fríggjadagur 10. desember 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
T
að var í februar 1829, at
Elspa og Andrass Mort
ansson tóku land á Argjum
og bygdu har. Hann var
úr Hvalba, og hon var úr
Kollafirði.
Hetta er ein alment kend
søga, sum millum annað er
lýst í bókini hjá Niels J Arge
um Argjamenn.
Børn teirra vóru:
Mortan Andrasson (1816
1882). Hansara ætt fekk navn
ið Mortensen, og gjørdist
hon sera stór. Tað eru sjey
sjónligar gravsteinar í gamla
kirkjugarði hjá teimum. Tey
sum »eiga« hesar steinar og
teirra ætt verða umrødd í
hesi og tveimum fylgjandi
pørtum í hesi røð.
Dánjal Andrasson (1818
1891). Hansara børn fingu
eftirnavnið Danielsen. Tey
eru eisini umboðað í kirkju
garðinum. Henda ættin verð
ur umrødd seinni í hesi røð.
Jákup Zakarias Andras
son (18191868.) Var ógiftur.
Hann gjørdist krypil, men
gjørdist sera kringur at
smíða knívar.
Anna
Andrassdóttir
(18211895). Varð gift við Poul
í Geil. Fleiri av hennara eftir
komarar eru umrøddir í hesi
røð, sum Djóni í Geil og hans
ara synir Poul, Kristin og
Petur Alberg, sum komandi
mikudag »fyllir« 125 ár.
Eisini Elspa Sloan, systir
Djóna, og Anna Petersen,
dóttir Isalinu, eisini ein
systir gift við gamla Knút
skómakaran, hava gravstein,
og tær eru fyrr umrøddar.
Niels Lassen Arge (1823
1900.) Hann var ættarfaðir
til øll tey sum eita Arge,
og tey eru mong á tali. Tey
eiga nógvar gravsteinar í
kirkjugarðinum, og tey eru
eisini umrødd í hesi røð.
Billa Andrassdóttir (1825
1899), giftist á Sandi
Lisa Andrassdóttir (1830
1892), giftist inn á Nes í
Eysturoynni.
Niklas Andrasson f. 1835,
búði niðri.
Erindringer fra
et langt liv
Tað er merkiliga lítið, sum er
skrivað um ættargreinina hjá
Mortani, hóast ættin er blivin
sera stór. Men her verður so
tikið tað, sum er funnið í
ymiskum keldum.
Jacob Andreas Arge, Jamp
an. var hin fyrsti, sum í dópin
um fekk ættarnavnið Arge.
Í minnisgrein um ættina
nevnir J.A. Arge nøkur ættar
bregi, sum sipast til Hólalags
slektina í Hvalba.
Hann hevur eisini tríggjar
pápabeiggjar sínar á orði. Ein
teirra er Mortan. Vit loyva
okkum at endurgeva brot úr
hesum lýsingum hansara..
Um ættarfólkið í Hvalba
skrivar hann m.a., at teir í
» – Længst svundne Tider
skal være Efterkommere af
Franskmænd og Irer.
Der er mange ting, som
kendetegner dette. De af
Mændene, som ikke var
kæmpestore, var firskaarne,
tætbyggede,
med
kulsort
Haar
og
gennemgaaende
kraftige; mange iltre af Sind,
opfindsomme
til
nyttigt
Arbejde baade paa Land og
Hav og har altid ydet deres
bedste til Fremme for Øerne.
Slægten var stærkt præg
et af Udlængsel til fremmede
Lande, og mange af dem reiste
bort og kom tilbage berigede
af Kundskab i forskellige
Retninger, hvilket var til stor
Gavn for Øerne.....«
Mortan
»Min Farbroder Morten var
kæmpestor og stærk med
kulsort Haar. Han var en
meget dygtig Haandværker,
Smed, Hus og Baadebygger.
Han var Formand sammen
med Snedker Sivertsen ved
Opførelsen af den nuverende
Thorshavns Kirke.«
Mortan Andrasson var
føddur í Kollafirði tann 8.
juli 1816. Hann stendur fyri
at hava verið timburmaður,
og hann doyði á Argjum 30.
januar 1882, og hann varð
jarðaður 2. februar.
Mortan var giftur heilar
tríggjar ferðir. Tann 21.10 1841
giftist hann í Havnar Kirkju
við
Elsebeth
Joensdottir,
fødd 15.6 1815 í Havn.
Hon doyði longu 2.3. 1845,
bert 29 ára gomul.
Mortan giftist aftur við
Johanna Elisabeth f. 15.8 1815
í Havn. Hon doyði 20.8 1886
á Argjum. Hann giftist so
aftur við Elsebeth Cathrina
Lindenskov f. 7.9. 1822 í Havn.
