Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 Sosialurin Leo Poulsen Tað eru ikki øll, sum klappa í hendurnar um avgerðina hjá Helenu Dam á Neystabø um, at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar frá Vinnuháskúlanum í Havn til Klaksvíkar. Men onkur fegnast. – Eg haldi tað er gleðiligt, at fyrsta stigið at savna maritimu útbúgvingarnar er tikið. Hetta hevur ligið í kort- unum, og eigur tí ikki at koma óvart á fólk, at hesar útbúgv- ingarnar nú verða savnaðar í Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. Hon heldur, at Klaksvík framman undan er ein útbúgvingarbýur við fleiri ymiskum útbúgvingum. – Og tað, at landsstýrið nú stingur út í kortið og savnar nakrar útbúgvingar, gevur styrki, og tað er bert at fegnast um, sigur Gunvá við Keldu. Hon ivast heldur ikki í, at Klaksvík er til reiðar at taka ímóti økta virkseminum. – Trygdarmiðstøðin hevur fingið nýggj og góð hølir, og Tekniski skúli er fyri stuttum síðani útbygdur. Hartil hava vit Sjómansskúlan, sum er nýliga umvældur og hevur fingið ein spildurnýggjan og nýmótans køk til mat- vøruútbúgvingina, so hølini eru rímiliga góð, sigur Gunvá við Keldu. Um tað so einaferð verður neyðugt at víðka um hølini, fer bert tíðin at vísa. Men sum er heldur borgarstjórin, at hølini eru nøktandi. Hon heldur, at tað fram- vegis er rætt at flyta skipara- og maskinistútbúgvingina til Klaksvíkar, hóast skipsførara- og maskinmeistaraútbúgv- ingarnar nú verða lyftar upp á bachelor støði og verða skipaðar undir Fróðskapar- setrinum. – Sum eg skilji, er rætti- liga stórur munur á teimum útbúgvingunum. Og tá nú valt verður at gera skips- førara- og maskinmeistaraú tbúgvingarnar til bachelor útbúgvingar, og leggja tær undir Fróðskaparsetrið, so er talan um eina uppdeiling. Og tá tað verður gjørt haldi eg, at tað er ógvuliga áhugavert, at skipara- og maskinistútbúgvingarnar verða lagdar í Klaksvík. Vit hava havt skiparaútbúgv- ingina her í nógv ár, so eg haldi, at hetta er ein góð av- gerð, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. leo@sosialurin.fo Ein góð avgerð Vit hava havt skiparaútbúgving í Klaksvík í mong ár, og tá landsstýrið nú hevur valt at at skipa skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar til bachelor útbúgvingar, haldi eg tað vera eina skilagóða avgerð at leggja skipara- og maskinistútbúgvingarnar í Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um avgerðina at flyta skipara- og maskinistút- búgvingarnar frá Vinnuháskúlanum í Havn til Klaksvíkar Tórshavnar býráð mótmælir harðliga bygnaðar- broytingini, sum landsstýriskvinnan í mentamálum hevur framt, har maritimar útbúgvingar á Vinnuhá- skúlanum í Havn skulu flytast til Klaksvíkar. Vinnuháskúlin, sum hevur verið stoltleiki Føroya, hevur virkað í høvuðsstaðnum í yvir hundrað ár. Tað er óskiljandi, at hesin vælvirkandi stovnur nú skal niðurlagast, tá ið øll faklig tilmæli vísa á, at neyðugt er at styrkja um útbúgvingarnar og savna fakliga førleikan á einum stað – á Vinnuháskúlanum í Havn. Samtykt einmælt í Tórshavnar býráð á fundi 8. desember 2010. Mótmæli frá Tórshavnar býráð Leo Poulsen Í hesum øðrum bindi verður greitt frá um kirkjusøguna, sum kann tykjast ung, tí kirkja hevur bert verið í bygdini í góð hundrað ár. Men í víkingatoftunum á Toftanesi lógu krossar, í Gerðismørk er bønhústoftin, og í skriftunum síggjast fleiri lestrabøkur. Kirkjusøgan er tí ein søga úr víkingaøldini og upp til okkara dagar. Umleið 1920 kom brøðra- samkoman, og um sama mundið heimamissiónin. Í 1930 kom NIOGT losjan Lívdin, og skótarnir komu ein mansaldur seinni. Greitt verður frá hesum fýra rørslum. Bindið endar við gjølligari lýsing av fyrndarbýlinginum við Garð, bæði av húsum, ættum og einstaklingum. Rithøvundurin sigur, at bókaverkið er um eina einstaka bygd, men karmurin er Føroya søga. Mangt, sum hendir ella verður sett í verk í bygdini, er spegilsmynd av gongdini í samfelagnum, sum víst verður til. Henda bygdarsøgan er ein case úr heildarmyndini. Ein og hvør, sum hevur áhuga fyri landsins søgu, kann leita sær dømi í hesum søguverki. Martin Fjallstein er leirvíkingur, føddur í 1946 og uppvaksin á Áargarði. Hann hevur læraraútbúgving úr Odense og hevur verið lærari í fólkaskúla, eftirskúla og háskúla og leiðari av mentanarhúsi. Haraftrat hevur hann skrivað ymiskt søguligt og siðsøguligt til- far og serstakliga havvt áhuga fyri heimbygdini, har hann hevur savn- að nógv tilfar. Í sambandi við bókaútgáv- una verður hugnaløta á Báta- savninum í Leir- vík sunnudagin frá klokkan 15 til 18. Fríðfinnur Johnsson fer at hugleiða og rit- høvundurin signerar. Bókin, sum er 415 síður, kostar 350 krónur. Tó fáast bind eitt og tvey fyri 600 krónur tilsamans. Annað bind av Leirvíkar bygdarsøgu komið Talan er um annað bind av fýra. Í fyrsta bindi varð sagt frá víkingaøldini, miðøldini og bóndasamfelagnum fram til 1900, og eisini varð sagt frá húsum og fólki á Toftanesi tey síðstu 300 árini