leygardagur 16. februar 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 33 - 16. februar 2002
Nr. 33 - 16. februar 2002
43
HEILSANIR
Góðu Dánjal og Danvør á Urmagerstien 18
Hjartaliga tillukku á 12 og 6 ára døgunum tann 17. og 19.
febr. Eisini ein heilsan til Viggo og Joen Hendrik.
Heilsan, omma og abbi
Góða, elskaða, søta
Súsanna
Langomma vil ynskja tær
hjartaliga tillukku á tínum
1 ára degi 15. febr. Harrin
vælsigni tína framtíð.
Heilsan, langomman
P.S. Langommu leingist
illa eftir tær.
Góða, elskaða omma
Hjartaliga tillukku við tí
runda føðingardegnum 16.
febr. og alt tað besta í
framtíðini. Gleða okkum at
koma heim at feira dagin
saman við tær.
Kærar heilsanir frá okk-
um í Danmark, Anna
Sofía
Góða, fitta Rakul
Tillukku við 2 ára degnum
ynskja
Hørður, Lý, Tóki, Urd
Góðu tit báðir
Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum 7. og 15.
februar.
Heilsan, mostir og Jonhard
Góðu omma og abbi
Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardøgunum 16. og 24.
febr.
Bestu ynski, Rói
Góði John Dávur
Hjartaliga tillukku við teimum 21 árunum. Her eru tit
báðir cool.
Heilsan, Bergur
Góðu tit báðir
Hjartaliga tillukku við føð-
ingardøgunum ynskja
mamma, omma og abbi
Góða, elskaða Fríða
Hjartaliga tillukku við 1
ára degnum. Alt tað besta
ynskja
omma, abbi og mostir
Góði John Dávur
Hjartaliga tillukku við
degnum 15. febr. Altíð
hava vit verið so væl.
Heilsan, lítli beiggin
Góði, allarbesti Eivind
Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum 17. febr. Eisini
tillukku við arb. Vit ynskja tær alt tað besta í framtíðini.
Hetta var ein minniligur túrur.
Foreldur og systkin
Góðu Bárður og Borgar
Hjartaliga tillukku við 8 og 11 ára døgunum 20. jan. og
16. febr. Alt tað besta ynskja vit tykkum.
Heilsan frá mammu, abba og Elin Mariu
Góða, elskaða Súsanna
Hjartaliga tillukku við tín-
um fyrsta ári. Jesus pápi
signi framtíð tína.
Kærastu heilsanir frá
ommu og abba í Sumba
Góða, elskaða dóttir
Hjartaliga tillukku við
tínum 1 ára degi 15. febr.
Má Harrin vælsigna fram-
tíð tína. Okur elska teg
sooo nógv.
Kærastu heilsanir frá
mammu og pabba
Hjartaliga tillukku.
Nær skulu vit koma ???
Heilsan vit á PHT.
Føstugudstænastur
leygardagin
Vesturkirkjan: kl. 15, deyva-
gudstænasta, altarg., Jónsvein
Bech
1. sunnudagur í føstu
Vesturkirkjan: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur
D. Joensen
Argja kirkja: kl. 11, altarg.,
Heri Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, lestur
Nólsoy: kl. 12, Bjarni Bæk
Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg.,
Martin R. Jacobsen
Søldarfjørður: kl. 11,
Meinhard Bjartalíð
Sumba: kl. 12,
Hov: kl. 16, M. Telling
Christianskirkjan: kl. 11,
altarg., Niels Pauli Danielsen
Kunoy: kl. 12, altarg., Hans
Eiler Hammer
Svínoy: kl. 12, Elsa Funding
Sandavágur: kl. 12, føstu-
gudstænasta, kl. 18 David
Johannesen
Norðskála: kl. 11.40, skrifta-
mál, kl. 12 messa
Eiði: kl. 17, messa, Emil
Olsen
Sjóvar kirkja: kl. 12, John
Myllhamar
Oyndarfjørður: kl. 12, altarg.,
Jógvan Fríðriksson
Skopun: kl. 12, altarg. Jákup
R. Hansen, felagskórið syngur
Hellur: kl. 15, Bergur D.
