mikudagur 8. desember 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
Sosialurin
ikki, hon stakk bara, og seingin rullaði
ikki kroppin aftur og fram, men lyfti hann
einans ristandi upp í nálirnar. Ferðamaðurin
ætlaði sær at koma upp í leikin um gjørligt
fyri at steðga øllum, tað var jú ikki tortur,
offiserurin ætlaði við henni, men beinleiðis
morð. Hann rætti hendurnar fram. Men
tá lyfti harvan seg til síðuna við tí spritaða
kroppinum, sum hon annars plagdi at gera
tað í tólvta tíma. Blóðið rann, við ongum
vatni, eisini tey smáu vatnrørini sviku hesa
ferð. Og nú miseydnaðist eisini tað seinasta,
kroppurin loysnaði ikki frá teimum stóru
nálunum, blóðið fleyt, men kroppurin varð
hangandi yvir grøvini uttan at detta niður.
Harvan ætlaði sær aftur til útgangsstøðið,
men eins og hon varnaðist, at hon ikki var
sloppin av við lastina, varð hon verðandi
yvir grøvini. ”Tit mugu hjálpa mær,” rópti
ferðamaðurin yvir til soldátin og tann dømda
og tók sjálvur í føturnar hjá offiserinum.
Hann ætlaði at pressa seg móti fótunum, og
hinumegin skuldu hinir báðir taka um høvdið
á offiserinum, og soleiðis varliga lyfta hann
av nálunum. Men nú fóru teir at ivast, hvørt
teir vóru førir fyri at hjálpa; tann dømdi vendi
beinleiðis ryggin til; ferðamaðurin noyddist
at fara yvir til teir og við megi tvinga teir
yvir til høvdið á offiserinum. Við hesum sá
hann næstan móti sínum vilja andlitið á
líkinum. Tað tóktist at vera livandi; eingin
tekin vóru til tær fyribøtingar, sum allir
hinir høvdu funnið í maskinuni; varrarnar
vóru afturlatnar, eyguni vóru opin, sum tá
hann var livandi. Eygnabráið var friðarligt
og sannført. Oddurin á tí stóra jarnpíkinum
var farin ígjøgnum pannuna.
Tá ferðamaðurin saman við soldátinum og
tí dømda kom til tey fyrstu húsini í koloniini,
peikaði soldáturin á eitt og segði: ”Har er
tehúsið.”
Í stovuhæddini í einum húsi var eitt djúpt,
holukent rúm við veggjum og lofti. Út ímóti
gøtuni var tað opið í allari breiddini. Hóast
tehúsið ikki líktist burtur frá hinum húsunum
í koloniini, sum undantikið teimum glæsiligu
háborgunum hjá kommandantinum, øll vóru
í vánaligum standi, var tað ferðamanninum,
sum tað var ein søguligur minnisvarði, og
hann kendi valdið frá farnum tíðum. Hann
fór nærri saman við teimum báðum, millum
tey tómu borðini, sum stóðu á gøtuni uttan
fyri tehúsið og andaði ta svalligu luftina, sum
kom innan úr húsinum. ”Her er hin gamli
jarðaður,” segði soldáturin, ”presturin noktaði
honum eitt gravleiði í kirkjugarðinum. Ivi
var leingi um, hvar hann skuldi jarðast; at
enda varð hann jarðaður her. Offiserurin
greiddi tygum neyvan frá hesum, sum hann
sjálvandi skammaðist við. Hann hevur eisini
nakrar ferðir um náttina roynt at grivið
hann upp, men altíð rikin burtur.” ”Hvar
er grøvin?” spurdi ferðamaðurin, sum ikki
trúði soldátinum. Beinanvegin runnu teir
báðir, soldáturin og tann dømdi, framman
fyri hann, og peikaðu við hondunum, har
grøvin mátti vera. Teir leiddu ferðamannin
yvir til veggin í bakgrundini, har nakrir
gestir sótu um nøkur borð. Tað vóru óivað
lossingarmenn, vælbygdir við avstubbaðum,
svørtum fullskeggi. Eingin var i jakka,
skjúrturnar vóru kloddutar. Hesir vóru
fátækir, eyðmýktir menn. Tá ferðamaðurin
nærkaðist, reistust nakrir og spenti seg móti
vegginum og hugdu at honum. ”Hatta er
ein fremmandur,” teskaðu teir, ”hann ætlar
sær at síggja grøvina.” Teir skumpaðu eitt
av borðunum til viks, undir tí var sanniliga
ein gravsteinur. Tað var ein einfaldur steinur
so lágur, at hann kundi fjalast undir einum
borði. Hann hevði eina innskrift við smáum
bókstavum; ferðamaðurin noyddist niður á
knæ fyri at lesa hana. Hon var soljóðandi:
”Her hvílir tann gamli kommandanturin.
Hansara viðhaldsfólk, sum nú ikki longur
sleppa at kennast við hann, hava grivið
honum hesa grøv og sett honum steinin.