Hon doyði 31.1 1912 í Havn.
Tað er eitt av hansara
børnum, sum hevur gravstein
í gamla kirkjugarði, og tað er
Andreas (18441890). Henda
umrøðan verður um hann
og hansara.
Óli Mortensen virkin
í fráhaldsrørsluni
Ein sonur Mortan var Ole
Mortensen (18501920), sum
ikki tykist sjálvur at hava
havt gravstein. Hann var
timburmaður og annars álitis
maður á ymiskum økjum.
Um Óla skrivaði Andrass
Samuelsen, seinni løgmaður,
í minningarorðum:
Jeg har kendt Ole Morten
sen i over et kvart Aarhundr
ede. Som ungt Menneske
lærte jeg ham at kende i Thors
havns Afholdsforening. Alle
havde vi i Afholdsforeningen
den største Respekt for
Manden. Han var alvorlig og
elskværdig mod os yngre, der
sluttede os til den Forening,
han havde været med til at
bygge og som støttede den
Sag, der stod hans Hjerte
nær – Afholdssagen. Han
var faamælt, men ingen var
nogensinde i Tvivl om hans
Stilling til de forskellige
Spørgsmaal, der opstod i
Afholdsforeningen. Han var
en af Afholdssagens største
Venner og Forkæmpere, og
Afholdssagen har ved hans
Død lidt et Tab af væsentlig
Betydning.
Han var en trofast Afholds
mand, trofast som Ven og
trofast som Meningsfælle.
Han var en pryd for den
færøske Haandværkerstand,
arbejdsom, dygtig og flittig,
som han var.
Han var en god Borger for
Thorshavns By, og han var
en god Færing af den gamle
Skole.
Alle vi som kendte ham,
vil savne ham og alle er
vi enige om at holde hans
Minde i Ære.
Var ein stovnari av
Havnar Sjúkrakassa
og býráðslimur
Ole Mortensen var eisini
ein av teimum, sum í 1886
var við til at stovna Syge
kassen for Thorshavn og
Omegn. Tað var Thorshavn
Arbejderforening
sum
saman við Avhaldsfelagið,
ið tók fyrsta stigið við at
seta eina nevnd at fyrireika
stovnanina. Í hesi nevnd
vóru umboð fyri Arbejder
foreningen og fyri Thorshavn
Totalafholdsforening.
Eitt
av umboðunum hjá Avhalds
felagnum var »Tømmermand
Ole Mortensen.«
Hann kom eisini í fyrstu
nevndina saman við Djóna í
Geil, Rasmus Effersøe, Jacob
Lützen og H.C. Olsen. Lima
gjaldið var sett til 30 oyru
um mánaðin.
Nevndarlimirnir umboð
aðu hvørt sítt øki i býnum,
har teir skuldu hava eftirlit
við sjúkrmeldaðum limum.
Roknast kann við, at Ole
Mortensen hevur umboðað
Distrikt C, sum »Vestenfor
Frederiksvaag (Vágsbotn) og
Arge.«
Ole sat í nevndini inntil
1897, tá ið hann bar seg undan
afturvali. Tá hevði nevndin
árið frammundan søkt um
statsgóðkenning.
Óli Mortensen var eisini
býráðslimur í Havn. Hann
varð valdur í 1903 og sat
til 1908. Hann var limur í
bygginevndini.
Mortensenættin á Argjum er væl
umboðað í kirkjugarðinum
Tað hava verið nógvar stórar ættir í Havn, sum tað eisini sæst aftur í gamla kirkjugarði. Ein
av teimum heilt stóru ættunum eru eftirkomarar hjá Elspu og Andrass á Argjum
OLEVINE ELISABETH DEBES
F. MORTENSEN
F. 26. SEPTEMBER 1870
D. 4. MAI 1899
FRED VÆRE MED DIT STØV
ANNA SOFIE MORTENSEN
F. 29. APRIL 1833
D. 2. APRIL 1905
FRED VÆRE MED DIT STØV
ANDREAS MORTENSEN
ARGE
F. 23. MAI 1844
D. 19. MARTS 1899
FRED VÆRE MED DIT STØV
Soleiðis ímyndaði
Ingálvur av Reyni sær
Andrass á Argjum
Óli Mortensen
Anna var ein dóttir Elspu
og Andrass. Hon var omma
Petur Alberg, sum hevur
125 ára »føðingardag«
komandi mikudag
Í komandi parti verður
m.a. greitt frá Frants
Mortensen og Laurits
Debes, sum giftist inn
í Mortensensenættina.
Um nakar veit meira
um teir gomlu Morten
senmenninar hevði tað
verið gott at frætt.