mikudagur 8. desember 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
Sosialurin
Ein føroyskur spælari,
sum hevur spælt við
í
Keno-spælinum
hjá
Danske Spil, vann hálva
mill ión krónur og fekk
har við
eina
jólagávu
tíðliga í ár.
Hepni vinnarin, sum er
úr Vestmanna, hevði gjørt
eina íløgu á 300 krón ur
– og gjørdist við Keno-
spælinum seinasta sunnu-
kvøld hálvur miljóningur.
Hann hevði keypt seð-
ilin á Magnstøðini í Vest-
manna.
Men hvat er Keno?
Jú, Keno er eitt talspæl
við 70 tølum, har hvønn
dag verða drigin 20 tøl.
Tú skal velja tøl millum 2
og 10, og so ræður um at
hava so nógv tøl røtt sum
gjørligt.
Tín møguleiki fyri at
vinna hongur saman við,
hvussu nógv tøl, tú hevur
valt. Sama er galdandi
fyri møguligan vinning,
sum avhongur av, hvussu
stóra upphædd, tú hevur
spælt fyri.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Val er í Føroya Fiskimanna-
felag á hvørjum ári. Triðja
hvørt ár er felags for mans-
val, og sama er við sýslu-
for mans vali og sóknar for-
mans vali.
Í ár er sýsluformansval.
Leiðslan í Føroya Fiski-
mannafelag er felags for -
mað urin og síðan eitt um-
boð úr hvørju sýslu.
Greitt er, at einki val
verður í Eysturoyar sýslu.
Eyðun
Johannesen
av
Oyrar bakka,
sum
hevur
sitið í leiðslu FF's í nógv ár,
still ar ikki uppaftur.
Mortan G. Berjastein í
Fuglafirði hevur latið seg
still að upp, men hevur einki
mót valevni. Tí er greitt, at
Mortan verður nýtt umboð
í Eysturoy – uttan val.
Karl Isaksen úr Kvívík
hevur
umboðað
felagið,
síð an Dia Højgaard í Vest-
manna doyði.
Valið í Streymoy stendur
millum Karl Isaksen og av-
bjóðaran, Axel Hansen.
Fríðrik Sivertsen hevur
seinnu
árini
umboðað
Fiski manna felagið í Norð-
oyggjum, men letur seg ikki
stilla upp aftur.
Valið
í
Norðoyggjum
stend ur
millum
Egil
Finnsson og Magnus Paula
Glerfoss, sum hava latið seg
stillað upp.
Við
tað,
at
Eyðun
Johannesen
og
Fríðrik
Sivertsen ikki lata seg stilla
upp aftur, koma í hvussu er
tvey nýggj umboð í nevnd-
ina sum taka við 1. februar
í 2011.
Spurningurin er so, hvør
kemur at draga longra stáið
í Streymoyar sýslu, Karl
Isak sen ella Axel Hansen,
sum avbjóðari.
Sámal Poulsen, Sandvík,
Andrias Berglíð, Sørvágur og
Sniálvur Røvilsberg, Sandur,
hava
einki
mótvalevnið
og halda tí fram í leiðslu
Føroya
Fiskimannafelags,
eisini eftir 1. februar.
vilmund@sosialurin.fo
Mortan loysir
Eyðun av í FF
VAL Nú sýsluformansval er í Føroya Fiskimannafelag
í ár, er greitt, at Eyðun Johannesen og Fríðrik
Sivertsen ikki lata seg stilla uppaftur. Mortan G.
Berjastein er einasta uppskot í Eysturoyar sýslu
og verður tí nýggjur í leiðsluni. Í Norðoyggjum
verður eisini nýggjur sýsluformaður valdur,
men her stríðast tvey valevni um sessin
Vann hálva miljón
limir í Arbeiðarafelagnum
Hæddini.
Góð kunning
– Eingin græt, sum eg sá, tá
tey høvdu fingið upp sagnar-
brævið, men fólk eru ómeta-
liga kedd um støðuna – ikki
minst, nú vit nærkast jólum.
Tað sigur Karla, tá vit
spyrja hana, hvussu limir
hennara og arbeiðsfólk ann-
ars tóku ímóti uppsøgnini í
gjár.
– Eg haldi, at dagurin var
ógvuliga væl skipaður, og fólk
vóru fegin um ta kunning og
hjálp tey fingu við eitt nú
umsóknarbløðum.
Hon vísir á, at eisini kunn-
andi fundurin í Løkshøll í
fyrradagin var upplýsandi
og gevandi fyri tey raktu
og tey, sum varða av hesum
fólkum.
– Fundurin í Løkshøll var
sera væl møttur. Eini 200 fólk
lýddu á, og eg haldi, at fólk
yvirhøvur vóru væl nøgd við
kunningina.
Karla leggur dent á, at
fólk vistu jú einki, tá ið tað
hendi.
– Tey funnu jú ikki út av,
hvussu støðan var, fyrr enn
eftir, at tey vóru komin úr ar-
beiði fríggjadagin. Tá fingu
tey at vita, at arbeiðsplássið
hjá teimum var stongt og
far ið á húsagang, sigur Karla
Einarsson, forkvinna í Ar-
beiðarafelagnum Hæddini.
Saltfiskavirkið Faroe Sea-
food á Toftum er sum kunn-
ugt eisini stongt og tey, sum
arbeiddu á virkinum, hava
eisini fingið sína uppsøgn,
kunning og hjálp til útfylling
av umsóknarbløðum.
vilmund@sosialurin.fo
Eysturarmurin á Skálafjørðinum er hart raktur, nú Faroe
Seafood fór av knóranum Mynd: Vilmund Jacobsen