Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Jan Ottosen er 33 ára gamal, og hann kemur úr Thy í útnyrðingspartinum av Jútlandi. – Eg samanberi ofta Thy við Føroyar. Vit hava Thisted, har eg búði í 12 ár, áðrenn eg flutti til Før­ oya. Thisted er á stødd við Havnina. So hava vit fiskivinnubýin, Hanst­ holm, og eg haldi, at hann kann samanberast við Klaksvík. Og so hava vit nógvar smærri býir og bygdir, eisini Mors, har eg vaks upp. Mors minnir nógv um Kollafjørð í stødd, so í stødd minnir Thy nógv um Føroyar, greiðir Jan Ottosen frá. Hann hevur lagt tað soleiðis til rættis, at hann kemur at halda jól í Thy, tí sum hann sigur. – Eg vil gjarna hava matin hjá mammu. Vildi sleppa uttanlands Spurdur um, hvussu hann kom í samband við Føroyar og føroyskan hondbólt, greiðir Jan soleiðis frá. – Tað er ein rættiliga stuttlig søga. Eg kenni væl René, sum var hondbóltsvenjari í Føroyum um aldarskiftið. Vit vóru so nakrir, sum sótu og prátaðu eitt kvøldið, hvat vit kundu hugsa okkum at roynt sum venjarar. Tá sigi eg, at eg kundi gott hugsa mær at slopp ið ein túr uttanlands, um tað so gjørd ist í Týsklandi, Svøríki, Noregi ella onkra aðrastaðni var líka mikið. Eina viku seinni ringdi Jákup Dam, sum tá var formaður í KÍF – hetta var eitt ár áðrenn eg kom í starv, sum venjari hjá KÍF . Eg fór so til Føroya, og tá sá eg ein dyst millum KÍF og VÍF, sum KÍF vann. Vit tingaðust so um eg skuldi byrja hetta kappingarárið, men tað bleiv ikki av nøkrum tá. Áðrenn seinasta kappingarár ringdi Árny, sum tá var kassameistari til mín, og spurdi um eg kundi hugsað mær at verða venjari hjá felagnum. Hon gava mær eitt tilboð frá felagnum, og eg segði við meg sjálvan, at eg skuldi taka upplivingina. Tað eru ikki pengarnir, sum gera, at eg eri hondbóltsvenjari. Eg kann liva av tí, og eg fái eina stóra uppliving, sigur hann. Satsar uppá ungar spælarar Jan satsar tilvitað uppá ungar spæl­ arar í KÍF. – Tað eri eg noyddur til. Um tú ætlar at menna føroyskan hondbólt, so er tú noyddur at hyggja eftir tínum egnu spælarum. Eg kundi gott fingið fatur á einum donskum spælara, sum hevði kunnað skorað 15 mál í hvørjum dysti, men ein slíkur kostar nógvar pengar, og tey før oysku hondbóltsfeløgini hava ikki so nógvan pengar. So hví ikki menna sínar egnu spælarar? Um tú hyggur trý ár fram í tíðina, so er tað so einfalt, at fær tann útlendski spælarin ikki sína løn, ja, so er hann farin av landinum, staðfestir Jan. – Sum er fær eingin av spæl ar­ unum hjá KÍF pengar fyri at spæla hondbólt. Teir spæla við hjartanum, sum eg haldi er tað týdningarmesta. Tað hevur so ført til, at KÍF – kanska – í ár kemur at spæla í FM­finaluni. Men tað merkir eisini, at teir kunnu koma at spæla um FM­finaluna mong ár framyvir. Hetta letur seg gera, tí vit hava so nógv ung talent, slær Jan fast. Áhugin er stórur í Kollafirði Jan ásannar, at tað merkist í Kolla­ firði, bæði tá tað gongur við, og tá tað gongur ímóti hjá KÍF. – Tað eru mong, sum vilja práta um hondbólt. Ìfjør spældu vit ein stevnudyst ímóti VÌF um kvøldið, sum vit vunnu, og øll bygdin var uppi at koyra, tí vit høvdu vunnið hendan dystin. Men so byrjaði kapp ingarárið, og vit taptu fimm teir fyrstu dystirnar, tá bleiv tað ikki tosað so ræðuliga nógv um hond­ bólt. Men aftaná vit vunnu dystin í Vestmanna í sætta umfari í farna kappingarári, so hevur verið tosað um hondbólt hvørt vikuskiftið í Kollafirði. Men tað er bara stuttligt, at bygdarfólkið kennir seg sum ein part av KÍF, slær Jan Ottesen fast. Flest áskoðarar Og áhugin sæst aftur á áskoðara­ plássinum, staðfestir Jan: – Vit eru tað felagið, sum hevur flest áskoðarar. Vit hava 300 áskoðarar til allar dystirnar vit spæla, og tá kann tað gera tað sama, um vit spæla á heimavølli ella á útivølli. Vit hava, ið hvussu er 150­200 trúgvar áskoðarar. Og fyri, at tey skulu kenna, at hetta er eisini tykkara lið, so má ein minnast til at geva sær tíð at práta við tey, sigur hann. Jan Ottosen brennir fyri hond­ bóltinum, bæði uttanfyri og innan­ fyri vøllin. Í jólagávu ynskir hann sær, at KÍF staðfestir 2. plássið, og heldur tað aftaná nýggjár. heris@sosialurin.fo Pengar dríva ikki verkið hjá Jan Hondbóltur Ungi venjarin hjá KÍF valdi at gerast venjari í Føroyum, fyri at fáa eina øðrvísi uppliving. Hann hevur bevíst valt at satsa uppá ungar spælarar, tí uttan teir verður eingin menning í føroyskum hondbólti