Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 18 Sosialurin Nøvn Minningarorð um Johan Olevinus Frithiof Olsen, Rituvík f. 3. januar 1943, d. 6. desember 2009 Frithiof er sonur til Karin (f. Tausen úr Runavík) og Magnus Anton Olsen úr Rituvík. Frithiof var triði í røðini av einum systk ina­ flokki á tíggju. Saman við systkjunum hevði Frithiof ein tryggan og góðan uppvøkstur hjá mammuni og pápanum í heimbydini, har hann eisini fekk sína 7 ára skúlagongd. Hann luttók í øllum van lig­ um arbeiði heima við hús, til hann sum blaðungur fór í skristovulæru í Havn á Føroya Fiskasølu, har hann eisini arbeiddi eftir lokna útbúgving. Seinni arbeiddi hann eisini hjá Hjalgrím Davdisen, el­innleggjara í Havn. Í fyrra helmingi av 1960­ unum fór hann til skips. Hann var m. a. við Hav borgini, Jógvan Norði og Nornagesti. Seinni í 1960­unum var hann og róði út í Grønlandi m. a. saman við beiggjunum, sum mannaðu seksæringin Karin. Hann róði út í Kangarsuk og á Kappanum. Í 1969 fór Frithiof á bíbliu­ skúla í Noreg. Hetta var ein rík og gevandi tíð hjá honum. Har møtti hann eisini ungu argjagentuni – Magnhild. Heimafturkomin arbeiddi hann stóran part av tíðini sum skrivstovumaður m. a. hjá Frants Petersen, el­ inn leggjara í Runavík, El­ húsinum í Runavík, Brøður Petersen í Fuglafirði, Meka ­ nik í Runavík og arbeiðara­ felagnum Hæddini, sum eisini gjørdist hansara sein­ asta arbeiðspláss. Haraftur­ at avgreiddi Frithiof ár liga fleiri roknskapir og skatta­ uppgerðir fyri smærri fyri­ tøkur og einstaklingar. Frit hiof vildi altíð gera sítt besta, so skrivstovuarbeiðið varð framt á fullgóðan hátt, og fyri hetta varð hann nógv virdur. Frithiof hevði eisini góðan hug til sjógvin, og tí var tað heilt natúrligt hjá honum av og á at skifta til sjólívið í styttri ella longri tíðarskeið. Soleiðis royndi hann seg eisini sum línu­ og trolmaður saman við beiggjunum um­ borð á Karini. ­Altíð nær­ lagdur, kvikur og góður at samstarva við. Tann 12. september í 1970 gingu Magnhild og Frithiof saman í hjúnalag og keyptu hús í Rituvík. Frithiof og Magnhild eiga 6 børn: Hans Arni, f. 1971 (búsitandi í Rituvík), Súsanna Maria f. 1972, (búsitandi í DK), Kári, f. 1974 (búsitandi í Rituvík), Birgir, f. 1975 (búsitandi á Skála), Jógvan, f. 1977 (búsit­ andi á Toftum), og Hanna, f. 1983 (búsitandi í Rituvík). Frithiof var ein sera góð­ ur sonur, beiggi, maður, pápi, verpápi og abbi. Einki var óført, tá ið hann vildi gleða síni kæru. Minnist væl, hvussu vit yngru systkini kundu gleða okkum, tá ið Frithiof kom úr Havn, ella av skipi, tí tá fingu vit altíð okkurt gott frá honum. Hansara trúfesti til familjna sást ikki minst nú, tá ið abba­ børnini komu. Arbeiðið sum skrivstovumaður gjørdi, at Frithiof kom at hava nógv samskifti við fólk, og ikki so sjáldan komu fólk á gátt í heiminum í Rituvík, har gestablídni og trúfesti var eitt eyðkenni. Vit eru mong, sum hava notið gott av hesum trúfesti og gesta­ blídni í heiminum hjá Frithiof og Magnhild. Aftanfyri hendan róliga, siðiliga og kærleiksfulla mann, abba og beiggja, lá ein klettaføst guðstrúgv, sum eisini bar Frithiof ta seinastu tíðina, hóast sjúkan plágaði hann av álvara. Frithiof var serliga góður við ávísar sang­ ir og sálmar. Millum hesar vóru: ” Til himnaheimið man ferðin gá.....” og ”Upp alt, ið Harr in hevur gjørt.....” Í áleið 30 ár var Frithiof deknur, kirkju ráðs limur og kassa­ meistari í Rituvíkar kirkju. Frithiof tók hesa upp gávu í størsta álvara og visti, at mong eisini virðismettu hans ara trúfesti til kirkjuna. Frithiof var nógv nívdur av sjúku seinastu tíðina, men hann