Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 Sosialurin Levi Mørk býráðslimur Góðan dag tit øll og væl­ komin til tendran av jóla­ trænum her í Hoyvík. Eg vil fyrst takka Sverra Steinhólm, presti fyri hans­ ara rørandi talu. Eisini vil eg takka GHM, fyri sera góðan jóla tónleik, sum fløvaði. Tað er ein stór frøi at vera her á leiðum, sum eftir­ hondini ikki er ókent fyri meg, serliga er tað hugnaligt og at vera tætt og síggja síggja hesa framúr flottu ”Hoyvíkar Kirkju”, sum eg haldi er eitt meistaraverk ­ og ein varði fyri økið her í Hoyvík, serliga nú meðan jólahøgtíðin er og kirkjan kemur til sín rætt. Her undan jólum fyllast kirkjurnar við barnagarðs­ og skúlabørnum, saman við teimum vaksnu, har tey hoyra gleðiboðskapin um lítla dreingin, ið varð føddur í Betlehem. Tað er eisini sera hugnaligt – at vera í kirkju­ num og syngja ‘Gleðilig jól’, ‘Føgur er foldin’ ella onkran av kendu jólasálminum. Nú adventin er byrjað og 2. sunnudagur í advent er í dag og hava tí fleiri av okkum tendrað annað ljósið í atventkransinum heima við hús. Ljósini í atventkransi­ num skína bjørt í stovuni og hugna og fjálga um innan­ dura, nú vit eru í myrkastu tíð á árinum. Um góðar tvær vikur er stytsti dagur, og tá fer aftur at ganga móti ljósari tíðum, sum tey flestu av okkum gleða okkum til. Tað er júst tað sum jólini eisini snúgva seg um – tað er ljósið, ið lýsnar, hetta ber advents­ kransurin eisini boð um. Tað er hugnaligt at síggja, tykkum øll, stór sum smá, nú jólatræið verður tendrað her í Hoyvík. Hetta jólatræ kemur at standa sum ein lýsandi varði og heilt fram til trettan dagar eftir jólaaftan. Um eina løtu fara vit at tendra jólatræið, sum alla adventina ber okkum boð um komandi høgtíðina sum vit øll gleða okkum til. At hava jólatræ er gomul týsk siðvenja frá umleið ár 1500. At hava jólatræ er eisini gomul, ikki kristin siðvenja. Fyri yvir hundrað árum síðani var í onkrum húsi í Føroyum jólatræ, hóast tað ikki var vanligt tá í tíðini við jólatrøum, so í staðin gjørdu summi sær sítt egna træ av greinum og lyngi. Eftir seinna veraldarbardaga var tað so við og við meira enn vanligt at hvørt húsarhald í Føroyum hevði jólatræ. Við sínum serligu egin­ leikum og hevur jólatræið í øllum føroyskum heimum, bý og bygdum fingið sítt heiðurspláss í jólatíðini, har tað eisini hevur fingið tað loyndarfullu uppgávu at breiða favn sín yvir tær spennandi jólagávur, sum umboða kærleikan og um­ sorgan, sum vit hava fyri hvørjum øðrum og serliga yvir fyri børnunum. Tað er eisini hugnaligt at síggja øll hesi jólatrø, sum næstan eru í hvørjum býlingi runt um her í Hoyvík og alla kommuna við. Tað fløvar at síggja og stór og smá hugna sær og tað sigur okkum frá at nú er jólatíð og tað verður eisini stákast í hvørjum heimið heilt fram til jólaaftan. Vit brúka veturgrønt granntræ sum jólatræ og tað minnir okkum á tað æviga lívið. Stjørnan á trænum minnir okkum á stjørnuna sum vísti Vísmonnunum á veg til fjósið, har Jesus var føddur. Ljósið er tað týdningarmesta á trænum, tí Jesus segði at eg eri ljós heimsins. Henda løtan er eisini ein staðfesting av, at nú er veturin komin við kulda og kava og at jólini nærkast í hvørjum. Hetta mugu vit eisini staðfesta tí nú er kalt og kavi og sera jólaligt og fáir dagar eru til jólaaftan. Hetta mugu vit eisini staðfesta í dag, tí nú er sera kalt og kavin og ger eisini hesa løtuna í Hoyvík sera jólaliga. Hvør sín árstíð hevur eisini sínar serstøku løtur, sum vit ár eftir ár fegnast um. At tendra jólatræið skap­ ar hjá okkum heitar kensl­ ur og góð minnir. Ja, minn­ ini og kenslurnar koma fram fyri okkum um hesa jólahøgtíð. Serliga barna minnini, har vit minnist aftur á okkara hugnaløtur, og vit minnast okkara kæru og vit minnist bara aftur á góðar og hugnaligar løtur sum jólahøgtíðin ber boð um og summi av okkum serliga børnini ynskja kanska at tað er jól alt árið runt. Tíðirnar eru nógv broytt­ ar síðan vit vóru børn og fjarstøðan er eisini vorðin minni i millum okkum í dag enn fyrr, hóast tann sosiali parturin okkara millum, var kanska størri fyrr í tíðini enn í dag. Men jólatíðin og jólahugn­ in er við til at samsjóða okk­ um við nærleika og kærleika, saman við okkara kæru. Allar hesar jólagávur og eisini jólahugnin, setir eisini stór krøv til okkum, serliga eru krøvini til foreldrini stór, tí tey skulu