Joensen
Hvalba: kl. 12.15, altarg.,
Øravík: kl. 17, altarg.,
Jónsvein Bech
Søldarfjørður: kl. 11,
Meinhard Bjartalíð
Leirvík: kl. 12, Uni Næs
Kvívík: kl. 12, M. Bæk
Sørvágur: kl. 12, altarg., I. P.
Dam
Tjørnuvík: kl. 12, Hans J.
Joensen, biskuppur.
Talvan gongur fyri Heima-
missiónina í Hvalba, Øravík
og Oyndarfirði
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti,
Jørundur Hansen, trúboðari í
Grønlandi talar. Øll eru
vælkomin. Kl. 21 Útimøti.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 11 Altar-
gangsgudstænasta v/ Hera
Joensen, kl. 14 Familjumøti v/
Effie Campell, Tórshavn.
Gentukórið í Meinigheitshús-
inum í Havn syngur. Børnini
fáa okkurt gott. Kl. 18 Møti
v/ Malmberg Olsen, Strendur.
Argjakórið syngur. Innsavnan
fyri Heimamissiónina.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Breyð-
bróting – ímeðan verða
smábørn ansaði í lítlasali. Kl.
12 Sunnudagsskúli, kl. 18
Sangfundur við felagssangi
og sangkórinum í Hebron.
22.-24. februar verður møti-
røð í Argja skúla. Svenning av
Lofti talar. Barnamøti somu
dagar við luttøku av klaks-
víkingum.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Petur
Jacob Sigvardsen. Evni:
Dandadrongurin.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla
kl. 14 Sunnudagsskúli, kl.
17.30 Bøn og kl. 18 Møti við
Peter Helms úr Hollandi o.ø.,
sum hava luttikið á mans-
stevnuni í vikuskiftinum.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti á Brekku 3. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Vikuskiftismøti við vitjan úr
Suðuroynni fríggjadagin og
leygardagin kl. 20, drekka-
munnur.
Sunnudagin kl. 11 møti, kl.
14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bøn og kl. 18 Møti. Ymiskir
talarar. Øll eru vælkomin.
Rhema á Hálsi
Mána-, týs- og mikukvøldið
kl. 20.30 Bønarmøti.
Fríggjakvøldið kl. 18-19.30
A.T.A.P. Kids. Kl. 22 Bønar-
nátt.
Sunnudagin kl. 17 Møti og
Sunnudagsskúli. Øll eru
vælkomin.
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorarbeiði fyri 6. flokk og
eldri.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Thomas Thiomassen.
Mánakvøldið kl. 20 venur
Manskórið.
Katólska kirkjan
Øskudagar – messa verður í
Mariukirkjuni mikukvøld kl.
19.30.
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardagin kl. 8 messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa í
Mariukirkjuni. Kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti,
kl. 17 Familjugudstænasta.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin. Møtiskráin hjá Fila-
delfia sæst á heimasíðu
okkara: www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17 Møti.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18 evangel.
møti.
Mánadagin kl. 20 Húsmøti
hjá Odnhild og Jarvild.
Týskvøldið kl. 20.30 Opið
hús fyri ung.
Telefonandaktin 424 741.
Vestmanna Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 17.30 Barna-
ringurin, Jórun og Nurlan
greiða frá arbeiðinum í Kiev.
Zion, Kollafjørður
Møtirøðin við Høgna
Johannesen og Janus
Gunnarson verður hóskvøldið
og leygarkvøldið kl. 20 og
sunnukvøldið kl. 18. Evni:
Missión, evangelisering,
veking og nútíðar atsókn.
Filmur verður vístur og sang-
luttøka verður úr Havn.
