fríggjadagur 10. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Hóast Magnus Rasmussen,
borgarstjóri
í
Runavíkar
kommunu,
er
lærari
og
bóndi, hevur hann altíð sæð
tann stóra týdning, sum
vinnulívið hevur, bæði á
sjógvi og landi.
– Viðhvørt verður sagt,
at fiskivinnan kanska ikki
hevur so stóran týdning,
sum hildið hevur verið. Her
eri eg slett ikki samdur. Eg
ivist onga løtu í, at týdning
urin er so ómetaliga nógv
størri, enn mong geva sær
far um, sigur hann.
Økið hart rakt
Borgarstjórin
sigur,
at
vinnulívið
í
kommununi
hjá honum er ógvuliga hart
rakt, nú Faroe Seafood fór á
húsagang og nógv fólk, bæði
fiskafólk og fiskimenn eru
vorðin arbeiðsleys.
– Stóra fiskavirkið er
stongt og seks skip, sum hava
ført stórar nøgdir av fiski til
lands, eru løgd. Hetta er ein
vanlukkulig støða, og sum
borgarstjóri føli eg rættiliga
við øllum teimum mongu,
sum knappliga eru vorðin
uttan arbeiði – og enntá beint
undan jólum.
Magnus Rasmussen vísir
á, at eitt er fyrstahondsvirðið,
sum fiskimenn og arbeiðsfólk
skapa.
– Sjálvandi hevur alt hetta
alstóran týdning, bæði fyri
lívsgrundarlagið og sjálv
virðiskensluna hjá hesum
fólkum og familjum, men ikki
minni fyri allar tær avleiddu
vinnur, sum hetta virksemi
skapar.
Borgarstjórin sigur, at í
Runavíkarøkinum eru veitarar
av eitt nú nautiskari útgerð,
smiðjur og flutningsfeløg, sum
fáa nakað burtur úr, at skip og
virkir eru í gongd.
– Haraftrat kemur, at ríka
handilslívið
so
sanniliga
eisini fær ágóðan av vinnu
virkseminum er í økinum,
sigur hann.
Góðar umstøður
Magnus Rasmussen sigur
seg onga løtu ivast í, at
avleiðingarnar av, at so stórt
virksemi á sjógvi og landi nú
liggur lamið, fara at merkjast,
um gongd ikki kemur á aftur
rættiliga skjótt.
– Vit duga kanska ikki nóg
væl at meta og virðismeta
slíkt virksemi fyrr enn tann
dag, alt steðgar upp, og vit
síggja avleiðingarnar. Hvørt
einstakt arbeiðspláss hevur
stóran týdning, og nú talan
er um eitt so stórt tal av
fólki, kemur hetta veruliga
at merkjast í økinum. Tað er
í løtuni trupult at yvirskoða,
hvussu stóra ávirkan húsa
gangurin hjá Faroe Seafood
fær á Runavíkarøkið, men
eg haldi, at hetta er rættiliga
álvarsamt.
Borgarstjórin
sigur,
at
hann hevur fylgt væl við og
hevur tosað við nógv fólk um
støðuna, sum er íkomin.
– Eg vil meiri enn fegin
sleppa at siga, at vit í Runa
víkar kommunu ógvuliga
gjarna vilja, at tað virksemi,
sum verið hevur og sum
beint nú liggur lamið, kemur
í gongd aftur sum skjótast.
Magnus Rasmussen vísir
á, at Faroe Seafood í Runavík
altíð hevur havt gott orð
á sær, sum eitt væl rikið
fiskavirkið við dugnaligum
fólki.
– Vit hava eisini góð
havnaviðurskifti til skipini,
landingarmiðstøð og dugna
ligar veitarar í økinum. Tí
vóna vit virkuliga, at tað virk
semi, sum sprettur uppaftur
úr húsaganginum, framhald
andi verður her í økinum,
sigur Magnus Rasmussen,
borgarstjóri
í
Runavíkar
kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Støðan er álvarsom
- Faroe Seafood í Runavík hevur altíð havt gott
orð á sær, sum eitt væl rikið fiskavirkið við
dugnaligum fólki. Vit hava góð havnaviðurskifti
til skipini, landingarmiðstøð og dugnaligar
veitarar í økinum. Tí vóna vit virkuliga, at alt tað
virksemi, sum nú liggur lamið í økinum, kemur
uppaftur at koyra sum skjótast, sigur Magnus
Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
… í løtuni er trupult at
yvirskoða, hvussu stóra
ávirkan húsagangurin hjá
Faroe Seafood fær…
MAGNUS RASMUSSEN
Skeiðið hjá Magnusi Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, er nú hálvrunnið.
- Tíðirnar hava verið nokso truplar, men eg trívist við uppgávuni, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Eitt er fyrstahondsvirðið, sum sjálvandi hevur
stóran týdning. Annað er allar tær avleiddu vinnur,
sum fiskivinnan skapar, sigur Magnus Rasmussen
Mynd: Vilmund Jacobsen