Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 16 Sosialurin Góði babba. Í dag fylgdi eg tær til gravar. Á veg til kirkju­ garðin gekk líkfylgið framvið tínum húsum. Húsunum sum tú sjálvur bygdi sum karm um tína familju. Nú er tað tómt. Nú er tað stilt. Nú er tann søgan liðug. Tað er ikki sørt at sakn ur in eftir mammu gerst tvífalt so sterkur nú, tá vit mistu teg eisini. Tá eg var ung og aldrin hevði roynt at missa, og kensl ur­ nar vóru so sterkar, tá kundi eg stúra fyri tí degi, tá eg skuldi missa teg, mín sálar vin. Tá kundi eg ikki ímynda mær hvussu eg skuldi yvir liva tað. Men hevði tann blaðunga Súsanna slopp ið at eygleitt ta 34 ára gomlu Súsannu, sum fylgdi tær til gravar í dag, so hevði hon stór liga undrast. Tí tá lík fylgið gekk frá kapell inum fram við Bryggju bakka, og eg hugdi upp í vind eygað á Fiski manna fe lag num, har tú so trú fastur hevur sitið øll tey 34 árini eg havi livað, so kom ein sjóðandi heit kensla av takk semi og still um friði upp í mær. Eg mátti bara tesk að aft ur og aft ur: “takk babba”. Nú var tú ein rættiliga reell ur maður. Einaferð, tá eg og tú vóru til eina jarðarferð saman, málaði talarin eina púra órealistiska, ljósareyða mynd av lívinum hjá mann in um, ið var deyður. Tá tesk aði tú til mín við einum skálka brosi: “Vælsignaða lova mær, at tá eg doyggi, so mugu tit siga, at mangan gingu bylgj ur nar høgt í lívinum hjá Olafi”. Tí tað gjørdu tær. Í 1990 fór tú á Velbastað og bleiv turrlagdur. Árini eftir hetta mentist okkara tilknýti og gjørd­ ist serstakliga dýrabart. Tá eg sum tannáringur kom heim seint um kvøldarnar, sat tú mangan uppi. Eg spurdi hvat tú gjørdi uppi, og tú segði: Eg havi so góð an sálar frið um kvøld­ ar nar í ein semi, og eg vil ikki fara í song og missa tað. So prát­ aðu vit leingi um ymiskt. Mang an um trúgv ella um bøk ur nar tú ella eg vóru í holt við. Tað var so hugna ligt, trygt og gev­ andi. Takk fyri tað. Tað er mangan soleiðis, at mann ikki skilir nøkur ting, fyrr enn mann hevur mist tey. Tá eg var tannáringur hugs aði eg ofta um, at með an tú megnaði so væl at vera nær ver andi og sita niðri og práta við okk um døt ur nar, so gekk mamma og sták aðist, vask aði og gjørdu mál tíð ir nar. Og eg helt, at hon átti at verið meira sum tú. Átti at siti meira í sofuni og práta um alt og einki. Ikki fyrr enn seinni, tá eg sjálv fekk eitt heim at taka mær av og børn at ansa, skilti eg, hvat fyri megnararbeiði mamma hevði gjørt hvønn einasta dag, so lívið hjá mær, Guðruni og tær skuldi vera lætt og gott. So vit øll skuldu sleppa at siti niðri og njóta løtuna. Tá fór eg at hugsa, at tú átti at verið meira sum mamma. Nústani nú, tá tit bæði eru farin, skilji eg, at tað var júst soleiðis, sum tað skuldi vera. Tí tað var júst so leiðis, tit hvør sær vóru. Tit kompli men teraðu hvørt annað so væl, hvør sær við tykkara ymisku eginleikum. Líka til tað síðsta tá mamma doyði í 2004 og deyðin skilti tykkum sundur. Takk fyri tað. Hóast eg skal liva restina av mínum lívi uttan teg, so hjálpir tað mær so væl, at eg kendi teg so øgiliga væl. Tí undir øllum teimum av bjóðingum, ið eg havi fyri framman, fari eg altíð at kunna ímynda mær, hvat tú hevði sagt við meg um støð una. Tú elskaði at geva mær góður bøkur at lesa, og vakr ar yrkingar at njóta. Og tú komst altíð við smáum við merkingum til mín, sum eg