Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 4 Sosialurin Randi Jacobsen Føroyski fólkaskúlin er ov vánaligur. Tað kann stað­ festast út frá úrslitunum av PISA­kanningini, sum gjørd varð í fjør av kunnleikanum hjá 9. floksnæmingunum. Úrs lit ini vórðu kunngjørd í gjár. Kanningin hesa ferð legði høvuðs dent á lesing, at duga at lesa tulka og fáa burturúr. Hesa ferð luttóku 66 lond í kanningini og so Føroyar í sam star vi við Danmark. Luttøkan millum før oys­ ku næmingarnar var stór, út við 95 prosent. Føroysku úrslitini eru ikki nakað at reypa av. Vit ligg ja langt aftan fyri øll hini Norð­ ur londini og á støði sum eitt nú Bulgaria, Dubai og Serbia. Meira enn en triðingur av næm ing unum dugdi so illa at lesa, at tey ikki eru før fyri at útbúgva seg víðari ella at røkja mong vanlig størv. Genturnar fremri Kanningin vísir, at gent ur nar du ga væl betur enn dreing ir­ nir at lesa, men drein g ir nar standa seg betur í støddfrøði og náttúru vís ind um. Viðmerkjast kann her, at onk ur lærari hevur alment sagt, at fólkaskúlin er ein gentu skúli. Áhugin fyri at lesa til stutt leikar er lítil millum før­ oysk ar næmingar, og serliga illa tíma dreingirnir at lesa. Greitt samband er millum, hvus su væl næmingarnir duga, og útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum. Samband er eisini millum tal av bókum heima og lesiførleikan hjá næm ing unum. Jú fleiri bøk­ ur foreldrini eiga, jú betur duga næmingarnir at lesa. Eitt áhugavert úrslit er, at dreing ir, sum hava foreldur við høgari útbúgving, duga næstan líka væl sum gent ur­ nar at lesa, og teir duga bet ur enn genturnar í stødd frøði og náttúruvísindi. Í stødd­ frøði koma teir heilt upp ígjøgnum. Pengar eru ikki alt Einki samband tykist vera mill um, hvussu nógvan pen­ ing samfelagið brúkar til skúlaverkið og úrslitið. Før­ oy ar brúka næstan somu upp hædd til hvønn næming sum Danmark, men Korea, sum stóð seg best í PISA­ kann ing ini, játtar nógv minni av peningi til skúlaverkið. Helena Dam á Neystabø, lands stýriskvinna segði, tá ið hon kunnjørdi úrslitini, at tað rætta er, at næmingar læra at lesa, tá ið teir hava ging ið tvey ár í skúla. Fleiri skúlastjórar hava við merkt, at tað eru ov fáir lærarar við førleika í náttúru vís ind um. Fleiri halda eisini skúlarnar vera ov illa útgjørdar við tól um til undirvísingina í nátt úru­ vís ind um. Trot er eisini á lærarum í stødd frøði. Sum Helena Dam á Neysta bø nevndi undir fram løgu ni, er tað ein farin tíð, at ein lærari skal kunna duga alt og undirvísa í øllum læru grei n um. Málið má tí vera størri skúlaeindir. Vánaligt tilfar og ófriður Helvtin av skúlastjórunum hava viðmerkt, at undir vís­ ing ar tilfarið í føroyskum og í støddfrøði ikki er nóg gott. Skúlastjórar nevna eisini skulk sum eina forðing, meira enn helvtin nevna ófrið sum forðing fyri góðari undir vísing, og teir gremja seg um vantandi virðing fyri lærar un um. Trot er á stuðulsfólkum í skúlanum, og meira enn triði hvør skúlastjóri heldur, at næmingarnir ikki verða eggj­ aðir at røkka so langt, sum teir hava gávur til. Fleiri nev­ na happing sum eina forðing. Helena Dam á Neystabø ku n di hugsað sær, at onkur fór at granska í, hví føroyskir næm ingar duga so illa at lesa. At lesa er lykilin til alt ann að. Foreldur svíkja Ein miðvís lesiætlan fyri yngru flokkarnar hevði eisi­ ni komið væl við. Landsstýriskvinnan kom eisi ni inn á, at meira má krevj ast av foreldrunum, og hon kundi hugsað sær ein sátt mála millum skúla og for eld ur, so foreldrini gjørdu meira við at lesa saman við børn um sínum og eggja teim­ um til at nema sær vitan. Dumpaðu aftur í pISa Úrslitið av Pisa-kanningini er eitt spark til føroyska fólkaskúlan. Hóast úrslitið var frægari enn í kanningini av 9. floks næmingunum fyri trimum árum síðan, liggja vit langt aftan fyri hini Norðurlondini og í niðasta triðinginum av øllum londum í kanningini Randi Jacobsen Í gjár, tá ið PISA­úrslitini vóru kunngjørt, komu úrs lit ini av úrslitinum fyri landsroyndirnar í vár al ment fram. Tær royndirnar geva eina hugaligari mynd av, hvat føroyskir næmingar duga. Roynd irnar, sum gjørdar verða hvørt ár, eru fyri næm ingarnar í 4. og 6. flokki, og tær fevna um føroyska fyrisøgn, føroyska mál­ læru, at lesa og skilja tekst, stødd­ frøði og náttúru og tøkni. Bólkurin av næmingum, sum ikki eru stinnir í náttúru og tøkni, er vaksandi. Fyrsta alndsroyndin var í 2008, og úrslitini í ár vísa, at flestu næmingar duga væl, og at framgongd hevur verið síðan 2008 bæði í 4. og 6. flokki. Tó er aftur­ gongd í nøkrum førum. Bólkurin av næmingum, sum ikki eru stinnir í náttúru og tøkni, er tó vaksandi. Landsroyndin hugaligari Tað gongur rætta vegin við kunnleikanum, vísir landsroyndirnar fyri 4. og 6. flokk Triðja hvørt ár eru næmingarnir í níggjundu flokkunum til PISA-roynd