hevði neyvan hugs að, at honum ikki und­ ist at halda jól í nýggju snoti­ ligu húsunum, sum hann og Magnhild hava bygt í Ritu­ vík. Saknurin er stórur hjá okkum øllum, sum stóðu hon um nær. Vit kunnu bara ugga okkum við nógvum góð um minnum um Frithiof, sum eisini var so trúfastur og kærleiksfullur, serliga tá ið okkara familja varð rakt av stórari sorg fyri 25 árum síðan. Ærað veri minnið um Frithiof Olsen. Hans Viðmerking Nú má vera nokk flutt úr Tórshavn Tað nýggjasta dømi at flyta stovnar úr Tórs havn er tað, sum Lands stýris­ kvinnan Helena Dam á Neystabø, hevur av gjørt, at gera umfatandi bygn aðar­ broytingar innan allar hægri útbúgvingar í Føroyum. Nú skulu útbúgvingarnar hjá Vinnuháskúlanum flytast úr Havn til Klaksvíkar. Eg sum býráðslimur í Tórs havn vil als ikki góðtaka, at Tórshavn sum býur miss ir Vinnuháskúlan til KLAKS­ VÍKAR. Tað sær út til, at borgarligi vongurin í Klaksvík, sum er væl umboðar á Føroya Løg­ tingi hevur stórt vald, og tað er kanska heldur ikki so løgið, tí teir eru partur av samgonguni, og har skal alt jú hanga saman við fíggj­ arætlan og við politisku visi ónum hjá teimun í har valda. Tað sær eisini út til, at tað eru rossahandlar upp í hesri ætlan, her hugsi eg um, hvat tað er fyri eitt argument fyri at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar? Er tað kanska ikki fyri at kabalin við nýggja studentaskúlan á Markn a­ gili skuldi ganga upp hjá nú­ verandi samgongu á Føroya Løgtingi, ella hvat liggur aft­ an fyri? Ja, tann borgarligi vong­ urin í samgonguni skuldi at kvøða fyri nýggjum stu­ denta skúla á Marknagili og tað hevur so tann prís, at tær lægru ikki akademisku skúlaútbúgvingarnar skulu til Klaksvíkar. Er tað ikki soleiðis, tað er komið til hesa niðurstøðu? Ella hvat er grundarlagið at flyta ein 100 ára gamla skúla úr Tórshavn sum ann ars koyrir væl til Klaks­ víkar? Er tað kanska eitt álit um bygnaðarbroytingar sum ger seg galdandi? Jú tað er gott við ymiskum álitum, um hvat er rætt og hvat er ikki so gott út frá ymiskum fyritreytum og kontekstum, ið vit tosað um. Men tað er jú soleiðis, at tað er ikki altíð at eitt álit skal fylgjast og tað verður tað jú heldur ikki altíð, tað vita og kenna vit. Tað veit núverandi sam­ gonga eisini, um vit hugsa um tað nýggjasta dømi t.e. har áliti um eftirskúlan í Hvalba ­ hann skal nú vera í Sumba er tað nýggja dømi. Einki ímóti Sumba, men er hetta ikki ein máti, at fáa meira stríð fyri at køva ætlanina um eftirskúlan í Hvalba. Eg veit eisini, at tað fíggjarliga skal hanga saman, og fíggjarkorini eru trong innan menturnarøkið, tí nýggi skúladepilin í Havn fer við tí mesta. Eg frøist eisini um, at tað kemur ein skúladepil í Tórshavn, tað er ikki tað, men at prísurin er, at vit í Havn skulu missa Vinnuskúlan, er nýtt fyri meg, og tað má eg harðliga ganga ímóti sum býráðslimur fyri Tórshavnr bý. Hetta kann ikki halda áfram, fyrst skal Rósa flyta sambylir til Vágar, og nú skal Helena geva Vinnuháskúlan til Klaksvíkar, hetta er púra burtur við og ein politiskur rossahandil í samgonguni. Er alt hetta so væl gjøgnum­ hugsað? Er tað ikki líka gott, ella kanska betri, at skiparar og skipsførarar vera saman, sum nú er etc. Hví bólka sundir og flyta hetta? Hevur tað bara nakað við BA – støði og ikki aka dem­ iskstøði at gera, er tað ikki bara ein politisk kabal sum skal ganga upp? Hetta má Tórshavnar býráð stegað við allari megi. Nei Helena, hetta er púra burturvið og kann ikki góð­ takast. Nú má vera nokk við at flyta fleiri útbúgvingar og harvið arbeiðspláss úr okkara høvðusstaði. Levi Mørk býráðslimur fyri Javnaðarflokkin