Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Hvønn dag fram til jóla hevur bold. dk, danska fótbóltsheimasíðan, eitt slag av jólakalandera, har teir tosa við danskar fótbóltsspælarar um teirra ævintýr uttanfyri Danmark. Í dag, 6. desember, verður tosað við Henrik Larsen, sum var venjari á føroyska fótbóltslandsliðnum frá 2002 til 2005. Tá Henrik Larsen tók av venj ara­ tilboðnum frá føroyska Fót bólts­ sambandinum, var hann venjari hjá Ølstykke í tribðestu donsku fót bóltsdeildini. – Tá eg var venjari í Ølstykke hugsaði eg viðhvørt, at leikararnir ikki kundu geva seg meira enn tað sama. Men føroyingarnir vóru nógv meira stríðssinnaðir, og tað kundu fleiri við danska reyðarótapassinum lært nakað av, sigur Henrik Larsen við bold.dk. Sambært honum var hugburðurin hjá føroysku leikar­ unum nakað heilt serligt. – Tað var ein góð uppliving at venja landsliðið. Har vóru nakrir mans, sum ótrúliga gjarna vildu spæla fótbóltbólt og góvu alt, teir høvdu undir venjing og til dystirnar. Teir valdu ongantíð løttu loysnina og høvdu altíð fokus. Teir vildu spæla á landsliðnum og gjørdu tað eisini sera gott í fleiri dystum. Teir hava ein ótrúligan stoltleika yvir fyri landinum og tað sæst aftur á vøllinum og mátanum, teir fara inn í nærdystir upp á. Teir geva alt, teir eiga og í so máta var tað fantastiskt, ljóða rósandi orðini frá Henriki Larsen. Bold.dk hevur spurt fyrrverandi venjaran á fótbóltslandsliðnum, hvørjar leikarir imponeraðu hann, meðan hann var knýttur at lands­ liðnum. Tá nevnir Henrik Larsen menn sum Jón Róa Jacobsen, Julian Johnsson, Jákup á Borg og mál verjarnar báðar Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen. Øll bjóðaðu kaffi Í Føroyum hefti Henrik Larsen seg eisini við føroyska gestablýdni. – Líkamikið hvar eg hugdi eftir fótbólti í Føroyum, so bleiv eg altíð bjóðaður inn til ein kaffimunn, har eg kundi fáa hitan aftur. Veðrið var ikki altíð eins gott, men gesta­ blýdni har upplivir tú ikki nógva aðrastaðni, greiðir Henrik Larsen bold.dk frá. Somuleiðis sigur Larsen, at natúran er nakað heilt serstakt, tá hyggur eftir fótbólti Føroyar. – Flestu bygdirnar hava ein graslíkisvøll, so har eru góðir møgu­ leikar fyri at spæla fótbólt. Men tað eru ikki so nógvir leik arar at velja í millum, og kanst tú illa annað enn lata teg imponera av úrslitunum, føroyska fótbóltslandsliðið fær, sigur Henrik Larsen, sum stóð við róðrið, tá Føroyar spældu 2­2 í móti Skotlandi og mundu javna í móti Týsklandi, tá vit taptu 2­1. – Vit vóru nær við at skapa heilt góð úrslit og fingu eisini javnleik í móti Skotlandi. Tað var við rygg­ inum í móti múrinum hvønn ein­ asta dyst, sigur Henrik Larsen. Fótbóltssambandið spardi Henrik Larsen hevur í ógvuliga stóran mun bara gott at bera Før­ oyum og føroyingum. Men har eru eisini onkrar hendingar, sum kundu verið øðrvísi, sigur Henrik Larsen við bold.dk. – Allan Simonsen hevði verið áðrenn meg og fingið skil upp á tingini. Men viðhvørt vóru vit eitt sindur óhepnir í samband við okkara uttanlandsferðir, sigur Larsen. Hann greiðir, at Fótbólts­ sambandið hevði bílagt ferða seðlar við einum láprísfelag, tá lands­ liðið skuldi til Írlands frá Kypros. Flogfarið varð síðani avlýst, ferða­ lagið mátti gista á hotel. – Vit skuldu lenda í Írlandi sunnu kvøld, men vóru frammi týs­ morgun og skuldu spæla mikudag. Í hálvleikinum vóru aftanfyri 3­0. Tá funnu teir helst út av, at bíligu loysnirnar ikki altíð eru tær bestu, heldur Henrik Larsen. Ein onnur søga, sum eisini hevur bitið seg fastan í minni hjá Henriki Larsen, er topphúgvan hjá Jens Martin Knudsen, sum hann altíð spældi við. – Vit skuldu spæla á útivølli í móti Sveits í 35 hitastigum og hann vildi hava húgvuna á. Men und ir dystinum misti hann nógva vætu og at enda varð hann heilt bláur í høvdinum, ljóðar tað frá Henriki Larsen, sum í dag er ung­ dómsvenjari hjá Lyngby. – Men eg vildi fegin hildið fram sum venjari har nøkur ár aftrat. Tey ynsktu tó at fáa ein lokalan venjara, sum búi í Føroyum, sigur Henrik Larsen, sum varð loystur av av Jógvan Martin Olsen, ið eisini var hansara hjálparvenjari. – Tað vóru nøkur sera góð fólk, eg arbeiddi saman við, slær Henrik Larsen fast. Danir kundu lært nógv av føroyingum Fótbóltur Henrik Larsen, gjørdist ovfarin av stríðsviljanum hjá føroyingum, tá hann tók við sum venjari á fótbóltslandsliðnum og sigur, at Jón Rói Jacobsen, Julian Johnsson og Jákup á Borg imponeraðu hann sum venjara Henrik Larsen var venjari á føroyska fótbóltslandsliðnum frá 2002 til 2005. Hann vildi gjarna, at hetta tíðarskeiðið var nøkur á longri, sigur hann sambært bold.dk Savnsmynd