Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 14 Sosialurin Slagorðið er: Kristus inn í hvørt eitt heim Tann 11. desember 1930 var Heimaforbundið stovnað í Tórshavn. Fyrstu leiðararnir vóru Lena Christiansen og Margretha Carlsen og vóru tær leiðarar í 5 ár. Tað vóru nógvar kvinnur sum komu saman hvørt hós­ kvøld kl. 20, tær hugnaðu sær við handarbeiði av ymiskum slagi, og fingu ein drekkamunn, um framt alt arbeiðið í Frelsunarherinum, so var eisini andakt, og vóru tað offiserarnir sum høvdu ábyrgdina har. Í 1935 tóku Maria Olsen og Rasmina Kjærbo við leiðsl­ uni, og høvdu tær ábyrgdina í meiri enn 30 ár. Undir heimsbardaganum gjørdi Heimaforbundið eitt stórt hjálpararbeiði, bundu pløgg og gingu út í hús at hjálpa, nógvar familjur høvdu sjómenn, so tað var nógv ur ótryggleiki undir heims bardaganum, so var gott at fáa vitjan av eini Heima for bunds systir. Eisini varð nógv bundið og bleiv sent til Noregs, ser­ liga Norðurnoregs, tað fór ígjøgn um Reyða Kross og kom takkarbræv aftur frá Noreg. Maria Olsen og Rasmina Kjærbo arbeiddu væl saman, eisini høvdu tær stóra um­ sorgan fyri systrunum sum komu á Heimaforbund. Í 1960 fóru tær frá vegna aldur. Tá var tað Olga Højgaard og Kirstin Joensen sum tóku við. Tað hava altíð samlast nógvar kvinnur til møtini og í 50’unum var serliga væl vitjað. 1968 tók Kirstin so leiðsl­ una saman við Sofíu Jacob­ sen og Amalie Olsen. Í 1971 bleiv Amalie leiðari og Sofía Jacobsen og Johanna Clementsen, Birthe Lena hjálpti og var hon tann sum stóð fyri skemtinum, so sum upp­ lestur, sketsjir, móta fram­ sýn ingum ja, nógv kundi hon finna uppá. Í 1993 er Sofía blivin leiðari og Karin beth Pet ersen og Irena Christ ian­ sen. Ninna Holm var eisini eina tíð kassa meist ari, til hon flutti suður aftur til Vágs og helt fram sum leiðari í Heima for bund inum har, tá tók Inger Hansen við sum kassa meistari. Í 2006 tók Inger við leiðsl uni og Karinbeth helt fram sum varaleiðari, Mari­ anna Højgaard sum kassa­ meistari. Á møtunum er ofta ymisk evnir og tá verður roynt at fáa onkran útifrá at hava tey. Einaferð um árið er Árasølu, tað er burturluting og fer allur peningurin til korps ­ arbeiðið. Missiónskvøld er eisini eina ferð um árið, og sein­ astu ferðirnar hevur verið “”Syngið­við­kvøld” við full­ settum sali og hava tey eydnast avbera væl. Pen ing­ urin sum kemur inn fer til ymisk lond, sum øll Heima­ forbund í Noreg, Íslandi og Føroyum eru saman um. Útferðir hava verið í nógv ár, heimaforbundsystrarnar hava verið busstúrar og so verður farið inn á eina mat stovu at fáa ein góðan døg urða. T.d.: hava tær ver­ ið í Fugla firði, við Gjógv, Tjørnu vík, Vestmanna, í Vág um, Leynum, Hósvík, Klaks vík, Viðareiði og Sand­ oy, kanska okkurt er gloymt men vit hava verið víða um. Tey seinasti árini eru buss­ túr arnir blivnir til kvinnu­ stevnur, har tær hava verið saman eitt vikuskifti og eisini havt vitjan úr Noreg, sum hava leitt og talað. Tá eru kvinnur úr Suðuroy eisini við og tær havt góðar stevnur. Tvær ella tríggjar stevnur hava eisini verið í Suðuroy. Tann fyrsta stevnan var í Runavík, so hava tær verið í Nesvík, Øravík og seinasta ár á Hotel Eiði, ið var ein væleydnað stevna. Nakrar systrar hava verið á stevnu í Noreg á Gejlo og Jeloya. Eisini hevur onkur verið á skeið í Noreg. Heimaforbundið hevur nakrar góðar limir, sum eru aktivar og villigar at hjálpa til á ymiskan hátt og vit ynskja Guds signing fyri komandi tíðir. Leygardagin 11. desember verður Heimaforbundið 80 ár, og veitsla verður hild in fyri limum og avvarð andi við døg urða o.ø. í Frelsun ar­ herinum og koma Brit Kne­ dal, oberstloytn., úr Noreg, og úr Íslandi kemur Marga ret S. Marit, majorur at vera saman um hátíðar dagin. Sunnu dag­ in kl. 11 og kl. 18 koma tær at tala á møt unum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Nøvn Heimaforbundið í Havn 80 ár Leygardagin 11. desember verð ur Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum 80 ár.