mikudagur 8. desember 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
21
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 8. des. 2010 · Nr. 169
vera við í mótstøðuarbeiðinum.
Nógvir av týskarunum komu úr
marknaøkinum millum Danmark
og Týskland og skiltu danskt. Tí
var neyðugt at ansa eftir hvørjum
orði, ið sagt varð. Annars kundi
enda galið. Afturat hesum kom,
at krígsvetrarnir vóru so óvanliga
kaldir. Genturnar kundu ikki lata
seg í eftir kuldanum. Tær skuldu
bert vera í sínum vanliga búna,
kuldi ella ei, og hetta førdi til krím
og tað, sum verri var.
Tað var ikki bara tað, at einki
frættist frá Petur. Hanna hevði
eins og aðrir føroyingar í Danmark
heldur einki samband við familjuna
í Føroyum.
Hinvegin hildu føroyingar í
Keypmannahavn
væl
saman.
Teir hittust javnan til fundir í
Mílafelagnum. Hetta var Kristiligt
Ungmannafelag við Emil Joensen
sum formanni. Men her kundi
trupulleikin vera, at tað viðhvørt
var útgongubann á kvøldi, og tá
slapst so ongan veg.
Heim til Føroya og
Petur aftaná
Tá kríggið er liðugt, fer Hanna
heim aftur til Eiðis, og var hetta í
oktober 1945 og framvegis veit hon
einki frá Peturi. Hann kemur aftur
til Danmarkar í januar 1946, og tað
fyrsta, hann ger, er at fregnast hjá
pápabeiggja hennara í Svendborg,
hvussu tað man vera vorðið við
Honnu, »um hon var gift ella for
lovað.« »Nei, hvørki annað ella
annað« var tað hugaliga svarið
hann fekk.
Hann tók so fyrsta fart til Før
oyar, og kom á Havnina 4. februar
1946 við Drotningini. Hanna visti
av, at hann kom og var farin til
Havnar at taka ímóti. Og var tað
ein kensluborin løta at hittast aftur
aftaná so mong ár.
Petur var sjálvsagt broyttur og
varð vorðin ein annar maður eftir
so nógv ár. Alt tað, sum hann hevði
upplivað, hevði sett síni spor. So
ringt var tað, at sjálvt fyri konuni
fortaldi hann ongantíð um síni
upplivilsir. Niels Juel greiðir frá,
at hann eins og hinir fangarnir
svøltaði í langar tíðir. Av hesum
fekk hann ymsar sjúkur og fekk
eisini frostskaðar í beinini. Fyri
onkrum øðrum hevur hann nevnt,
at einaferð, teir vóru innibyrgdir
í eini kirkju, sóu teir javnan, tá lík
vórðu beind av vegnum.
Men tá tey nú høvdu funnið
hvørt annað aftur, gjørdu tey
skjótt av og giftust 18. apríl 1946 í
Hvalvíkar kirkju.
Aftur at sigla
Tey fóru so niður aftur til Dan
markar í juli mánaði sama ár. Petur
hevði hug at fara aftur til Amerika
at sigla, men hetta hevði Hanna
ongan hug til. Og soleiðis varð tað.
Hann søkti so kjans í Danmark,
og fekk arbeiði við skipafelagnum
Progress. Fyrsti sigldi hann í Miðal
havinum, men so fekk reiðaríið
til arbeiðis at sigla við kryolit úr
Ivigtut í Suðurgrønlandi til Dan
markar. Reiðaríið helt, at sum
føroyingur kendi Petur betur Grøn
land enn flestu danir, so hann varð
spurdur, um hann kundi vera skip
ari, og tað var gaman í.
Hesa farleið sigldi hann í 8 ár, og
her vóru eisini mangar ringar ferðir
á vetri. Hanna var eisini við onkran
túr, tá teir sigldu heilt norður til
Umanak og var hetta eisini eitt
stórt upplivilsi at síggja Grønland.