Hvalvíkar missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Jógvan Lamhauge, Skopun.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Losjan, Gøta
Hjartaliga vælkomin til ein
tíma við bíbliuni sunnudagin
kl. 19.30 v/ Karen J. Lund og
Inger J. Hildershavn.
Gøta
Ungdómsmøti verður í
kirkjukjallaranum í kvøld kl.
20, har Andreas Andreassen
luttekur. Í sambandi við
missiónsvikuna verður felags
ungdómsmøti mánakvøldið
18. kl. 20. Hans Kristian og
onnur av Skála luttaka. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Siloa, Fuglafjørður
Evagel. fundur verður sunnu-
dagin kl. 18, Levi Joensen og
aðrir tala. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Lívsins Orð
Sunnudagin kl. 10.30 Møti v/
Pola Jacobsen.
Mánadagin kl. 17 Liljurnar.
Mikukvøldið kl. 20 Húsmøti.
Hósdagin kl. 18 Tim. 5.
Fríggjadagin kl. 17.15 Barna-
møti. Øll eru vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Alpha og Beta skeið byrjar
hóskvøldið kl. 20.
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Maibritt Frederiks-
berg.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Paula Høj o.fl. Barnamøti kl.
17.
Soli Deo Gloria
Hósdagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 20 Bíbliu-
tími/Bøn.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið kl. 20. Allar
kvinnur eru vælkomnar.
Missiónshúsið í Skopun
Missiónsvikan heldur fram. Í
kvøld kl. 20 Møti við Kajberg
Davidsen og Sigfred
Johannesen, Felagskórið
syngur.
Sunnudagin kl. 12 altar-
gangsgudstænasta við Jákup
R. Hansen, presti. Felagskórið
syngur. Kl. 15 Familjumøti
við Thomas Thomsen, Krist-
Bjørg og Eydna syngja. Kl.
18 møti við Jacob Hendrik
Hansen. Manskórið syngur.
Innsavnan verður til húsið.
Aglow, Suðuroy
Møti verður leygarkvøldið kl.
20 í Café One Way. Allar
kvinnur eru vælkomnar.
Missiónshúsið, Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Bønar-
møti verður hálvan tíma áðr-
enn møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Møti í Fjallbrúður
kl. 18, Sámal, Fredrik o.o.
luttaka.
Mánadagin kl. 20 Heimafor-
bundið – fyri allar kvinnur.
Føroyahúsið
Leygarkvøldið 23. febr. kl. 19
skipar Kristnastova fyri
Gospel Café í Føroya-
húsinum. Á skránni verður
tónleikur, sangur, vitnisburður
v.m. Ókeypis te, kaffi og
køkur. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
TILTØK
3. januar fingu Katrin Gregersen og Jens Eliasen, Syðru-
gøta, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4500 gr.
24. januar fingu Elin og Jens Wang, Hoyvík, ein son.
Hann var 57 cm. langur og vigaði 4250 gr.
7. februar fingu Mai-Britt og Per Holm Andersen, Oyri,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2955 gr.
8. februar fingu Janneth Heinesen, Skála og Kári Peter-
sen, Strendur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3815 gr.
9. februar fingu Tania Ørvarodd og Gunleif J. Bjartalíð,
Sandur, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2655
gr.
10. februar fingu Anetta og Sri S. Jacobsen, Miðvágur,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2950 gr.
10. februar fingu Rosa og Eynar-Martin Kjærbo, Skopun,
ein son, ið eitur Andrias. Hann var 48 cm. langur og vigaði
2820 gr.
11. februar fingu Laurina Niclasen og Bárður Olsen,
Argir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4300 gr.
11. februar fingu Erika L. og Leif Petersen, Oyndarfjørð-
ur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr.
13. februar fingu Laura Vinther og Jóanes Árting, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr.
13. februar fingu Poulina Djurhuus og Jan Jacobsen, Tórs-
havn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3100 gr.
