Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein elbilur kosin ársins bilur í Evropa. Tað vóru tilsamans 57 evropeiskir motorjournalister, sum skuldu tilnevna European Car of the Year 2011. Í grundgevingunum fyri at tilnevna Nissan Leaf til ársins bil verður m.a. sagt, at bilurin er brúkaravinarligur og eitt frambrot innan elbilar. Nissan Leaf kann koyra upp til 175 km upp á eina løðing. Sølan av bilinum byrjar nú í desember í Japan og USA, meðan sølan í Evropa byrjar í 2011. Í sendingini Vinnu- & Bilradio verður vitjað á fakmessuni hjá FTZ í Odense Congress Center, har samrøður eru við nakrar av framsýnarunum um ymiskar spennandi nýggjheitir til bilar. Í vinnuinnslagnum er samrøða við Jens Sørensen stjóra í FTZ, sum er størsta eykalutafyritøkan í Danmark og hevur tvær deildir í Føroyum. Eisini er samrøða við Óla Olsen, ið m.a.fortelur um tá hann koyrdi hýruvogn á bilstøðini Auto saman við Sverra Djurhuus, sum hann hevur skrivað bók um. Hósdagin 9. desember kl. 17.10 Vinnu- & bilradio á Jens Sørensen Óli Olsen Elbilur ársins bilur í Evropa Elbilurin Nissan Leaf er kosin ársins bilur í Evropa 2011 SsangYong Korando kemur á evropeiska marknaðin í 2011 Indarar keypt SsangYong Eftir at bilmerkið Ssang­ Yong mest sum hev ur lig­ ið í dvala í eina tíð, hev ur indiska bil kon ser n in Ma­ hin dra & Ma hind ra Ltd. nú yvir tik ið suður kor­ eansku bil verk smiðju na. Indarar eiga 70 prosent av partapeninginum í SsangYong, og fram­ leiðs l an heldur fram við nøkrum av teimum ken du modellunum. Æt­ lan in er eisini at víðka fram leiðslu na til nógv ymisk nýggj modell. Tann fyrsti nýggi SsangYong verð ur Korando, sum er designaður í Ev ro­ pa til evropeiska mark­ nað in. Korando, ið kem­ ur á marknaðin í 2011, verður at fáa við í ymisk­ um útgávum og ein um nýggjum Euro5 diesel­ motori við 175 hk.