Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 8 Sosialurin Jólablaðið BØRN Nú tað stundar til jóla, eru vit í Brúsa komin í jólahýri. Í ár royna vit nakað heilt nýtt og spennandi - jólaverkstovur. Tey síggja so troytt út, børnini. Tað hevur helst sína orsøk, tí tey hava verið virkin allan dagin her í Brúsa LÍVLIGT Leirvík: Vit hava fimm ymiskar verkstovur og børnini verða deild upp í bólkar, við børnum úr øllum fimm stovunum. Hesir bólkar ganga so á skift millum verkstovurnar í fimm dagar. Á hvørjari verkstovu verða fýra starvsfólk. Vit møtast hvønn morgun klokkan 9:30 í Miðstovu, har vit syngja jólasangir saman og fara síðani í bólkar og út á verkstovurnar. Har eru vit frá kl. 10:00 til kl. 11:30 Seinnapartin hava vit vanligan dag. Ein dag fara vit at bjóða for­ eldrum til jólahugna í Limmilund, ella á stovunum – alt eftir hvussu viðrar. Hósdagin 16. desember fara børn og starvsfólk at hava jólahald saman. Vit fara at hugna okkum, dansa um jólatræið og eta ein góðan jóladøgurða. Vit taka myndir hvønn dag á ymisku verkstovunum og hesar eru at síggja í Miðstovuni. 1. desember settu vit jólatræið upp í Miðstovuni og børnini pynt­ aðu tað. Í ár verður træið pyntað við einglum. Fimm jóla verk stovur Íalt eru fimm jólaverkstovur í Brúsa í Leirvík. Tær eru hesar: 1. Limmilunda verkstova, har vit gera pynt til at heingja upp í Limmilund. 2. Baki verkstova, har vit bak að jóla- køkur, ið børnini síðani fáa heim við. 3. Jólagávu verkstova, vit gera jólagávur til mammu og babba 4. Jólapríðis verkstova- gera vit jóladekoratiónir 5. Leita eftir jólamanninum í Limmilund Rokast til jóla í Leirvík SØTUR BITI Orðatakið sigur, at “søtur er sjálvgivin biti”. Hesi eru farin undir at baka til stóru jólahátíðina, ið stendur fyri framman