gjalda gildið og við keypa jólagávur til síni børn og til sínu kæru. Tað er altíð kærkomið at fáa gávur, men størsti gleðin er ”at geva eina gávu”. Men tað mest neyðuga við jólahøgtíðini, er nærleikin og kærleikan til lívið og til hvønn annan, hetta er eisini tað sum jólini bera boð um. Ein í eisini hoyrir jólini til er jólamaðurin og so góðu børn, hann kemur her at vitja um ein løtu, hann hevur boða frá at hann er yviri í kirkju kjallaranum í Hoyvíkar kirkju. At enda vil eg ynskja tykk­ um øllum, sum eru komin til hesa jólaløtuna í Hoyvík. Ja, kanska er tað jól árið runt, sum børnini ynskja og summi teirra eisini halda. Eini Gleðilig jól til tykkum øll. Takk fyri. Tað er jól alt árið runt! Í Sosialinum nr. 164 er nógv skrivað um bygging av íbúðum til sinnisveik, sum í longri tíð hevur verið ætlað at fara undir í Havn á tí stóra stykkinum, har psykiatriska deildin á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður og aðrir stórir bygningar hjá heilsu­ og almannaverkinum standa. Fundur hevur verið millum landsstýrið og Tórshavnar býráð um hesa verkætlan, men nú frætta vit, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur eina broytta ætlan soleiðis, at hon (RS) »hevur strikað Havnina og í staðin fyri ætlar at flyta alla verkætlanina til Sandavágs.« Orsøkin til hesa kúvending er, at »Tórshavnar býráð hevur verið so tungt at dansa við,« sigur Rósa Samuelsen. Hinvegin vil Heðin Mortensen, borgarstjóri, vera við, at »Almannaráðið hevur onga endaliga umsókn og projekttilfar sent kommununi.« Hetta er for vánaligt. Og lítið hugaligt hjá teimum, ið við tolni/ótolni hava bíðað og bíða framhaldandi eftir íbúðunum. Og virðiligt er hetta ikki. Heðin Mortensen, við drúgvum royndum í lands­ og kommunupolitikki og Rósa Samuelsen, ið telist millum tey dámligu og skilagóðu í løgtingssamgonguni, eiga skjótast gjørligt at seta seg saman og í friði og náðum finna eina loysn, hvussu umrødda verkætlan skjótast gjørligt kann verða framd í verki sum upprunaliga ætlað. At kommunurnar og landskassin dragast við álvarsligum fíggjartrupulleikum, vita flest øll. Orsøkin til hetta er millum annað tann, at 1. januar 2002 steðgaði landsstýrið øllum dagføringum av ríkiskassans lóg­ bundnu fíggingum, sum eru samlaðar í blokkinum. Eitt nú: *Almennar pensiónir *Burturlegging til bygging av ellis­og røktarheimum *Rakstur av ellis­og røktar­ heimum *Íløgur til og rakstur av serfor­ sorgini. Serforsorgin er ikki yvirtikið máls­ øki, og tað verður tessvegna fíggjað við 100 % av ríkiskassanum (í tí lamskorna blokki­ num). Undir serforsorgini eru m.a. ”Klienter under ekstern forsorg” og andveikra­ forsorgin. Hevði (ólógliga?) snøringin av blokkinum ikki verið framd, vildu fíggjarumstøðurnar hjá kommununum og landskassanum verið lættari. Gerð landsstýrisins at ganga ímóti lógum, avtalum og reglugerðum, hetta at sleppa ríkiskassanum undan at rinda sín part av rakstrar­ og íløguútreiðslum til heilsuverkið og almannaverkið, hevur gjørt skattabyrðuna munandi tyngri hjá Pallaba. Undirritaði hevur áhaldandi skrivað (og tosað) um óskilið, um nú í 9 ár hevur fingið landskassan í tungan sjógv, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Tøgn sum í grøvini. Um ein samgonga í løgtinginum, límað saman við loysingarfólki, skuldi uppstaðið fyri triðju ferð – eitt Konglomeratistan við ælabogalitum sum eitt blátt eyga – verða tær 117 milliónirnar í blokkinum oyramerktar til serforsorgina burturbeindar við brenni­ ovnaeffekt. ”Har man engang spist af bliktallerken.” Tað er einans løgtingið, ið er ført fyri at fáa ríkiskassans fígging til almannaverkið og heilsuverkið aftur í forsvarliga legu við støði í galdandi lógum. At fingið málið reist á tingi, átti Kommunusamskipan Føroya at roynt. Eftir er so at spyrja, um gamli andin ­ aldargamla mentanin ­ kann trívast í einum landi, har lógloysi og lygn og villleiðing tykjast at vera legaliserað? Hann spyr, ið ikki veit. Men, sum sagt, Rósa og Heðin, fáið tykkum ein kaffimunn; dansurin gerst lættari, og so loysa tit nokk problemið við íbúðum til sinnisveik á skilagóðan hátt. Um hetta økið annars hoyrir undir serforsorg, ja, so skuldi lógarstøðið, sum er, kunnað fingið hetta í blokkin, tí økið er sum sagt 100 % danskt og ikki yvirtikið – hevur verið og er framvegis í blokkinum. Heri Mohr »Rósa og trøllini« og tey sjúku