ikki bara kundi ignorera. Sum t.d. tá eg var tannáringur og speglaði mær nógv áðrenn eg fór út, so segði tú: ”hevur tú nú minst til at spegla og fríðka um títt innara menn iskja, tí tað er rættiliga nógv týdningarmeiri”. Ella tá eg fór einsamøll til Kalifornia at búgva sum 17 ára gomul, og tú segði: “ver góð Súsanna, tí so fært tú góðar vinir, lívið er veruliga so einfalt”. Ella tá eg var ung og strídd ist við onkra konflikt ella var stúrin fyri einari próv tøku, so segði tú bros andi, “hoyr góða, tak nøkur veingjasløg upp frá, innstilla kikarin so tú sært tað stóra perspektivið, og spyr so teg sjálva, um hatta veruliga er so altumfevnandi og altav gerandi í teirri stóru myndini, sum tú tá sært”. Tín gudstrúgv var títt akk er og tín barlast, og mang an vóru tað orð frá skrift ini, tú eisini gav mær og Guðruni í gerandisdegnum. ­ Ella frá “honum sjálvum ­ snikk ar an um úr Nazaret” sum tú óhá tíðarliga yndaði at kalla Jesus. Tað vart tú altíð. Óhátíðar ligur. Eisini tá tú hesar síðstu vikurnar lá til tað síðsta, og tú visti tú skuldi doyggja, vart tú forloysandi ironiserandi og skemtaði. Soleiðis prikaði tú hol á, so tann sorgtunga luftin fór úr okkum, sum pass aðu teg á deyðastrá, og vit í staðin grinu í kíki at tær. Soleiðis hjálpti tú okkum gjøg num hesar dagarnar, tá deyð in var komin á gátt. Takk fyri tað. Tú var sera stuttligur og eis ini ungdómmiligur á onkr an hátt. Tú var tann einasti 63 ára gamli maðurin, eg kendi, ið var ajour við nýggjastu MTV hittini, og kundi finna uppá at tríva í eitt Lady Gaga lag ella taka eitt spontant Michael Jackson moonwalk bara fyri at fáa meg at flenna. Ikki so elegant – men øgiliga komiskt! Takk fyri tað. Tú livdi eftir bønini, ið verð ur so nógv nýtt í A.A. “Gud gev mær sálarfrið at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta. Mót til at broyta tað ið eg kann, og vísdóm til at kenna munin”. Eisini av hesum fari eg altíð at vita, hvat tú framyvir fer at siga um tær støður eg fari at koma í. Og eg veit, at tú í verandi støðu sigur við meg, at eg má fáa sálarfrið til at góðtaka deyðan og í staðin spyrja hvat geri eg við tað, sum eg veruliga fái gjørt nakað við. Eg veit, at tú og mamma ynskja fyri meg og Guðrun, at vit í øllum lutum royna at varðveita okkara integritet og okkara hjarta. Tí úr tí gongur lívið út, sum Orðtøkini siga. Takk fyri tað. Eg fari at enda við einari yrking hjá W. H. Auden sum lýsir væl hvussu eg og Guð run kunnu kenna tað. Og sum eg eisini veit, tú hevði elskað. “Funeral Blues” Stop all the clocks, cut off the telephone, Prevent the dog from barking with a juicy bone, Silence the pianos and with muffled drum Bring out the coffin, let the mourners come. Let aeroplanes circle moaning overhead Scribbling on the sky the message He Is Dead, Put crepe bows round the white necks of the public doves, Let the traffic policemen wear black cotton gloves. He was my North, my South, my East and West, My working week and my Sunday rest, My noon, my midnight, my talk, my song; I thought that love would last for ever: I was wrong. The stars are not wanted now: put out every one; Pack up the moon and dismantle the sun; Pour away the ocean and sweep up the wood. For nothing now can ever come to any good. Takk fyri alt. Súsanna Olafsdóttir Skaale Funeral Blues Minningarorð um pápa mín Olaf Johansen Nøvn