mánadagur 6. desember 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Harry Johannesen sigur, at
hvørki hann, konan, dóttirin
ella versonurin, sum øll
arbeiddu hjá Faroe Seafood,
fingu nakað sum helst at
vita, áðrenn tey fóru til hús
fríggjadagin, og virkini vórðu
stongd.
Harry
greiðir
soleiðis
frá, hvussu tey upplivdu
seinnapartin fríggjadagin.
- Eg og konan hava arbeitt
hjá Faroe Seafood á Toftum í
nógv ár. Yngsta dóttir okkara
arbeiddi eisini her, og fyri
ikki so langari tíð síðan eisini
elsta dóttir okkara, sum nú
arbeiðir í Havn. Versonurin
arbeiddi hjá Faroe Seafood í
Runavík.
Harry Johannesen sigur,
at tá tey vóru liðug at arbeiða
á Toftum um middagsleitið
fríggjadagin,
fóru
hann,
konan og dóttirin til hús.
- Versonurin var liðugur
klokkan 16 í Runavík, og
hvørki vit ella hann fingu
nakað sum helst at vita
um, at virkini fóru at verða
stongd.
Hann sigur, at versonurin
seinni varð rindur upp og
varð biðin um at koma inn
til Runavíkar at koyra kør
inn á virkið.
- Tá eg frætti um støðuna,
fór eg oman á virkið her á
Toftum, og longu tá vóru fólk
komin at kanna eftir, hvussu
nógv lás skulu skiftast.
Fingu ikki klæðini
Harry Johannesen sigur, at
hvørki hann ella nakar annar
fingu høvi at taka klæðini
við sær, áðrenn tey fóru úr
arbeiði fríggjadagin.
- Nú veit eg ikki, um vit
fáa boð um at koma eftir
klæðunum ein annan dag,
men sum eg skilji, verða nú
lásini skift, og virkini stongd.
Hann
heldur,
at
arbeiðsfólkið saktans kundi
fingið at vita um støðuna,
áðrenn tey fóru til hús
fríggjadagin.
- Tað skal eingin billa mær
inn, at onkur ikki veit, hvat
hendir, tá klokkan er farin av
16 ein fríggjadag, sigur Harry
Johannesen.
vilmund@sosialurin.fo
ttir og versonur mistu arbeiði
FAROE SEAFOOD Nógvar familjur eru hart raktar, nú
øll virkini hjá Faroe Seafood eru stongd. Ein familja,
sum soleiðis kennir sviðan, er Harry Johannesen, kona
hansara, dóttirin og versonurin, sum øll búgva á Toftum
P/F Faroe Seafood, sum átti
og rak fiskavirkini, er farið
á húsagang og soleiðis eisini
Faroe Fish 2, sum eigur seks
ísfiskatrolarar, er eisini
farið. Ógreiða er í løtuni
um landingarmiðstøðina
Kongshavn, men tað felagið
er ikki farið á húsagang
hjá Faroe Seafood