Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 16 Sosialurin Fyrsti partur Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við – tað er Orð lívsins, vit tala um. Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum. – Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus. 1. Jóh. 1,1-3. Tað er gott at hava fingið fatur í hesum, menniskjans stórsta mysterium, hvaðani komi eg, hvør eri eg, hvagar gongur leiðin, hvar endi eg. Fyri tann, sum er komin til trúgv á Harran Jesus Kristus, er hetta ikki eitt mysterium longur. Lívið er opinberað, sigur ápostulin. Bíblian er einasta bók, sum ber okkum ein heilt álítandi og greiðan boðskap um hesar lutir. Jóhannes var ein av teimum ellivu lærisvein- unum, sum Jesus sendi út at prædika evangeliið. Pætur, var ein annar. Hesir báðir fingu eina sera stóra uppgávu saman við hinum nýggju lærisveinunum, sum Jesus sendi út at prædika. Teir skuldu bera vitnisburðin út um uppreisn Harrans Jesusar. Pætur sigur soleiðis í Ápostlasøguni: “Tit menn, brøður! Skrift- orðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin framman- undan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus. 1,16. Tí eigur ein av monn- unum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“ 1,21-22. Hesir menn gjørdu eisini ta uppgávu, teir høvdu fingið til fulnar. Tað sigst, at allir ápostlarnir doyðu blóvitnisdeyðan fyri trúgv og vitnisburð sín, Jóhannes undantikin. Bara hetta vísir okkum, hvussu álítandi hesin boðskapur er, sum teir bóru okkum. Sami Jóhannes, sum eg havi víst til at byrja við í hesum stykki, sigur í 1. kapitli í evangeliinum, sum hann hevur skrivað: ”Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki. Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: „Hesin er Hann, sum eg segði um: „Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.““ Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði. Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.” Her er alt, sum menniskja hevur brúk fyri. Í upphavi var orðið. Bíblian vísir á orðið, sum nakað ið hevur ógvuliga stóran týdning. Hetta skal eg nema við í næsta parti. Framhald Kjak Richard Danielsen Tað, sum var frá upphavi Nú spakin skjótt verður settur í tað stóra Boðanesheimið hjá Tórshavnar kommunu, er stundin komin til at taka upp annan tátt, tá tað snýr seg um at fyrireika bústaðir til eldri og gomul. Meðan Boðanesheimið, sum skal hýsa ikki færri enn 64 búfólkum, hevur verið undir fyrireiking, hava ymsar røddir verið á breddanum um, at eldraheimspolitikkurin í Føroyum er skeivur. Boðskapurin hjá fleiri áhugaðum hevur verið, at tað er ikki longur rætt at byggja ellis- og røktarheim av tí slagnum, sum vit hava kent. Vit skulu heldur byggja aðrar hóskandi bústaðir av ymsum slag til tey, sum verða gomul og ynskja ella noyðast at fara úr egnum bústað. Hesin boðskapurin var áhugaverdur, men hann kom nakað seint í hesum umfarinum. Akuttu bíðlistarnir vóru longu farnir til stroks, og landið hevði bert eitt tilboð til kommunurnar, sum var, at tær kundu fáa 700.000 krónur í stuðli til hvørt búplássið, tær átóku sær at byggja á røktarheimi. Í prinsippinum skuldi hetta vera helmingurin av kostnaðinum, men tá saman um kom, vísti tað seg, at hvørt búplássið er munandi dýrari at fáa til vega, og tí standa kommunurnar eftir við størra partinum av rokningini. Tað gerst so ikki umaftur, men nú er rætta løtan av álvara at fara undir at fyri- reika grundreglurnar fyri byggingini av eldrabústøðum í framtíðini. Landið eigur eldrapolitikkin og eigur at standa fyri hesum arbeiðnum, men nú kommunurnar eru drignar so nógv upp í hendan politikk, hevði óivað verið rætt, at kommunufeløgini bæði góvu sítt íkast eisini. Av tí, at fleiri alneyðug røktarheim eru á veg nú, er ein lítil skái at hugsa seg um. Hann eiga myndugleikar og politikarar at nýta til at meta um, hvussu hesi viðurskifti skula skipast í framtíðini. Fáið hetta í lag sum skjótast, so vit hava greiðar linjur fyri, hvør kósin skal verða, tá næsta umfar av eldrabústøðum fer av bakkastokki. Tað er ov seint at fara undir hesar fyrireikingar, tá tørvurin verður um at yvirhála okkum aftur. Tað hevur tikið sína tíð at fáa Boðanesætlanina á beint. Trøðin hjá Júst yviri við Strond varð keypt til eldraendamál longu í 2005. Byggiætlanirnar hava verið nakað umleypandi, men nú er komið hagar til, at spakin verður settur í, og fólk kann flyta inn í eitt snotuligt og framkomið Boðanesheim um smá tvey ár. Hetta er eitt av teimum heilt stóru átøkunum hjá sitandi býráðssamgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Frá Boðanesheimi til nýggjar eldrabústaðir Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Zakarias Wang Meiningsleyst Tað er nógv fyri at hoyra, at tey sum gerast arbeiðs- leys av tí at Fiskavirking gevst, fáa so lítið í arbeiðs- loysisgjaldi, at tey ikki kunnu klára seg. Tað tykist eins og eingin skilir, hvat ið meiningin við arbeiðs- loysistryggingin er. Vit vita, at tað kapital- istiska samfelagið hevur við sær kreppur. Í krepp- um hendir tað, at fyri- tøkur fara á heysin. Hetta er ikki bara ringt, tí har- við sleppa vit av við in- effektivar fyritøkur, og teir framleiðslufaktorar ella tilfeingi, sum hesar fyritøkur hava lagt undir seg, verður loyst, og kann verða nýtt av teimum fyritøkum sum eru kappingarførar. Arbeiðsmegi er eitt slíkt tilfeingi. Tey fólk, sum hava havt arbeiði, eru sera virðismikil, og umráðandi er, at tey ikki hvørva og førleiki teirra við teimum. Tí loysir tað seg fyri samfelagið at veita arbeiðsloysisstuðul, og hava hann so høgan, at tey arbeiðsleysu eru tøk at fara aftur til verka tann dag, ið vend kemur í, og fyritøkurnar hava brúk fyri arbeiðsmegi. Tað er sera harmiligt, at tey, sum skipa fyri, hava gloymt hesa høvuðs- reglu.