feløgini, sum eiga og
reka partrolararnar, Jas pis
og Ametyst og djúp vatns-
trolar an, Ednu.
Samtakið Faroe Seafood
eig ur 100% í partrolarunum
Heyki, Falki, Róki, Lerki,
Stelki og Baki – og 66% í
partrolarunum
Jaspis
og
Ametyst. Haraftrat eig ur
sam takið 50% í djúp vatns-
trolara num, Ednu.
Landingarmiðstøðin
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at
felagið, sum eigur land ing-
ar miðstøðina Kongshavn í
Saltangará, er heldur ikki
far ið á húsagang.
- Enn eru ikki øll viður-
skifti greið, og soleiðis er
held ur ikki endaliga greitt,
hvussu verður við eitt nú
Kongs havn,
men
líkt
er
til, at landingarmiðstøðin
kem ur at halda fram, sig ur
bústjórin, Eyðfinnur Jacob-
sen.
vilmund@sosialurin.fo
Húsagangur
FAROE SEAFOOD - Enn eru ikki øll viðurskifti
greið, og soleiðis er heldur ikki endaliga greitt,
hvussu verður við eitt nú Kongshavn, men líkt er
til, at landingarmiðstøðin kemur at halda fram,
sigur annar bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen
Eyðfinnur Jacobsen er annar
av fyribils bústjórunum, nú
P/F Faroe Seafood er farið
á húsagang. Hin er Ingi
Højgaard. Hin 17. desember
verður varandi bústjórn vald
- Vit fingu
ikki klæðini
við okkum,
sigur Harry
Johannesen
Mynd: Vilmund
Jacobsen