Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 14 Sosialurin Sosialistisk Ung, SU Kjak Umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru munandi betri í dag, enn tær nakrantíð hava verið í føroyum. Hyggja vit bert fá ár aftur í tíðina var hesin bólkur goymdur burtur og nærum ikki at síggja í samfelagnum. Hóast hesar batar eru tað framvegis fólk, ið bera brek, ið einki tilboð hava í Føroyum, og ikki eru ímillum ”vanliga” borgaran í gerandisdegnum. Tí kann sigast, at nógv er at arbeiða fyri, og langt er eftir á mál. Vit í SU meina, at okkara fyrsta mál eigur at vera, at einki vaksi fólk, ið ber brek, eigur at búgva heima hjá foreldrunum orsakað av, at tað ikki er nakað hóskandi bústaðartilboð. Hetta er ikki virðiligt hvørki fyri tann, ið ber brek, ella foreldur teirra. Hetta er eitt stórt mál, men eigur ikki at vera ógjørligt, um viljin er til staðar. Tey ið bera eitt “minni” brek Ein bólkur ið vit meina er afturúrsigldur í Føroyum, eru tey, ið bera eitt “minni” brek. Tað vil siga tey, ið eru ov væl fyri at búgva á einum bústovni/sambýli og ov illa fyri at búgva fyri seg sjálvi. Vit síggja tey í hvørjari bygd runt landið. Tey búgva heima hjá gomlu foreldrum sínum. Hesi fólk eiga at fáa betri umstøður í Føroyum. Eitt nú í smáum vardum bústøðum, har eitt/tvey fólk eru sett í starv til at hjálpa og styðja undir eftir tørvi. Hetta nýtist ikki at verða kostnaðarmikið. Tey flestu í hesum bólki fáa eina rímiliga pensjón, og eru tí før fyri at gjalda eina rímiliga upphædd fyri at búgva á einum tílíkum bústaði. Vard størv SU heldur, at vit áttu at havt nógv fleiri vard størv til hesi fólk runt landið. Tað er umráðandi fyri tey, ið bera brek, at tey eru sjónlig í samfelagnum, at tey koma út og eru ímillum fólk. Eisini er tað týdningarmikið, læruríkt og gevandi fyri “vanliga” borgaran at hava hesi fólk, ið ofta hava aðrar eginleikar enn vit onnur, um seg. At allir bólkar í samfelagnum umgangast hvønn annan og eru partur av hvørjum øðrum ger, at vit gerast meira tolsinnað og verða betri til at rúma ymisleika. Tað almenna átti tí at gingið á odda hvat vardum størvum viðvíkur. Fyri at tryggja teimum, ið bera brek, eitt trygt, gott og mennandi starv, kundi tað verði skipað fyri upplýsandi skeiði fyri ábyrgdarhavaran, umframt, at ein samsýning varð latin tí, ið valdi at taka eina slíka uppgávu uppá seg. Vit eiga at vísa og prógva, at vit eru eitt land ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar. Vit eiga at tryggja teimum, ið bera brek, og familjum teirra góð og livilig kor í Føroyum. Tey eru í hondunum á almennu skipanini, og tí hevur tað alstóran týdning at taka hetta í fullum álvara, og gera alt fyri at umstøður teirra eru so góðar sum gjørligt. Hetta gera vit við at tryggja øllum, ið bera brek, ein hóskandi bústað, eitt gott dagtilboð, gera tað soleiðis, at tey eru ein virkin partur av samfelagnum, og at tað í framtíðini verða nógv fleiri vard størv. Um umstøð­ur­ nar hjá teimum, ið­ bera brek Í dag, 3. desembur, er altjóða dagur teirra, ið bera brek. SU hyggur nærri at umstøðum teirra og møguleikum fyri menning á økinum Fyrimyndin á Stóra Dímun Bóndahjúnini á Stóra Dímun hava valt at búgva har við tí, sum har við fylgir. Tey taka við fylgjunum av at búgva avbyrgd. Tyrlan kemur tríggj­ ar ferðir um vikuna, soleiðis, at tey fáa post og kunnu gera ørindi. Hetta er nokk. Um tey vildu havt frítt at koma og fara minst eina ferð um dagin, høvdu tey ongantíð funnið uppá at búsett seg á eini útoyggj. Bóndahjúnini á Stóra Dímun hava arbeitt hart fyri at fáa tað, sum tey hava. Og tað hava tey megna uttan at biða óneyðuga millióna upphædd úr landskassanum