Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 Sosialurin Vinnuframagrunnurin sóknast eftir samskipara at standa fyri umsitingini av fjøltáttaða virkseminum hjá Vinnuframagrunninum. Sum samskipari ert tú tað neyðuga millumliðið millum umsøkjarar við tí góða hugskotinum og stýrið, ið tekur avgerðirnar um, hvussu tær umleið 4 mió kr. hvørt ár verða býttar millum tær mongu og áhugaverdu umsóknirnar um stuðul. Uppgávur Sum samskipari hjá Vinnuframagrunninum skalt tú: • vera við til at menna íverksetaraumhvørvi kring landið • duga at fáa eyga á tey góðu hugskotini • marknaðarføra møguleikarnar, sum Vinnuframa- grunnurin bjóðar • samstarva við stýrið fyri Vinnuframagrunnin um eina góða og gjøgnumskygda viðgerð av øllum umsóknum • standa fyri skrivstovuhaldinum hjá umsitingini • svara fyrispurningum og vegleiða fólki í at skriva umsóknir • finna rættar metarar til umsóknir • røkja heimasíðuna vfg.fo og Ráðgevarabankan • gera kunnandi og upplýsandi arbeiði kring alt landið um møguleikar og virksemið hjá Vinnuframagrunninum • hava eftirlit við játtaðum umsóknum • hava eftirlit við játtanini hjá Vinnuframagrunninum Harumframt fært tú ábyrgdina av øllum teimum mongu, ymisku uppgávunum, sum alla tíðina stinga seg upp. Vinnuframagrunnurin | Hoyvíksvegur 51 | Postboks 3079 | 110 Tórshavn Tel 31 27 94 | Faks 31 67 03 | vfg@vfg.fo | www.vfg.fo Samskipari til Vinnuframagrunnin Rætti persónurin er fyrikomandi, dugir væl at samskifta, orðar seg lættliga, og er sinnað/ur at veita øllum ta bestu tænastuna, um tað so er smiðurin úr Sandavági ella sniðgevin av Skála, sum skal hava ráðgeving. Hon/hann skal hava góð samstarvsevni, innlit í fíggjarstýring og gott innlit í føroyska vinnulívið og í nýskapan og íverksetan. Evnini at síggja ta stóru myndina eru eisini týdningarmikil. Talan er um ¾ starv. Lønin sambært avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Vilt tú vita meira, ber til at ringja til Regin W. Dalsgaard, formann í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, telefon 512795. Umsóknin skal sendast til Vinnuframagrunnin, stílað Regini W. Dalsgaard, stýrisformanni, postboks 3079, FO-110 Tórshavn. Eisini ber til at senda umsóknina við t-posti til vfg@vfg.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. januar 2011. Les meira um Vinnuframagrunnin á www.vfg.fo Vinnuframagrunnurin sóknast eftir samskipara at standa fyri umsitingini av fjøltáttaða virkseminum hjá Vinnuframagrunninum. Sum samskipari ert tú tað neyðuga millumliðið millum umsøkjarar við tí góða hugskotinum og stýrið, ið tekur avgerðirnar um, hvussu tær umleið 4 mió kr. hvørt ár verða býttar millum tær mongu og áhugaverdu umsóknirnar um stuðul. Uppgávur Sum samskipari hjá Vinnuframagrunninum skalt tú: • vera við til at menna íverksetaraumhvørvi kring landið • duga at fáa eyga á tey góðu hugskotini • marknaðarføra møguleikarnar, sum Vinnuframa- grunnurin bjóðar • samstarva við stýrið fyri Vinnuframagrunnin um eina góða og gjøgnumskygda viðgerð av øllum umsóknum • standa fyri skrivstovuhaldinum hjá umsitingini • svara fyrispurningum og vegleiða fólki í at skriva umsóknir • finna rættar metarar til umsóknir • røkja heimasíðuna vfg.fo og Ráðgevarabankan • gera kunnandi og upplýsandi arbeiði kring alt landið um møguleikar og virksemið hjá Vinnuframagrunninum • hava eftirlit við játtaðum umsóknum • hava eftirlit við játtanini hjá Vinnuframagrunninum Harumframt fært tú ábyrgdina av øllum teimum mongu, ymisku uppgávunum, sum alla tíðina stinga seg upp. Vinnuframagrunnurin | Hoyvíksvegur 51 | Postboks 3079 | 110 Tórshavn Tel 31 27 94 | Faks 31 67 03 | vfg@vfg.fo | www.vfg.fo p Samskipari til Vinnuframagrunnin Rætti persónurin er fyrikomandi, dugir væl at samskifta, orðar seg lættliga, og er sinnað/ur at veita øllum ta bestu tænastuna, um tað so er smiðurin úr Sandavági ella sniðgevin av Skála, sum skal hava ráðgeving. Hon/hann skal hava góð samstarvsevni, innlit í fíggjarstýring og gott innlit í føroyska vinnulívið og í nýskapan og íverksetan. Evnini at síggja ta stóru myndina eru eisini týdningarmikil. Talan er um ¾ starv. Lønin sambært avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Vilt tú vita meira, ber til at ringja til Regin W. Dalsgaard, formann í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, telefon 512795. Umsóknin skal sendast til Vinnuframagrunnin, stílað Regini W. Dalsgaard, stýrisformanni, postboks 3079, FO-110 Tórshavn. Eisini ber til at senda umsóknina við t-posti til vfg@vfg.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. januar 2011. Les meira um Vinnuframagrunnin á www.vfg.fo krea . tel 60 80 80 Sunnudagin 12. desember Hestur kl. 16.00 Heri Joensen talar og jólamaðurin vitjar og kaffi verður at fáa. Týsdagin 14. desember Syðradalur kl. 18.00 Heðin Mortensen og Heri Joensen tala og jólamaðurin vitjar. Jólatrøini verða tendrað í Tórshavnar kommunu tórshavnar kommuna