Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 34 Sosialurin Orðabókagrunnurin hevur nýliga givið út Sponsk-føroysku skúlaorða- bókina. Henda orðabók er øðrvísi, ætlað føroysktmæltum næmingum á miðnámsstigi, ið vilja læra seg spanskt. Skúlaorðabókin hevur tey vanligastu sponsku orðini eftir týtt- leika í løttum tekstum viðkomandi í undirvísing, umframt orð av serlig- um týdningi fyri føroyingar. Skúla- orðabókin skipar ikki bert orðini í stavrað, men eisini í evni, og heldur seg til høvuðstýdningar og viðkom- andi dømi. Orðabókagrunnurin er privatur grunnur, stovnaður av Christiani Matras sála, og sum veitir stuðul til orðabókagerð og orðabókaútgávur. Grunnurin hevur fíggjað ella givið út flestu av gomlu føroysku orðabókunum. Orðabókagrunnurin hevur ikki nakra ávísa freist fyri umsóknum, men væntast kann, at fyrsta nýggja verkætlanin kann raðfestast á fundi í desember. Síðani verða aðrar raðfestar sum frá líður. Set teg í samband við skrivstovuna á Føroya­ málsdeildini (tlf. 352538, t­post saraj@setur.fo). www.obg.fo VIT SÓKNAST EFTIR ORÐABÓKAHØVUNDUM ABÓK SPONSK FØROYSK SKÚLAORÐABÓK Orðabókagrunnurin hevur lagt stóra orku í at skúlaorðabøkur skulu gerast brandar í føroyskari frálæru við tøkini, list og fakligum dygdum. Orðabókagrunnurin ætlar nú at fara undir somu tilgongd við øðrum málum. Vit hava hugsað um málini franskt, russiskt, enskt, íslendskt, latín, týskt – og kanska enntá danskt – ella onnur mál, sum føroyingar hava gagn av at læra, í miðnámi ella fyrr. Eisini vilja vit gera føroyska-føroyska skúlaorðabók. Vit fara eyðvitað at seta gongd á hesar verkætlanir sum frá líður, men frætta fegin um áhugan fyri teimum øllum. Orðabókagrunnurin ætlar at bjóða høv- undum sáttmála um at skriva orðabøk- urnar, áhugaðir høvundar fáa tilboð um samsýning, ið verður skipað sum yrkis- løn mett eftir kravdu tíðini at skriva og leggja til rættis bókina. Vit rokna við at skúlaorðabók krevur umleið eitt ársverk, ið býtast kann fleiri høvunda millum og samskipast við skúla ella annan arbeiðs- gevara. Hvør verkætlan verður tillagað í samráð við høvundar, tí er arbeiðsbyrðan bert vegleiðandi. Orðabókagrunnurin heitir á hug­ aðar høvundar um at gera seg kunnugar við heimasíðu okkara og nevndu skúlaorðabók og síðani senda okkum umsókn um at ger­ ast skúlaorðabókahøvundar. Orðabókagrunnurin hevur í samstarvi við teldukøn ment forrit at skriva orðabøkur á, soleiðis at orðabøkur verða tøkar og givnar út bæði í prenti og teldutøkum miðlum. Ætlandi verða útgávur okkara alsamt lagaðar eftir tøkni og alsamt øktar og mentar. travel Hoydalsvegur 17 · 100 Tórshavn Tel: 34 00 00 · booking@62n.fo www.62n.fo – so er ferðin byrjað! Jóla-SMS kappingin hjá 62°N Verð við í jóla SMS-kappingini hjá 62°N! Send sms boð við tekstinum »62N« til 1919, og verð við í lutakastinum um eina konsertferð fyri 2 til Take That konsert í Parkini 16. juli 2011. Gist verður á Crowne Plaza Copenhagen Towers í Executive Club Room í 3 nætur við morgunmati. Ferðaskrá: 15. juli Vágar – Keypmannahavn kl. 08:15 16. juli Take That konsert, Parken 18. juli Keypmannahavn – Vágar kl 15:05 Íroknað: 2 atgongumerki til Take That konsert 3 nætur á Crowne Plaza Copenhagen Towers í Executive Club Room (dupultkamar) 2 ferðaseðlar, Vágar – Keypmannahavn t/r (smb ferðaskrá) Vinnarin verður funnin 24. desember kl. 13:00. www.62n.fo Legg til merkis, at hvørt sms kostar 20 kr + vanligan sms takst.