til dagligt ferðasamband. Um hini útoyggjafólkini ætla at gera sær nakra vón um eina tilveru, har tey búgva, mugu tey eisini smoyggja ermarnar upp og góðtaka ta avbyrgjan, ið tey sjálv hava valgt. Bóndahjúnini hava arbeitt fram ímóti at fáa eitt av Hei lsufrøðiligustarvsstovuni góðkent sláturvirki á Stóra Dímun, og hevur hetta eisini eydnast teimum. Tey hava sjálv, og við góðari hjálp frá vinum og familju, bygt hetta sláturvirki. Í telefonsamrøðu við bóndan, Óla Jákup úr Dímun, segði hann seg vera samdan við mær um, at tá ein velur at búgva á eini útoyggj, kann ein ikki vilja fara í “SMS” hvønn dag. Ein verður noyddur at góðtaka sína støðu. Ferða­ samband er tó alneyðugt, bara ikki hvønn dag. Bóndahjúnini á Stóra Dímun siga seg ikki bert klára seg væl, men tey trívast eisini væl. Tað er júst hetta, eg eisini havi víst á í fyrru greinunum. Um tú ikki trívist á útoyggj, hevur moderniseringin óivað fingið fastatøkur á tær, og er møguliga tíðin komin at flyta til eitt fólkaríkari øki sum Klaksvík, Skálafjørðurin, Vágoy ella Tórshavn. Tað snýr seg nevniliga ikki bert um ferðasamband, men eisini, og framíhjá, um trivnað á staðn­ um ­ í gerandisdegnum eins og í frítíð. Alt tað besta Tá tosað hevur verið um útjaðaran tey síðstu 20­30 árini, hevur lítið og einki kjak verið um hetta, bert uppøsing um tey, ið dittaðu sær at tala orð ímóti menningini av útjaðaranum. Longu her er galið. Tá tað ikki ber til at tosa um menning av útjaðaranum, bæði fyri og ímóti, við “cost­ benefit” analysum o.s.fr., so er kjakið og viðgerðin av útjaðaranum og útoyggjum farið av sporinum. Tað er í hesum álvarsama ljósi, eg ynski, at vit tosa um hetta. Kritikkur er ikki neiligur hugburður, men upplegg til betri kjak, skilagóða viðgerð og munagott úrslit. Vit mugu hava høvdið við okkum, tá vit tosa um íløgur upp á millióna upphæddir. Tað má loysa seg. Tað er ikki nokk, at tað ber til, og at ferðasambandið verður betur. 300 skurðviðgerðir vóru útsettar vegna sparingar á Landssjúkrahúsinum. Tað kann ikki góðtakast. Eg ynski øllum føroyingum alt tað besta, og júst tí eri eg ikki fyri ørskapsíløgum, sum t.d. ferjulegan í Svínoy. Henda íløga verður enn eitt fíggjarligt haft um beinini á teimum alneyðugu ábøtunum, tørvur er á, í eitt nú Landssjúkrahúsinum, sum hóast alt er fyri allar føroyingar. Um svínoyingar hava kent seg álopnar í mínum síðstu greinum, vil eg siga, at tað er ikki tað, eg havi ætlað. Hetta hevur bert verið eitt dømi um óumhugsaðan og fyrilitarleysan útjaðara­ politik, sum hevur verið ein veruleiki í ov nógv ár, og hevur degenerera okkara mentalitet og vælferðar­ samfelag. Eg ynski tykkum á útoyggj, eins og allar aðrar føroyingar, alt tað besta og góðan byrð framyvir. Dávid Isfeld Hósvík Lívið­ á útoyggj: hugur og góð­takan Tað var við forvitni og undran, at eg las greinina á Portalinum ,,leggja trýst á stóru kommunurnar í Suðuroynni,,. Fyrst skal eg siga, at blað­ maðurin hevur ikki tosað við meg, og eg kenni einki til tað, sum ført verður fram í greinini, at smærri kommunurnar skulu leggja trýst á tær stóru. At sosialu deildirnar kosta nógv er ikki bara ein trupulleiki fyri smærri kommunurnar, men so sanni­ liga eisini fyri tær stóru, og eru tað fleiri orsøkir til tess, at so er, og vil eg venda aftur til tað seinni. Porkeris kommuna er í einum fyrimyndarligum samstarvi við Vágs komm­ unu, íð fyribils gongur fram til 31.12.2012, og vit hava ongar ætlanir at fara burturúr. Sjálvandi eiga vit altíð at hyggja eftir um tænasturnar kunnu gerðast bíligari og betri, og eru vit opin fyri tí. Mikkjal Sørensen borgarstjóri Við­merking til grein leggja trýst á stóru kommunurnar