Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 Sosialurin 9. desember í ár hava Hilda og Daniel Peter Næs (nevndur Allin) verið gift í 60 ár, og kunna tey so statt halda sítt diamantbrúdleyp, og tað gera tey. Tey eru bæði fødd og upp­ vaksin í Nesi í Hvalba. Tey eru javngomul, fødd í 1925 og gift í 1950. Tey settu búgv við Geil­ ánna millum Gøtuna og Veg in oman í Støð. Her hava tey búleikast sum foreldur, omma og abbi, langomma og langabbi altíð til reiðar at taka tey tøk heiminum og bygdalívinum, tørvur er á. Bygdalívið ­ alt samfelagið ­ er broytt so ómetaliga nógv í teirra tíð hesi 85 árini. Í teirra barnaárum var øll gongd eftir Gøtuni innan fyri Geilánna. Tú sá menn í stúvlum við leypi á bakinum fara oman eftir gøtuni. Í leypinum var lodd og snøri, einar olju­ buksur og eitt lítið matskrín. Um kvøldið komu teir niðan aftur við nøkrum fiskum eisini í leypinum, sjálva veið­ una høvdu teir avreitt í fiska­ neystinum. Nú er gøtan grasvaksin, sæst ikki longur. Tú sært næstan heldur ikki fólk ganga , og leyp sært tú als ikki hvørki oman í Støð ell­ an niðan úr Støð. Nú er øll ferðsla við bili oman og niðan eftir asfalteraða vegnum om­ an í Støð, men fólk sært tú næstan ikki. Í barnaárinum var vanligt, at báði Hilda og Allin saman við javnaldrum gingu niðri í Salttaranum, niðri í Agnavík og úti undir Bakkanum, úti á Bønhústanga og tóku øður og stungu fliður til agn hjá útróðrarmonnum ­ faðiri og brøðrum. Nú kenna børn valla øður og fliður, enn minni hvat tær hava verið brúkt ar til í bygdalívinum. Øll hesi 60 árini í hesum skiftandi samfelagi hevur Hilda við sama lag sum hús­ móðir trúfast hildið húsini heit og hugnalig við ” opnum” durum og borðreiddum borði fyri einum og hvørjum, sum í ørindum ella av góðum vana koma inn á gáttina, soleiðis sum hesin góði sið ur enn verður varðveittur manga­ staðni í Føroyum. Kúgvin og ikki at gloyma heimaseyðurin vóru ikki at gloyma. Á fimtanda ári fór Allin til skips, og til sjós var hann øll mandómsárini. Hann fekk alla úrreivingina við frá útróðri við árabáti, deksbáti, sluppum við snøri og línu, á vári og sumri út á heystið. Seinastu tíðina var hann við trolara allar ársins tíðir. Men longu í ungdóms­ árun um hevði hann eisini serstakan hug at velta. Hann hevði tað eftir abbanum, sum hann eisini hevði navn ið Daniel Peter eftir, søgdu fólk. Hetta vísir eisini Slokkastykkið, sum hann hevur velt um aftur alt, sum tað er, og drenað hvørja einastu veit, so at bilurin kann koyra heilt niðan á stykkið ­ eitt prýði í okkara tíð. Hetta fekk hann mest stundir til um vetrarnar í slupptíðini. Frá óvitaárunum slapp Allin við til bjargar við pápa sínum. Hetta førdi til, at hann frá unglingaárunum og upp í mandómsárini var fastur bjargamaður og sið­ maður báði í bjørgunum vestanfyri og í Lítlu Dímum, har hann alla sína tíð hevur røkt hálvan gyllin til hann var 83 ára gamal. Hjá bjargamonnum og sjómonnum liggur ofta meira ásýnligt vátt undir fóti, sum sagt verður. Tað veit Allin eisini um at siga, ein maður, sum ofta hevur verið heitt á, og sum ongantíð hevur borið seg undan, tá ið á hevur staðið. Ein lítil søga um eitt mann dómsbragd kann kort­ ini verða tikin fram í hes um sambandi. Hann var staddur sjálvur annar umborð á einum motorbáti, tá ið eldur kom í niðri í motorrúminum, har báðir mennirnir vóru staddir. Alt í einum stóð flamman upp gjøgnum kapp an. Allin breyt seg upp gjøgnum eldin og var tá sjálvur sum ein brennandi fakkul, tí eldurin festi væl í hansara oljudálkaðu klæði. Hann leyp fyri borð, og á tann hátt sløknaði eldurin í klæðum hansara. Síðan tók hann seg inn aftur í bátin brendur báði á hondum og kroppi, fekk fatur í eini pøs, sum hann so pøsaði sjógv nið ur í motorrúmið við, til eld urin slóknaði, og báði maðurin, sum niðri undir var, og báturin vóru bjargaðir. So miklan skaða fekk hann av hesum brunasárum, at eftir hetta fór hann ikki til skips við trolara aftur. Hann fekk kortini eitt gott heimalív í bø og haga við velting og hoygging og seyði, ja, enntá stundir at hjálpa Hildu at baka kakur. Tað hevði hann ongantíð áður havt stundir til. Til lukku við Diamant­ brúdleypinum bæði tvey. Johs. Diamantbrúdleyp 2011