Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 8 Sosialurin Áki Bertholdsen Spurningurin um at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, skal nú standa sína roynd í Tórshavnar Býráði. Marin Katrina Frýdal, bý ráðslimur í Havn, krevur nevniliga, at málið verður lagt fyri alt býráðið til við­ gerð ar. Hon er ikki bara bý ráðs­ limur, tí hon er eisini nevnd­ arlimur í Sev, har eitt samt býráð hevur valt hana. Og sum nevndarlimur í Sev hevur hon tikið fult undir við uppskotinum um at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. Men hetta vann ikki frama á eykaaðalfundinum í Sev í farnu viku, ikki minst tí at hennara egni borgarstjóri, Heðin Mortensen, við sínum 20 atkvøðum í skjáttuni, so staðiliga mælti frá at samtykkja tað, men heldur vildi hava Sev at endurskoða fíggjarætlanina. Hann helt, at tað var seint at koma við hesum nú, tí kommunurnar hava lagt sínar fíggjarætlanir. Men grundgevingarnar eru eisini, at í tíðum sum hesum, eigur Sev at halda akkurát, sum øll hini og at tað er ov grefligt at hækka prísin so nógv í einum. Fyri býráðið Marin Katrina Frýdal stendur framvegis fast við, at Sev hevur bara ein møguleika og tað er at hækka prísin á streymi. Tí hevur hon nú biðið um, at málið verður lagt fyri Tórshavnar Býráð, so at allir býráðslimir fáa høvi til at viðgerða spurningin og at taka støðu til málið. Marin Katrina Frýdal vís ir á, at spurningurin um at hækka prísin hevur ong­ an tíð verið til viðgerðar í býráðnum og tí heldur hon, at allir býráðslimir eiga at fáa høvi til at siga sína hugsan. Annars fer leiðslan í Sev at hava kunnandi fund við býráðið um støðuna og um avleiðingarnar av, at Sev ikki sleppur at hækka prísirnar. Sum vit greiddu frá í blað num mikudagin, hevur Sev aftur eykaaðalfund 21. desember, har felagsskapurin enn einaferð fara at royna at fáa undirtøku fyri at hækka prísin. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen til blaðið í dag. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Landsfelagið hjá pen­ sjón istum skal eisini fáa høvi at velja ein lim í nevnd ina í nýggja sjúkra­ kassagrunninum, sum ætl­ anin nú er at seta á stovn. Tað heldur Ingrid Hen rik­ sen, sum er um boðsráðslimur í Havnar Sjúkrakassa. Sum tað sæst í grein á síðu seks í blað num, tygum nú sita við í hondini, er ætl­ an in at stovna ein sjúkra­ kassa grunn. Fakfeløgini á almenna ar beiðsmarknaðinum og á privata arbeiðs mark nað­ in um, skulu velja hvør sítt um boð í nevnd ina og tað sama skulu Sjúklingafelagið og Meginfelag Teirra Brek­ aðu. Og so skal lands stýr is­ maðurin í heilsu málum velja tann sein asta nevndarlimin. Stovnsfæið til grunn in skal fáast til vega við ognunum hjá sjúkrakassunum, sum vórðu niðurlagdir í vár, nú Heilsutrygd varð sett á stovn. Teir 11 sjúkrakassarnir skulu nú viðgera málið fyri at vita, um teir taka undir við málinum. Eisini eldri Men tá ið Havnar Sjúkra kassi skal hava fund at viðgerða málið, fer Ingrid Henriksen at skóta upp, at Havnar Sjúkra­ kassi skal boða frá, at eisini Landsfelag Pensjónistanna skal velja ein nevndarlim. Hon vísir á, at tey eldru eru ein stórur sam felagsbólkur og tann bólkurin, sum brúkar mest heilivág og fær flest viðgerðir. – Tí eigur hesin bólk urin sjálvsagt eisini at fáa ein nevndarlim í nevndina fyri Sjúkra kassa grunnin, sigur hon. – Hesin bólkurin eig ur at verða beinleiðis umboðaður í grunninum við einum nevnd­ arlimi, leggur hon afturat. aki@sosialurin.fo Meiri um sama evni á síðu 6 Krevur SEV til viðgerð í Tórshavnar Býráði PRÍSURIN Á STREYMI Marin Katrina Frýdal, sum umboðar Tórshavnar Býráð í nevndini í SEV, krevur nú, at alt býráðið sleppur at siga sína hugsan um at hækka prísin á streymi Pensjón ist ar nir skulu eisini við SJÚKRAKASSAGRUNNUR Pensjónistarnir skulu eisini hava sæti í nevndini í sjúkragrunninum, sum ætlanin er at seta á stovn Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn og nevndarlimur í Sev, stendur fast um, a tað var skeivt at kolldøma ætlanina at hækka prísin á streymi. Men í hesum spældi borgarstjórin í Havn ein týðandi leiklut og tí vil hon nú hava alt býráðið upp í leikin Ósannindi – Vit hava hoyrt politik­ arar og serfrøðingar út tala seg um førda fiskivinnupolitikkin, nú Fiskavirking er koyrt í Skiftirættin til avtøku. At politikarar nýta slík høvi í royndini at vinna sær bíligan polit­ iskan vinning, er ikki óvanligt. Men at ”ser­ frøð ingar” ótarn aðir sleppa at bera ósann­ indir í fjølmiðlunum, er at fara um mark. Jacob Vestergaard sipar til samrøðu, sum útvarpið á middegi hósdagin hevði við ein av hesum serfrøð ing­ um, har hesin segði, at størsta orsøkin til, at Fiskavirking ikki klár aði seg var, at rávøru grund­ arlagið hevði svik ið. – Ein av niður støð­ unum var, at tað var komin ov lítil fiskur upp á land, og tí kundi Fiskavirking ikki klára seg. – Hetta er bein leið­ is ósatt. Hví ”ser frøð­ ingurin” vartar upp við slíkum, veit eg ikki, men hann átti at sett seg betur inn í viður­ skiftini, áðrenn hann úttalaði seg. Jacob Vestergaard sigur, at tølini prógva, at rávrutilgongdin ver­ ið rættuliga støðug sein­ astu mongu árini. – Upsin hevur verið høvuðsframleiðslan hjá Fiskavirking, og tá serliga veiðan eftir upsa hevur verið met góð, hevur rávørutil gongdin ikki verið trupul leikin. Av somu orsøk hava skipini hjá Fiskavirking havt serliga góðan fiskiskap seinastu árini. Hann sigur, at Fiska­ virk ing hevur har aftur­ at havt góðar møgu­ leikar at kapp ast um rávør una, eitt nú tí, at Kósa virkið hevur ligið stilt í eitt langt tíðar­ skeið. – Fiskavirking var ein politisk verkætlan, sum var sett á stovn aftaná kreppuna í 90­árunum, hóast tað vóru fleiri, sum ávar aðu ímóti ætlan. Felagið hevur síðan byrj an havt trupult við at fáa endarnar at røkka. Vit minnast jú øll, tá Fiskasølan í 2004 var løgd saman við Fiska virking í roynd­ ini at betra um tilveru­ grundar lagið hjá Fiska­ virking, sigur Jacob Vestargaard í lesara­ brævi í dag. vilmund@sosialurin.fo KolldøMd