Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 14 Sosialurin Nøvn Pápi var føddur 2. des.1925. Foreldur hansara vóru Lisa og Samuel Johannes Dan iel­ sen, vanliga nevndur Samma­ jóannes, úr Kollafirði. Pápi var bert ein lítil smádrongur, tá hann misti mammu sína, og kom hann tí at búgva hjá familju í Rituvík í eina tíð. Hann var eisini eitt skifti hjá stóra Martin á Vatnsoyrum, men kom so til Klaksvíkar, har hann búsettist. Hann giftist við mammu, Lenu Danielsen, úr Fuglafirði, í 1952. Tey vórðu gift í Fuglafirði, men settu búgv í Klaksvík beinanvegin í húsum á Selheyggi (tví­ húsum), sum hann hevði bygt saman við ungdómsvini sínum, Elieser Jóhannesen, vanliga nevndur Essa. Tey fingu trý børn. Eg sjálv Lis eri elst, síðani systir mín Elsebeth og so beiggi okk ara Ejler. Vit fingu ta stóru sorg fyrst at missa Elsebeth 1.jóladag 1965, bara 6 ára gamla, og síðani Ejler í mars 1993, bara 27 ára gamlan. Hann hevði júst sett búgv, var giftur við Eyðbritt, og tey áttu tvær fittar smágentur og vóru farin í nýggju prýðiligu hús síni, sum standa undir Hálsi. So hetta vóru dyggir smeitir fyri okkum. Í 1998 høvdu vit ta stóru sorg at missa mammu eisini, tað var ógvuliga tungt fyri pápa og okkum øll, men Harrin, sum vit hava sett okkara álit á, hevur ført okkum ígjøgnum alt hetta. Lovað veri navn hans ara. Pápi hevur verið ein raskur arbeiðsmaður. Í yngri árum fekst hann m.a. við málara­ arbeiði. Hann arbeiddi eina tíð hjá firma J.J. Jacobsen, gekk vakt í turkihúsinum hjá teimum og passaði ketilin. Seinni fór hann at arbeiða sum borari. Hann var við at gera Oyggjarvegin og bæði bergholini norður gjøgnum fjøllini til Árnafjarðar og Norð depils. Ta seinastu tíð­ ina av arbeiðslívi hansara var hann kranførari hjá Klaks­ víkar kommunu. Vit høvdu eitt gott og trygt heim, har vit vórðu lærd upp í øllum góðum dygd um, og best av øllum, foreldrini leiddu okkum til trúnna á Jesus í okkara barna árum. Eitt, sum eg minnist frá barnaárum mín um, var, at eg slapp við babba, tá ið hann saman við øðrum monnum fór at halda møti, t. d. við “Sendiboðnum”, einum báti, teir høvdu tá til at sigla til aðrar bygdir við og boða hin góða boðskapin fyri fólkinum. Góði babba! Takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri okkum, eisini fyri abbabørnini og langabba­ børn ini. Nú gongur sólin vesturum hjá tær og stendur lágt, men tú ert treystur, tú hvílir í trúnni. Tað er skilligt, sjálvt um tú ikki longur kanst siga okkum tað við orðum. Tað verður ikki so leingi, til vit øll vera har, sum mamma, Elsebeth og Ejler eru. Har verður gott at vera. Birgir og eg ynskja tær so hjartaliga tillukku við deg­ num og eitt stilt og friðfult lívskvøld. Lis 19. november fingu Annika Jespersen og Pól Arni Holm, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3534 gr. 28. november fingu Randi og Edni Lisberg, Kristian­ sund í Norra, tvíburar, drong og gentu. Sonurin var 40 cm langur og vigaði 1500 gr, dótturin 37 cm long og vigaði 1060 gr. 1. desember fingu Beinta Berg og Jens Dam Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2820 gr. 6. desember fingu Anna Olsen og Sjúrður Arn­ bjarnarson, Skarvanesi, ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði 2390 gr. 6. desember fingu Anna Wenningstedt og Jón E. Glyvradal, Glyvru, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 1485 gr. Føðingar Ein heilsa til pápa mín Edvin Danielsen á 85 ára degi hansara 2. des. 2010