Síðani bygdi reiðaríið eitt kemi
kaliuskip í Belgia, og Petur var við
í eftirlitinum, og hann førdi skipið í
fleiri ár. Petur var fyrsti skipari yvir
høvur í Danmark, sum sigldi við
kemikalium. Hetta var sera vanda
mikið og var ikki sørt fyri at vera
ein nervapirrandi sigling.
At sigla tá var ikki tað sama sum
at sigla nú, tá menn hava frí helvtina
av tíðini við løn, og teir neyvan eru
úti meira enn 2 mánaðir í senn. Tá
var fast at vera úti 14 mánaðir í
senn. Hetta gav so møguleika hjá
familjuni at sigla við, og kundi tað
eisini vera áhugavert.
Men sjálvt eftir so langa tíð
burtur, var tað als ikki vist, at ein
slapp í land í feriu. Tí nú valdaðist
um avloysari kundi finnast.
Eina ferð høvdu tey lagt ætlanir
um at fara til Føroya at ferðast við
børnunum, tá Petur eftir ætlan
skuldi hava frí. Tá gav reiðaríið
boð um, at hann slapp kortini ikki
av, tí teir høvdu ikki funnið ein
avloysara. Men tá gjørdist Hanna
stív. Nú høvdu tey lagt ætlanir um
at fara til Føroyar, og Petur skuldi í
land. Annars segði hann bara upp
og pakkaði sekkin í stundini. Tá
gingu bert tveir dagar, og teir høvdu
funnið ein norskan avloysara.
Aftur til Føroya
Petur gavst at sigla 15. november
1971, tá hann var 59 ára gamal.
Hann var so merktur av sínum
upplivingum undir krígnum, at
hann ikki kundi sigla longur.
Petur hevði altíð sagt, at tá hann
gavst at sigla, vildi hann sleppa
aftur til Føroya at búgva. Tey fluttu
eisini bæði heim aftur. Fyrstu árini
búðu tey í Havn. So fingu tey hug at
fara til Hvalvíkar, men her var ikki
lætt at fáa grundstykki. Tað fingu
tey á Eiði og bygdu Úti á Bø. Petur
doyði í 1993, 80 ára gamal, og Hanna
doyði fyri nøkrum árum síðani. Tey
bæði fingu tilsamans 3 børn. Leif,
f. 1949, Lis f. 1947 og Ivan f. 1950.
Børnini búgva í Danmark. Hanna
fekk fýra ommubørn.
Edmund Petersen: Petur
var ein dámligur maður
Í sambandi við hesa grein varð tosað
við umrødda Edmund Petersen,
sum var yngsti maður umborð. So
vítt, hann veit, er hann einsamallur
maður á lívi av teimum, sum vóru
við hendan vanlukkutúrin. Edmund
hevur eisini fyri kortum verið í
danska sjónvarpinum og greitt frá
hesum hendingum,
Edmund minnist væl Petur, sum
var 2. stýrimaður, og hann letur sera
væl at honum at vera saman við.
Hann sigur, at Petur var »stille og
rolig« og at »alle kunde lide ham«,
og Hanna segði, at hetta er ein góð
lýsing av honum.
Hetta er bert eitt dømi um tær
frásagnir, sum bert koma fyri dagin
av tilvild. Men tað var heppið, at
tilvildin her var okkum til vildar.
Jacobina og Johan, foreldrini hjá Johonnu
Jákup og Magnina, foreldrini hjá Petur
Edmund Petersen og Petur vóru
saman henda vanlukku túr.
Edmund letur væl at Peturi
»Axel Carl« lá í Leningrad tann dagin, Hitler legði á Russland. Tað frættist einki frá manningini í fleiri ár
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá óhugnaligu ferðini
hjá Peturi í fangalegum í
Russlandi. Aftaná verður
ein røð við frásøgnum hjá
Christian Djurhuus, løg
manni, og soni hansara Ejler