Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin F øroyskt R íkidømi Í triv S angir K ul A lvinur R øtur K veikjandi U ngdómur L ivandi A bbaligt R okkur R øddir Ø ðrvísi T ónleikur U ppaling R ytmur Jólaaftan í KFUK Vit eru nøkur, sum halda jólaaftan í KFUK. Eingin orsøk er til at sita einsamallur jólaaftan, so øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, og hetta tiltak er ókeypis. Jólahaldið byrjar klokkan 19.00 Áhugað kunnu tekna seg og fáa nærri at vita hjá Louisu í KFUK tlf. 311928 / 211824 Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 21. desember á middegi. Mikudagin eru 30 ár liðin, síðani poppstjørnan John Lennon varð skotin í New York. Sum annar oddamaðurin í The Beatles var John Lennon í 1960’unum idol hjá ungfólki kring allan heimin. Hann var eisini provokatør og rebellur, og sum einstaklingur í 1970’unum skapti hann fantastiskan tónleik og var frammi við politiskum sjónarmiðum. Í sambandi við 30 ára dagin fyri drápið tosa vit við Súna Merkistein og Una Arge um John Lennon, um tónleikin hjá honum, og um orsøkina til, at hann varð dripin. Vit fáa eisini vitjan av Rana Nolsøe, sum fer at siga sína hugsan um Lennon og spæla ein Lennon-sang live. Fólk fáa eisini høvi at ynskja sær Beatles- og Lennon-sangir, og tvey atgongumerki til Lennon-konsert í Norðurlandahúsinum verða burturlutað. 30 ár síðani skotini í new York Rás2 Mikudagin kl. 9-12