Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen – Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og føroyingar hava arbeitt nógv fyri norð­ menn, bæði umborð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn okkum onga væl­ vild. Hetta vístu eisini sein­ astu samráðingarnar um fiski veiðiavtalu landanna mill um. Tað sigur Árni Dam, russ­ iskur konsul í Føroyum, nú norðmenn enn einaferð brúka árligu fiskiveiðiavtaluna sum jarnbrot fyri at trýsta før oy­ ingar í býtinum av makrel­ kvotuni. Føroysku umboðini fingu einki burtur úr sam ráð ing­ unum um sínámillum fiski­ veiðirættindi við norðmenn á fundi í vikuni. Ikki so óvæntað brúktu norðmenn fiskiveiðiavtaluna fyri 2011 sum jarnbrot fyri at trýsta føroyingar í spurn­ inginum um býtið av felags­ kvotuni av makreli. Hetta hava norðmenn gjørt áður, og tí var tað held­ ur ikki óvæntað, at teir eisini fóru at gera tað hesaferð. Á rættari kós Árni Dam er sera fegin um fiskiveiðiavtaluna, sum Før oyar og Rusland undir­ skrivaðu herfyri og sum gev­ ur føroyingum eitt enn betri býti enn áður, hóast vit lítlan og ongan svartkjaft høvdu at lata. – Jú, eg eri sera fegin um, at viðurskiftini landanna millum nú eru í lagi aftur eftir tað, sum hendi, tá Skála­ berg varð tikin og kom at liggja leingi í Murmansk. Árni Dam er onga løtu í iva um, at føroyingar hava nógv meiri at heinta hjá russum enn hjá norðmonnum, tí hetta er so ofta komið til sjónd ar áður. – Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og før­ oyingar hava arbeitt nógv fyri norðmenn, bæði um­ borð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn før oy ingum onga vælvild. Hetta vístu eisini seinastu sam ráðingar um sínámillum fiski veiðiavtalu, sigur Árni sum heldur, at Føroyar og Rus land veruliga áttu at ment samstarvið landanna mill um enn meiri. Árni Dam hevur áður nevnt fleiri økir, sum hann heldur kundu verið áhuga­ verd at samstarva um, og hann hevur eisini spurt, hví føroyingar ikki keypa olju úr Ruslandi. vilmund@sosialurin.fo Samstarvið aftur á rættari kós SAMSTARV Árni Dam er helst tann føroyingurin, sum hevur verið heitastur talsmaður fyri enn størri samstarvi við russar. Nú nýggj fiskiveiðiavtala er undirskrivað við russar, samstundis sum samráðingarnar við Noreg endaðu úrslitsleysar, er hann enn meiri sannførdur um, at Føroyar og Rusland eiga at samstarva enn meiri Eg eri sera fegin um, at viðurskiftini millum Føroyar og Rusland nú eru í lagi aftur ÁRNI DAM – Føroyar og Rusland áttu veruliga at ment samstarvið landanna millum enn meiri, heldur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum Vilmund Jacobsen Í gjár fingu fólk, sum eru vorðin arbeiðsleys á Faroe Seafood í Runavík, upp søgn í hølunum hjá Arbeiðara­ felagnum Hæddini, sam­ stundis sum tey fingu fylt út umsóknarblað til ALS og Al mannastovu. Karla Einarsson, for­ kvinna í Hæddini, sigur, at høvi var hjá fólki at koma eftir uppsøgnini millum klokk an 13 og 16 í gjár. – Øll møttu ikki í dag, men tey vóru nógv, sum vóru inni á gólvinum. Tað var umboð fyri búgvið eftir Faroe Seafood, sum handaði teim­ um uppsøgnina, og síðan vóru umboð fyri Hæddina, Arbeiðs loysiskip anina og Al­ manna stovuna, sum hjálptu fólki við umsóknar bløðum. Karla sigur, at øll tey, sum fingu uppsøgnina og fingu fylt út umsóknarbløð, nú ikki nýtast at gera meiri við hetta. – Millum tey, sum møttu, vóru eisini útlendingar, sum ikki hava permanent arbeiðs­ loyvi í Føroyum, og hesi vórðu hjálpt av Almannastovuni, so tey eisini fáa síni rættindi. Karla sigur, at nógvir limir í Arbeiðarafelagnum Hæddini hava mist arbeiði, nú Faroe Seafood í Runavík er latið aftur, og óvissa enn er um landingarmiðstøðina Kongshavn. – Tey, sum starvast hjá Kongs havn, fingu tó ikki uppsagnarbræv í dag, leggur hon aftrat. Karla sigur, at tey eis ini fingu kunnað tey arbeiðs­ leysu um treytirnar við trygg ingini, sum tey hava hjá Før oya Arbeiðarafelag. – Her er tað soleiðis, at eru fólk arbeiðsleys í meiri enn tríggjar mánaðir, noyð­ ast tey at syrgja fyri inn­ gjald inum sjálvi, um tey ikki skulu detta úr trygg­ ingini, sigur forkvinnan í Arbeiðarafelagnum Hædd­ ini. Hon leggur aftrat, at eini 140 fólk arbeiddu hjá Faroe Seafood í Runavík, tá mest var at gera, og ein fittur partur av hesum eru Skála- fjørðurin er hart raktur ARBEIÐSLOYSI Nú Faroe Seafood í Runavík og Faroe Seafood á Toftum eru afturlatin, samstundis sum seks ísfiskatrolarar eru lagdir, er eysturarmurin á Skálafjørðinum hart raktur