Tað er ein spádómur, sum sigur, at komman
danturin verður at endurreisast um nøkur
ár og frá hesum húsi av nýggjum leiða sítt
viðhaldsfólk til hertøkuna av koloniini.
Trúgvið og bíðið.”
Tá ferðamaðurin hevði lisið hetta og
reist seg upp, sá hann menn standa har og
smílast, eins og høvdu teir lisið innskriftina
saman við honum, hildu hana vera láturliga
og bóðu hann koma til teirra meinigheit.
Ferðamaðurin lætst ikki um vón, gav teimum
nøkur smáoyru, steðgaði eina løtu, meðan
borðið varð flutt aftur yvir grøvina, fór úr
tehúsinum og oman á brúnna.
Soldáturin og tann dømdi høvdu hitt kend
fólk í tehúsinum, sum ikki vildu hava teir at
fara. Men teir mundu hava skrætt seg leysar, tí
longu tá ferðamaðurin var mitt á teirri longu
trappuni, sum gekk oman til bátin, komu teir
rennandi oman eftir henni. Teir ætlaðu heilt
greitt í seinastu løtu at fáa ferðamannin at
taka seg við. Meðan ferðamaðurin tingaðist
við ein sjómann um at verða sigldur út
til skipið, runnu teir oman eftir trappuni,
tigandi, tí teir tordu ikki at rópa. Men tá ið
teir komu har oman, var ferðamaðurin longu
í bátinum, og sjómaðurin kastaði trossan.
Teir høvdu kunnað lopið niður í bátin, men
ferðamaðurin tók ein tungan trossa við
knútum úr dúskinum, hótti teir við honum og
syrgdi soleiðis fyri, at teir ikki lupu umborð.
Eftirskrift
Í skaldsøguni fáa vit at vita, at offiserurin
tosar franskt, og at tann dømdi og soldáturin
ikki skilja málið. Vit fáa eisini at vita, at í
Fangakoloniini er sandur, líðir og bátabrúgv.
Og at teir hava vatn, rís og vatt.
Í 1919, sama árið skaldsøgan varð skrivað,
varð tann týska koloniin Togo, minsta landið í
Vesturafrika, býtt sum ein annar drápspartur
19141918 til Stórabretland og Frakland. Í
landinum grør rís og bummull (vatt), og vatn
hava tey. Tað er ikki óhugsandi, at Togo var
leikpallurin hjá Kafka.
Frelsunarherurin
er
eitt
margfalt
og sermerkt kristi
trúarsamfelag,
sum
vísir umsorgan fyri
øllum menniskjanum
gjøgnum
slagorðið
“suppa”, “sápa” og
“frelsa”. Frelsunar-
herurin arbeiðir í
fleiri enn 120
londum.
Herberg Frelsunarhersins søkir
Herberg Frelsunarhersins byrjaði
virksemi í 1998 og liggur í vøkrum
umhvørvi, í miðbýnum í Tórshavn,
við góðum útsýni yvir fjørðin.
Virksemi fevnir bæði um dagsentur,
fyribilsbústað og útleigan. Herber-
gið hevur døgnvakt, 5,75 ársverk.
Dagligan leiðara
Sí starvslýsing á www.frelsunarherurin.fo
Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri
Málsviðgerin kemur fyrst og fremst at
málsviðgera í stuðulsmálum og málum
hjá vinnuskránni. Vegleiðing av viðskifta
fólkum og vinnuni er tó eisini ein partur
av arbeiðinum.
Umsøkjarar til starvið skulu hava skrivsto
vuútbúgving og roknskaparligan kunn
leika. Ein treyt er eisini, at ein er vanur/von
at arbeiða við teldu.
Fyri at røkja hetta starvið er sera umráð
andi, at ein dugir væl at leggja arbeiðið til
rættis, taka avgerðir og grundgeva fyri
hesum, og sum heild arbeiða sjálvstøð
ugt.
Nærlagni, arbeiðssemi, vinsemi og ábyrgd
arkensla eru eisini eginleikar sum hóska
væl til hetta starvið.
Stundum broytast uppgávurnar hjá eind
ini á Tvøroyri, og tí er umráðandi, at ein er
fúsur at taka við nýggjum uppgávum og
avbjóðingum.
Tann, ið fær starvið, fær eitt áhugavert
starv og ein arbeiðsdag við flextíð í einum
góðum arbeiðsumhvørvi.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Landsstýrið og viðkomandi yrkis
felag.
Starvið er fulltíðarstarv, sum verður sett
skjótast gjørligt.
Setanarøkið er TAKS, men umfatar Fíggjar
málaráðið og stovnar undir tí.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Margret Joensen, stjóra á TAKS á
Tvøroyri, á telefon 352600.
Send umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og CV til TAKS í
seinasta lagi 21. des. 2010.
Merkt: Umsókn vinnuskráin/stuðlar
TAKS
Postsmoga 2151
FO165 Argir
ella taks@taks.fo
www.taks.fo
TAKS er í støðugari menning, og miðvíst verður arbeitt fram ímóti, at TAKS verður ein
framkomin stovnur, sum gongur á odda á øllum økjum.