Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 20 Miðvikan Mikudagur 8. des. 2010 · Nr. 169 U pprunin til hesa frásøgn var í Newcastle í mai 2005, tá ið eg var við til minnishaldið í samband við, at 60 ár vóru liðin, síðani heims­ bardagin endaði. Her hitti eg fleiri danskar sjómenn, sum høvdu upp­ livað bardagan í allari sínum ræðu­ leika. Ein teirra var tann tá 80 ára gamli danin Edmund Petersen, sum fortaldi, at hann hevði verið saman við einum føroyingi við »Axel Carl«. Tað var skjótt at staðfesta, at hetta var Petur Vilhelm Jacobsen, ættaður í Hvalvík. Seinni hitti eg Honnu í Pálshúsi, sum var einkjan eftir Petur. Hon hevði eina stak áhugaverda søgu. Eiðisgentan sum fer til Havnar (Jó)hanna var fødd 30. november 1913. Foreldrini vóru Jacobina og Jóhan í Pálshúsi. Tey vóru tilsamans 9 systkin: Olaf, Hanna, Mona, Poul, Pedda, Hugo, Erhard, Helga og Beata. Tá Hanna var 15 ára gomul og var farin úr skúlanum, ringir Sunneva, systkinabarn mammuna, sum er sjúkrasystir á hospitalinum. Hon spyr eftir eini eldri systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á gamla hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski. Um so onkur onnur systir kundi koma? Hetta dámdi mammuni einki, tí tað var nóg mikið at gera heima. Men mamman gekk tó við til, at Hanna kundi koma í 14 dagar. Hetta gjørdist tó til trý ár, har hon fyrst arbeiddi sum gongsgenta og seinni í køkinum. Tá gjørdist mamman sjúk, og Hanna mátti fara aftur til Eiðis at hjálpa til heima. Tá ringir Anna, kona Poul Hansen, sum eisini var systkinabarn mammuna og ættað av Eiði, um tey høvdu eina gentu, sum kundi koma í húsið hjá teimum. Mamman hevði ongan hug at lata Honnu fara avstað aftur so skjótt, men sjálv tímdi Hanna illa at vera á Eiði eftir at hava »smakkað« býarlívið í Havn, so Hanna fór og varð trý ár í húsinum hjá Poul Hansen. So til Danmarkar Men Hanna hevði eisini hug at royna eitt sindur meira av verðini. Sum hjá so nógvum øðrum gentum tá í tíðini, valdi hon at fara til Danmarkar. Her var hon so heppin at hava fólk at koma til. Ein fastur, Maria, var leiðari á einum sjómansheimi í Nakskov, og her kom Hanna at arbeiða fyrstu tíðina. Men eftir eina tíð fekk Hanna aftur hug at royna nakað nýtt og gjørdist hetta í Svendborg. Her búðu eisini ein pápabeiggi, sum hevði nógv samband við sjómansskúlan í býnum, og var hann eisini í nevndini fyri skúlan. Her kom Hanna so at arbeiða í 1936, og her vóru ­ sum rímiligt er ­ nógvir flottir sjeikar. Í 1937 kemur ein føroyskur drongur á skúlan, sum hon fall fyri. Hetta var tann 24 ára gamli og javngamli Petur Vilhelm Jacobsen úr Hvalvík. Hann var komin niður í 1933 og hevði tikið vanligt 3 mánaða sjómansskúlaskeið í Svendborg. Síðan hevði hann siglt, og nú kom hann aftur at fáa sær navigatørútbúgving. Tað rann skjótt saman millum tey bæði, og tey byrjaðu at koma saman. Men tað, at ein næmingur og ein genta, sum bæði búðu á skúlanum, fóru at fjasast, var ikki væl dámt. Tí valdi Hanna at fáa sær eitt annað pláss í Svendborg, so leingi Petur gekk á skúlanum. M.a. gjørdist hon arbeiðsgenta hjá amtmanninum í Svendborg, men her dámdi Honnu einki serligt. Tað var alt so fínt og fornemt, at tað var ikki nakað fyri eina bygdargentu úr Føroyum! Petur var liðugur við skúlan í 1940, og tá fluttu tey bæði til Keypmannahavnar. Hanna fekk arbeiði á missións­ hotellum. Tað fyrra var á Skt. Annæplads beint við Amalien­ borg. Tað seinasta var missións­ hotellið »Ansgar« beint við Hovedbanegården. Seinasta lívstekin var úr Leningrad Petur royndi so at fáa kjans at sigla úti. Ymiskar umstøður gjørdi hetta trupult. M.a. vóru vetrarnir so ótrúliga kaldir, sjógvurin frysti og hetta tarnaði siglingini nógv og harvið møguleikarnar at sleppa at sigla. Tann 9. apríl varð Danmark hertikið av týskarum. Petur var innkallaður til herin, og var hann í sjóverjuni í 6 mánaðir. Tey tosaðu um at giftast, men hetta var ikki sum at siga tað uttan at hava fast arbeiði og fasta inntøku. Men so fekk Petur kjans við »Axel Carl« hjá reiðarínum Heimdal, og hann fór avstað í apríl 1941. Hetta var mestsum sigling á »heima­ leiðum«, so tað mundi neyvan fara at taka so langa tíð, til tey hittust aftur. Men so skuldi ikki vera. Tann 20. juni liggja teir inni í Leningrad og lossa. Hanna fekk feriu hendan dagin og fór eitt legg til Svendborg at vitja pápabeiggjan, og her var hon eisini væl kend. Longu tá verður tosað um, at Russland var neyvan besta staðið at liggja inni í í hesum døgum, og tann 22. juni leggur Týskland á Sovjetsamveldið. Sum eitt danskt skip ­ meira ella minni undir týskum ræði ­ verður »Axel Carl« roknað sum eitt fíggindaskip, og skipið verður tikið av myndugleikunum. Hetta fær Hanna boð um, og er hetta eisini tað seinasta hon frættir frá Petur í hálvfimta ár. Í komandi parti verður greitt frá tí, ið manningin upplivdi hesa tíðina. Seinni fer Petur til Amerika at sigla við amerikanskum skipum við krígsútgerð til amerikansku hermenninar, sum bardust móti Japan. Hann upplivir at síggja onnur skip verða torpederað og søkt við mann og mús. Men sjálvur varð hann spardur fyri fleiri slíkar ræðuleikar. Alt hetta visti Hanna einki um, tí tað var einki samband til gentuna, sum bíðaði í Danmark. Hanna frætti tó í tíðindunum um hetta ræðuliga kríggið í Russlandi, har nógv fólk lógu eftir á, og har hvørgin parturin fór fram við mýkindum. Tað var einki hugaligt at eiga ein kæran á hesum leiðum. Óhugaligt og kalt í Danmark Hanna helt áfram at arbeiða á missiónshotellum í Keyp­ mannahavn. Hetta var ein sera trupul tíð. Á hotellið kom ein hópur av týskarum, eins og tað sjálvsagt eisini komu nógvir danir, eisini slíkir, sum kundu Hanna í Pálshúsi: Bíðaði eftir dronginum í fleiri ár uttan at vita, um hann var á lívi Sum framhald av seinastu Miðviku hava vit tveir partar um eina føroyska gentu, har drongurin hvørvur í Russlandi í 1941. Men drongin gloymir hon ikki, og søgan endar lukkuliga Johanna, tá ið hon greiddi frá síni søgu Petur og Hanna saman við børnunum