13. februar fingu Elisabeth Olsen og Heini Jón
Rasmussen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3800 gr.
FØÐINGAR
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi.
Heb. 13,14
Eitt og hvørt menniskja, sum brúkar sítt skil, má skriva undir sann-
leikan í fyrru helvt av hesum ørindi: Vit hava her ikki verðandi stað.
Hvørja løtu, sum fer, hvørja ferð sekundvísarin flytur seg, andast ein
mongd av menniskjum kring heimin. Og ein dag eru boð eftir okk-
um. Vit eru ikki støðufuglur, men flytifuglur. Vit eru sum tey, ið
búgva til leigu, og sum longu eru uppsøgd og bara bíða, ofta í óvissu,
eftir degnum, tey mugu flyta.
Vit kunnu kanska harmast um, at soleiðis er lógin fyri okkum øll:
Vit verða fødd til at doyggja. Tað kann vera nakað í okkum, sum
harmast um hetta og mótmæla tí. Men broyta nakað hesum viðvíkj-
andi kunnu vit ikki. Tað liggur heilt uttanfyri okkara møguleikar. Tá
ið ein gudleysur kongur í Danmark einaferð segði tey kendu orðini:
»Lat Várharra hava sítt himmiríki, havi eg bara Gurra«, so kundi
hann við hesi støðu kanska frásiga sær himmiríki, men hann fekk ikki
um ævir rætt til Gurra. Tað gekk ikki við hesum uppskoti hansara,
hvussu inniliga hann so ynskti sær tað. Saman við øllum skapningin-
um á fold varð hann noyddur at boyggja seg fyri tí lóg, sum er gald-
andi alt livandi: Vit verða fødd til at doyggja; vit hava her ikki verð-
andi stað.
Men latið okkum hoyra seinnu helvt av ørindinum: Men vit søkja
tann komandi, tí í hesi játtan møta vit tí kristiliga, tí, sum ikki er av
hesum heimi.Vit sláa okkum til til tols undir deyðans lóg; men vit
søkja, søkja at fáa atgongd til hin himmalska staðin, hvørs byggi-
meistari og grundleggjari er Gud. Jú, hetta er tað kristliga, og tað, ið
er eftir Guds hjartalagi.
Í kristinlívinum, har tað er satt og ekta, er álvara í hesi játtan:
Heimurin fer til grundar við øllum, sum í honum er, alt í honum er
undirlagt forgongiligleikans lóg. Men hendan ásannan hevur føtt eina
inniliga tráan eftir tí æviga, nøkrum, sum um ævir ikki ferst.
Tí játta vit á pílagrímsferð okkara gjøgnum heimin: »Vit hava her
ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi«. Amen
J. S. Myllhamar, trúboðari
ANDLÁT
08. februar
Jógvan Hansen, ættaður úr Norðagøtu, búsitandi í Havn,
84 ár.
09. februar
Jacobina Joensen, vanliga nevnd Bina, ættað úr Gjógv,
búsitandi í Haraldssundi, 79 ár.
Anna Seyer Hansen, Tórshavn, 85 ár.
Marianna Haraldsen, ættað av Selatræ, búsitandi í
Sandavági, 92 ár.
Hjarni Jacobsen, ættaður av Morskranesi, búsitandi í
Keypmannahavn, 64 ár.
10. februar
Eskild Jespersen, Tvøroyri, 82 ár.
11. februar
Hilda Samuelsen, Haldórsvík, 82 ár.
12. februar
Kjartan Jacobsen, Kaldbak, 78 ár.
Finnur Olsen, Tórshavn, 66 ár.
Olga Gaardlykke, Lamba, 70 ár.
7. februar fingu Dorthe Pedersen og Súni Christiansen,
Tórshavn, búsitandi í Nørresundby, Danmark, eina dóttur.
Hon var 54 cm. long og vigaði 3720 gr.
C
M
Y
K
43
42